Til tín, ið ikki ynskir at koyra langar teinar hvønn dag

Við at velja ferð í 1 viku, kemur tú at støðga í 2 ymiskum summarhúsum, antin norðan og eystanfyri ella sunnan og eystanfyri.

Velur tú hinvegin at ferðast í 2 vikur, støðgar tú í 3 ella 4 nætur í hvørjum av fylgjandi økjum: Norðanfyri, vestanfyri, suðurvestanfyri og suðureystanfyri.

Viðmælt verður at vitja Mývatn norðanfyri, at baða í Bláa Lóninum og at vitja risastóra Gullfoss suðurvestanfyri - umframt jøkulin, Jökulsárlón suðureystanfyri. Her er bert talan um tilmæli – ferðin í sjálvum sær, heystar ótald upplivilsir.

Prísur fyri hvønn

01.04-29.05 & 09.09-30.10.2024
Fráferð úr Havnini mánadag
Heimferð úr Seyðisfirði mikudag

​8 nætur í Íslandi
úr kr. 8.899

​15 nætur í Íslandi
úr kr. 17.149
 

05.06-04.09.2024
Fráferð úr Havnini mikudag
Heimferð úr Seyðisfirði hósdag

​7 nætur í Íslandi
úr kr. 12.368

​14 nætur í Íslandi
úr kr. 21.254


Bílegg pakkaferðina á tlf. 345900 ella skriva til booking@smyrilline.fo.

  • Íroknað:
    • Prísur fyri hvønn, tá 2 ferðast saman
    • Ferð við Norrönu til Íslands og aftur
    • 2-koyggjukamar uttan vindeyga
    • 1 bilur <1,9m H & 5m L
    • Dagsskrá fyri hvønn dag
    • Uppihald í frítíðarbústøðum  

     

  • Møgulig tilkeyp:
    • Bílegg matin umborð áðrenn fráferð. Sí prísir og annað her.
    • Bílegg minibar áðrenn fráferð (einans í kømurum við vindeyga). Sí prísir o.a. her

Lagaligar keypstreytir: Rinda 25% við bílegging, tó í minsta lagi kr. 6.000. Restin fellur til gjaldingar 30 dagar áðrenn fráferð.

 

Gisting í frítíðarhúsi

  • 2 vikur

    Her kannst tú lesa um margfellni av rutuni. Hon kann ganga við ella í móti sólarringinum og áhugaverdu støðini tú velur at síggja, eru fjølbroytt – men tú hevur tíð at vitja øll tey umrøddu støðini.

Pakkaferðir, 2 vikur
  • Nætur 13, 14, 15 ella 16
  • Slag av gistingSummarhús
  • Tíðarskeið vár til heyst 01.04.24 - 30.10.24
rute10c
  • Dagur 1

    Eftir at vera komin í land av Norrönu, koyrir tú ígjøgnum gróðrarríka Jökuldalin og síðani heldur tú áfram til Möðrudals heiði, ein oyðimarkarkendan háslætta. Síðani leggur tú leiðina norður yvir Hólssand til tú kemur á Mývatnsleiðina. Hagani koyrir tú til summarhúsið við Mývatns ella Akureyrar leiðina, at gista.

  • Dagur 2

    Í dag koyrir tú framvið Tjörnes hálvoynni. Fyrst steðgar tú í fiskibygdini Húsavík har tú kannst síggja hval svimja fram við vánni úr leigaðum báti umframt at síggja vøkru kirkjuna í bygdini. Síðani koyrir tú norðureftir hálvoynni til Ásbyrgi, ið er kent fyri sítt hestaskógvaskap, har ein lítil skógur lívir fyri 100 m høga berginum. Ein stuttur gongutúrur er upplagdur. Ein onnur uppliving á hesum degi, er Dettifossur – máttmiklasti fossurin í øllum Evropa – ongin annar fossur um okkara leiðir hevur vatnorku, sum hann! – Heilar 44 m høgur. Um tú gongur eftir einari steinsettari gøtu inntil tú nærkast fossinum, kannst tú veruliga fáa meira burtur úr vitjan tíni. Aftaná verður farið til gistingarstaðið.

  • Dagur 3

    Dagsins útferð gongur til Mývatn, har tú kannst njóta restina av degnum, í áhugaverda umhvørvinum – við Kraflu, ið gjørdi um seg – so seint sum í 80´inum, og teim undrunarverdu svávulhyljunum í Námaskarði, Dimmuborga grótbræðingar villini borg umframt at síggja goskoppskapini á Skútustøðum.

  • Dagur 4

    Í dag koyrir tú til Góðafoss, guðanna foss – sum er ein fragd fyri eygað. Eftir hetta heldur tú áfram til Eyjafjørð og hugnar tær um kvøldið í vakra býnum Akureyri, ofta nevndur „Høvuðstaðurin í Norði“ – eitt gott hugskot er at vitja botaniska urtagarðin og ein túrur í svimjuhylin er ikki at forsmáa. Møguleikarnir at fara til handils á Akureyri eru avbera góðir og ídnaðarútsøla av ull er eisini ein møguleiki. Aftaná koyrir tú til Skagafjarðar sýðslu, ið er víðagitin fyri sítt hestahald. Møguleiki er at vitja torvhúsa-savnið í Glaumbær, ið hevur røtur sínar aftur í 19. árhundrað. Ferðin heldur áfram eftir høvuðsvegnum til bygdina Blöndurós, Hrútafjørð og síðani yvir Holtavörðu heiði til økið við Borgarfjörðin – her gist verður næstu 4 næturnar.

  • Dagur 5

    Nú fært tú møguleikan at fara út við báti seinnapartin (í háárstíð, skal bíleggjast áðrenn) og sigla kring oyggjarnar í Breiða firði, fiska eftir jákupskel og skoða fuglalívið í økinum. Gist verður í Stykkihólmi (180 km).

  • Dagur 6

    Í dag verður vitja í áhugaverdastu støðunum í Borgarfirði. Eitt av teimum er Deildartunguhver, ið hýsir størstu heitu keldu Íslands, sum leysgevur umleið 180 litrar av kókandi vatni í minuttin. Eisini sært tú Hraunfossar, sum er røð av smærri áum, ið spríkja fram úr grótbræðingini og samlast í eini størri renn andi á.

  • Dagur 7

    Hetta er dagurin at rannsaka undranarsomu støðini ytst á hálvoynni t.d. bergtakandi Djúpalónssandin, (hagandi til ber at gera ein gongutúr uppá uml. 3 tímar til Dritvíkar) og bergi Túfubjarg, umframt eitt av áhugaverdastu støðunum í umráðnum – Arnarstapi. Her reiðrast Ritan í blágrýtinum og møguleiki er at eygleiða hana við stuttari frástøðu. Ein gongutúrur fram við strondini í hesum umráðnum er næstan ófrávíkiligur. Aftaná kannst tú koyra framvið suðursíðuni á hálvoynni við einum støðgi í Gerðubergi, longstu basalt-røð í Íslandi. Eftir hetta gongur leiðin til Borgarnes, har gist verður.

  • Dagur 8

    Ein frídagur í Reykjavík, har tú fært møguleikan at njóta hugnaliga høvuðstaðin. Um tú ikki hevur sett tær okkurt ávíst á skránna, kundi ein túrur í kirkjuna á Bessatøðum ella ein vitjan til heitu keldurnar í Krisuvík verið ein møguleiki – ella kundi hæddarpunktið verið at fari at fingið sær ein svimjitúr í miniralríka Bláa Lóninum – ið er beinleiðis hitað úr undirgrundini. Eftir ein stimrandi svimjutúr í sjáldsama gosgrýtuta umhvørvinum, verður koyrt inn aftur til Reykjvíkar og til hús títt í suðurvestur Íslandi.

  • Dagur 9

    Koyr til Tingvellir, har gamla uttandura-lóggávutingið hevur sín grundarstein. Hetta er eisini eitt umráðið við stórum jarðfrøðiligum áhugað og tú fært møguleikan at ganga ein túr millum stóru rivurnar. Herfrá heldur tú leiðina áfram yvir skarðið Lyngdalsheiður til bygdina Laugarvatn og og hagani til økið við Geysir har víðagitna heita keldan Strokkur, sendir kókandi vatn himmalhøgt áleið 5. hvønn minutt. Næst á skránni er ein vitjan við Gullfoss, ið er skýrdur at vera av vakrastu fossum Íslands.

  • Dagur 10

    Henda dagin sleppur tú á kanningarferð í vakra Tjórsardalinum. Hesin dalurin var einaferð eitt gróðrarríkt landbúnaðarøkið, men í árinum 1104 varð hesin møguleikin burturbeindur tá gosfjallið Hekla gjørdi um seg við einum risa gosútbrotið. Um veðurlíkindini eru til staðar, gert møguleiki fyri eini áhugverdari rannsakan av hesum illa gitnað gosfjalli. Tú kannst vitja endurbyggjanina av garðinum Støng, sum fórst í eini spreinging um sama mundi í 1104. Eisini kunnu Fossarnir Hjálp, ið eru tvíburafossar og 3. størstu fossar Íslands, umframt Háifossur viðmælast at vitja - og ikki at gloyma lítla dalin Gjáir.

  • Dagur 11

    Í dag fært tú tíð at rannsaka suðurstrondina við at koyra til Seljalandsfoss og Skógafoss umframt støkka inn á gólvið í hugnaliga býarsavninum í bygdini Skógar. Aftaná fert tú ein túr til fuglabergið Dyrhólaey (opið aftaná 25. juni) har lundar halda til fram ímóti miðjum august – Lítla bygdin Vík, er eisini verd at vitja. Síðani koyrir tú yvirum gjøgnumvataðu fløtuna við Mýrdalssandin til Kirkjubæjarklaustur. Næsta gistingin er møguliga í hesum økinum ella kanska nærri við Höfn.

  • Dagur 12

    Í dag heldur tú áfram eystureftir. Á henda hátt kanst tú steðga við Dverghamrar við sínum basalt-røðum. At enda kemur tú til umráðið við Skaftafell og fært notið vakurleikan í tjóðlundini. Tað er í roynd og veru møguligt at koyra til munnan á Svínafellsjøkuli – umframt at tað, eru ótal av møguleikum at gera ymiskar gongutúrar í sjálvari jóðarlundini. Ein gongutúrur til Svartafoss, (1½ tími) er næstan ein treyt. Aftaná gongur leiðin heim til hús.

  • Dagur 13

    Henda dagin fært tú møguleikan at gera nakrar útferðir frá økinum við Kirkjubæjarklaustri, eitt hugskot kundi verið ein túrur í Fjaðrárgjógv.

  • Dagur 14

    Í dag verður farið eystureftir framvið suðurstrondini og fyrsti týðandi støðgurin á degnum er við jøkul-lóneyga Jøkuls ár lón. Í stóra pollinum flóta veldug ífjøll íkring, og møguleiki er at sigla við báti ímillum tey, soleiðis at tú hevur høvi at uppliva hesi – minni enn eitt hanagleiv frá bátinum. Tá túrurin er at enda komin verður farið víðari til bygdina Höfn og inn í eysturfjarða-umráðið. Um tú ferðast umvegis Djúpavogn og Skrið dal, og tú koyrir eystureftir kemur tú til hotellið, har tú svev ur síðstu náttina.

  • Dagur 15

    Morgunin eftir koyrir tú aftur til Seyðisfjarðar – Um tú hevur tíð at hyggja teg íkring – kundi tekniska savnið, verið ein vitjunarmøguleiki, áðrenn farið verður umborð á Norrönu.

     

    Gevið gætur: Vit tilskila okkum rætt at broyta í rutunum - Tó er gistin tryggjað í 3 til 4 nætur í hvørjum umráði: Norður, vestur, suður og landsynningur.

Book Explorer Plus Pakken

Katalog

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues

Ja, eg vil fegin móttaka tíðindabrøv frá Smyril Line.