
Stuðul
Stuðul frá Smyril Line
Vit á Smyril Line leggja stóran dent á at vera ein virkin partur av okkara nærumhvørvi.
Tí stuðla vit einstaklingum, bólkum og felagsskapum, sum arbeiða við tiltøkum og verkætlanum, ið skapa virði og styrkja lokalsamfeløg í Føroyum.
Soleiðis søkir tú
- Send eina umsókn til studul@smyrilline.fo
- Umsóknir til tiltøk, ið liggja innan 1 mðr. frá umsóknardegnum, verða ikki viðgjørdar.
- Greið frá tíni/tykkara ætlan, endamálinum og hvat Smyril Line fær afturfyri stuðulin.
Vit stuðla ikki hesum
- Uttanlandsferðum og námsferðum við flogfari
- Almennum og kommunalum tiltøkum
- Bóka- ella fløguútgávum
- Rakstri
- Virksemi uttanlands