Ársaðalfundur hjá P/F Smyril Line

Boðað verður við hesum til ársaðalfund í P/F Smyril Line (reg. nr. 544) fríggjadagin 24. mars 2023 kl. 15:00 at verða á Hotel Hafnia, Áarvegur 4-10, 100 Tórshavn, við hesi dagsskrá:

0. Val av fundarstjóra. 

1. Frásøgn frá virki felagsins í farna ári.

2. Framløga av grannskoðaðum roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar.

3. Uppskot frá nevndini um, hvussu ársavlopið skal verða nýtt ella um rindan av halli sambært góðkenda roknskapin.

4. Val av nevndarlimum.

5. Val av grannskoðara.

6. Uppskot um at partabrøv felagsins kunnu verða givin út gjøgnum eina talgilda virðisbrævamiðstøð.

Nevnd felagsins arbeiðir við møguleikanum fyri frameftir at partabrøv felagsins verða givin út gjøgnum eina talgilda virðisbrævamiðstøð, og ynskir góðkenning frá aðalfundinum av hesum og skjýtur tí upp hesa viðtøku á aðalfundinum:

“Aðalfundurin góðkennir fyri sítt viðkomandi at partabrøv felagsins kunnu verða givin út gjøgnum eina talgilda virðisbrævamiðstøð og at nevnd felagsins tekur avgerð herum og greiðir hetta.”

7. Viðtøkubroyting í § 5 í viðtøkum felagsins.

Nevndin skjýtur upp fylgjandi uppskot til broyting av § 5 í viðtøkunum:

Ásetingin í § 5 verður broytt til hetta innihald:

“Partabrøv felagsins kunnu mortifiserast uttanrættarliga (uttan dóm) í samsvari við tær til hvørja tíð galdandi lógarreglur herum. Ein og hvør mortifisering eftir hesi áseting er fyri rokning hjá viðkomandi parteigara, eins og útgevan av nýggjum partabrøvum ella skráseting í talgildari virðisbrævamiðstøð eftir at mortifisering er farin fram er fyri rokning hjá viðkomandi parteigara. Um nevndin ikki metir tað prógvað at mortifisering skal fara fram, kann nevndin vísa viðkomandi parteigara  til at søkja mortifisering við dómi eftir teimum harum galdandi lógarreglum. 

Verður gjørt av at partabrøv felagsins skulu gevast út í gjøgnum eina talgilda virðisbrævamiðstøð og eru partabrøv í felagnum ikki skrásett í talgildari virðisbrævamiðstøð seinast trý ár eftir, at tey í tí sambandi eru  innkallaði til skrásetingar har, verður farið fram samsvarandi ásetingini í § 63 í Vinnufelagslógini hesum viðvíkjandi.” 

8. Ymiskt

Rætturin hjá einstøku partaeigarum felagsins til at luttaka á aðalfundi og at greiða atkvøðu í sambandi við partabrøv síni verður ásettur í mun til tey partabrøv, sum viðkomandi partaeigarar eiga skrásetingardagin. Skrásetingardagurin er 1 vika, áðrenn aðalfundurin verður hildin, ið er fríggjadagin 17. mars 2023.

Til samtyktar av uppskoti um viðtøkubroyting krevst smb. § 106, stk. 1 í vinnufelagslógini, at í minsta lagi 2/3 av bæði greiddum atkvøðunum og av tí partinum av felagskapitalinum, sum er umboðaður á aðalfundinum, hava tikið undir við uppskotinum.

Til at greiða atkvøðu á aðalfundinum krevst, at partaeigarin í seinasta lagi mánadagin 20. mars 2023 hevur fráboðað luttøku síni á aðalfundinum og hevur prógvað sín atkvøðurætt á skrivstovu felagsins Yviri við Strond 1, 100 Tórshavn.

8. mars 2023
P/F Smyril Line
NEVNDIN 

Katalog

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues

Ja, eg vil fegin móttaka tíðindabrøv frá Smyril Line.