Treytir og kunning

Skráseting/Niðurstøða av sáttmála

Sáttmálabundnu skyldurnar millum kundan og Smyril Line (SML) byrjar við skráseting/tá ið váttan fyri keyp verður skrivað út. Hesar vanligu treytir eru mettar sum partur av sáttmálanum, um einki annað er staðfest. Tað, sum stendur í skránni, lýsingarheftum og siglingarlistum hjá SML/ella í øðrum marknaðartilfarið viðvíkjandi pakkarferðini, sum talan er um, er partur av avtaluni um pakkaferðir, um onnur avtala ikki er gjørd. Fyri at vera galdandi, skulu allar serligar avtalur, ið snúgva seg um serstakan tørv hjá kundanum, standa í avtaluni.

Bíleggingar

Ferðandi hava sjálv ábyrgdina av at tryggja sær, at faktura/lýsingin av ferðini svarar til bíleggingarnar. Tann ferðandi hevur ábyrgdina av at tryggja sær, at SML hevur rætta navnið, ið samsvarar við passið hjá tí ferðandi, sum tað stendur, tá ið bílegging er framd. Ferðandi skulu geva SML eitt telefonnummar ella eina teldupostadressu, ið kann røkkast á allari ferðini. Tá ið ferðaseðlar verða bílagdir, skulu upplýsingar um ferðandi við skerdum kropsligum ella mentalum førleikum fylgja við, um tey hava tørv á hjálp við hesum trygdarvegleiðingum. Sí reglur viðvíkjandi “check-in”, tá ið tú ferðast við serligum tørvi. 

Ferðandi við elbili
Vegna trygdina umborð er tað umráðandi, at tú við bílegging kunnar Smyril Line, um tú ferðast við elbili.

Avreiðslugjald

Tá bílagt verður umvegis søluskrivstovur okkara, tvs umvegis telefon, teldupost, kjatt ella á skrivstovuni - verður eitt avgreiðslugjald áljóðandi 150 kr. lagt á bíleggingina. Tá bílagt verður á netinum, verður einki avgreiðslugjald lagt á bíleggingina.

Ferðaskjøl

Øll ferðandi skulu hava røttu ferðaskjølini við og vera til reiðar at vísa tey, um biðið verður um tað. Ferðandi hava sjálv ábyrgdina av øllum kostnaði, ið kann standast av, at ferðandi verða sýtt atgongd, um tey ikki hava ferðaskjøl. Rátt verður ferðandi til at hava gildugt pass við sær, av tí at passið er einasta góðtikna prógvið, tá ið ferðast verður altjóða. Eitt gildugt pass krevst fyri at ferðast inn og úr Schengen-økinum. Hevur ein ferðandi ikki ES-pass, skal hetta nevnast, tá ið bílagt verður. 

Reglur fyri børn

Øll ferðandi undir 16 ár skulu ferðast saman við foreldrum, øðrum av foreldrunum ella lógligum verja. Ferðandi í aldrinum 16 til 18 ár skulu hava skrivligt loyvi frá foreldrum, øðrum av foreldrunum ella lógligum verja, áðrenn tey kunnu ferðast. 

Prísir

Við í øllum prísum eru avgjald og skattur. Prísirnir standa í DKK. Fyri allar bíleggingar við bili og motorsúkklu, er loyvda hæddin fyri akfør í mesta lagi 1,90 metrar, íroknað viðføri á takinum og lofti, og loyvda longdin er í mesta lagi 5,0 metrar, um annað ikki er staðfest. Eykagjald krevst fyri øll akfør, ið eru størri enn hetta, og fyri kampingvognar, viðfestivognar, o.s.fr.

ETS-avgjald / EU ETS CO2 TAX
Sum ein partur av okkara umhvørvisligu burðardygd og í sambandi ETS-ásetingunum frá EU, verður eitt ETS-avgjald lagt afturat ferðaprísunum fyri hvønn ferðandi. Avgjaldið er galdandi á øllum ferðum og verður víst á ferðaseðilinum. Allir prísir eru íroknað hetta avgjald. 

Vegskattur í Íslandi
Frá 1. juli 2024 skulu ferðandi til Íslands, ið hava elbilar og plug-in hybrid bilar við sær, ið er skrásettir uttanlands, gjalda eitt avgjald. Avjaldið verður lagt afturat ferðaprísinum. Les meira á skatturinn.is.

Pakkaferðir v. innivist, útferðum o.s.fr.
Prísir á ferðapakkum við innivisti á landi, ið standa fyri hvønn persón, eru galdandi fyri tvey vaksin, ið ferðast saman, um annað ikki er staðfest.

Innivist á hotellum og gistingarhúsum er í dupultkamari. Tey, ið ferðast einsamøll, gjalda eyka fyri einakamar. Allir prísir fyri vistarhús eru galdandi fyri kømur við fleiri sengrum. Gev gætur, at har eru fleiri ymiskar reglur um soviposar á ymsu ferðamálunum. Tú kanst hava seingjarklæði við ella leiga tey.

Frítíðarhús í Íslandi hava seingjarklæði, handklæði, hita og streym. Fólk mugu sjálv gera reint. 

Á komudegi er vanliga innskrivingartíð frá 14:00 til 16:00 og fram. Útskriving er vanliga í seinasta lagi kl. 11:00 á fráferðardegnum. 

Innivist á ferðamálum er sum lýst í skránni/ferðaváttanini. SML hevur rætt til at vísa ferðandi til annan samsvarandi ella betri innivist í nánd. SML hevur eisini rætt til at vísa ferðandi til samsvarandi ella betri ferjur/skip. 

Útferðir, máltíðir, drekkivørur, innivist á landi – og tænastur, ið fylgja við – flutningur ella ferðing á landi, eru ikki við í prísunum, um einki annað er staðfest.

Prísir fyri børn (aldur 3-11) sum bara eru fyri flutning og (aldur 3-11) fyri pakkaferðir við innivisti eru grundaðir á innivist við egnari koyggju ella ella eyka song í kahúttini/kamarinum hjá foreldrunum. Børn (aldur 0-2) ferðast ókeypis, um tey ikki hava egna koyggju/song. Eyka koyggjur/sengur eru at fáa fyri sama prís sum fyri børn (aldur 3-11), bara fyri flutning og (aldur 3-11) fyri pakkaferður við innivisti. Har er í mesta lagi ein song fyri eitt dupultkamar. Tvær eyka sengur kunnu bara fáast á nøkrum fáum hotellum og bara eftir umbøn. Ein eyka song kann vera ein sofa ella madrassa o.s.fr.

Gjaldstreytir

  • Fyri bíleggingar gjørdar meiri enn 30 dagar undan fráferð, skal fyrsta gjaldið upp á 25% av prísinum – tó í minsta lagið kr. 6.000,- gjaldast SML undir bílegging. Restin skal gjaldast SML í seinasta lagi 30 dagar undan fráferð.
  • Fyri bíleggingar, gjørdar minni enn 30 dagar undan fráferð, skal fulla upphæddin gjaldast SML undir bílegging.
  • Tá ið talan er um ferðir, ið hava virði upp til kr. 6.000,- skal fulla upphæddin gjaldast SML undir bílegging.

Serligar gjaldstreytir eru galdandi fyri bólkar.

SML hevur rætt til at hækka prísin fyri pakkaferðir, áðrenn sáttmálin er úti, um broytingar eru í t.d. flutningskostnaði, bensinprísum, skatti, gjaldi ella gjaldoyrakursi, ið verður brúkt til at rokna prísirnar.

Bankaflyting
Tá ið flutt verður gjøgnum banka, skal bíleggingarnummarið nevnast.

BankNordik: 6460 6162225    
IBAN-Kontunummar: FO2964600006162225    
Swift / BIC-koda: FIFBFOTX

Broytingar eftir bílegging

Um fráferðin verður broytt, eru hesi broytingargjøld galdandi umframt møguligar prísbroytingar:
 
  • Broytingar meira enn 30 dagar áðrenn fráferð: kr. 200 pr. leið
  • Broytingar 30-15 dagar áðrenn fráferð: kr. 400 pr. leið
  • Broytingar 14-8 dagar áðrenn fráferð: kr. 800 pr. leið
  • Broytingar 7-0 dagar áðrenn fráferð: kr. 1200 pr. leið
Gev gætur, at broytingargjald verður tikið fyri hvørja leið, tú broytir. Samlaða broytingargjaldið er sostatt summurin av broytingargjøldunum fyri tær leiðir, tú broytir. Broytingargjaldið skal rindast samstundis sum broytingin verður framd.
 
Pakkaferðir til Danmark og Íslands
Broytingar í ferðapakkum hava við sær eitt eykagjald upp á kr. 185,- fyri náttina fyri hvørt kamar saman við møguligum prísbroytingum.

SML hevur rætt til at hækka prísir eftir bílegging, um broytingar eru í flutningskostnaði, tað veri seg bensin, skattur, gjøld, ávísar tænastur, gjaldoyrakursur o.s.fr..

Avlýsingartreytir

Um ferðin verður avlýst, verður eitt avlýsingargjald afturhildið av SML, ið er ein prosentpartur av ferðaprísinum, alt eftir nær avlýst verður:
 
  • Meira enn 30 dagar undan fráferð: 10%
  • 30-15 dagar áðrenn fráferð: 50%
  • 14-8 dagar áðrenn fráferð: 75%
  • 7-0 dagar áðrenn fráferð: 100%

Avlýsingargjøld kunnu hækka, um veitarar av gisting krevja hægri avlýsingargjald.

Serligar avlýsingartreytir eru galdandi fyri bólkar.

Broytingar/avlýsing frá SML undan fráferð

Ferðandi hava rætt til dagføringar í sambandi við komur og fráferðir. Upplýsing um komu/fráferð fæst á smyrilline.fo. Avlýsir SML pakkaferðina áðrenn fráferð, og hon ikki kann fullførast sum avtalað, skal kundin hava boð um tað skjótast til ber. Hetta er tó ikki galdani fyri smáar broytingar. Samstundis sum broytingar/avlýsingar eru kunngjørdar, skal SML siga kundanum frá um møguleikan fyri at klaga. Kundin kann slíta avtaluna og fáa eina og hvørja upphædd endurgoldnað, sum er goldin sambært avtaluni, ella vera við í eini aðrari pakkaferð eftir egnum vali, um hetta ikki kostar SML ov nógv sammett við upprunaligu avtaluna. Kundin skal boða SML frá broytingini, áðrenn hóskandi tíð er farin. 

Ger kundin av at vera við í eini pakkaferð, ið hevur størri virði enn tann upprunaliga bílagda, skal kundin gjalda munin. Hevur pakkaferðin minni virði enn tann upprunaliga bílagda, skal SML endurrinda munin. Ábyrgd og undantøk hjá SML, um broytingar eru o.s.fr.: Er kundin fyri fíggjarligum missi vegna broytingar frá SML ella vegna avlýsta pakkaferð, hevur kundin rætt til endurgjald sambært vanligum endurgjaldsreglum, uttan so, at avlýsingin/hallið er farin fram, tí at talið á ferðandi, sum eru nevnd í avtaluni, ikki er skrásett – at eitt ávíst prosent av ferðandi ikki er nádd, og at SML hevur sagt kundandum frá hesum í mesta lagi 14 dagar undan fráferð (boðast kann frá innan styttri tíð, um talan er um styttri úferðir/busstúrar) ella um hallið hevur staðist av einum triðja parti ella uttanhýsis umstøðum, sum einki hava við pakkaferðina at gera, har SML – ella nakar, sum SML hevur ábyrgdina fyri – kundi vita frammanundan, við at vísa varsemi, tá ið avtalan varð gjørd, ella kundi verið sloppin undan teimum i.e. force majeure ella umstøðum, ið líkjast force majeure. SML er ikki partur av lógligu, uttanveltaðu ábyrgdini, sum kann liggja hjá berarum, hotellum og øðrum luttakarum. SML tekur ikki ábyrgd fyri óviðkomandi skaða á persón ella fyri burturmis, stolið ella oyðilagt viðføri o.s.fr. Ferðareglurnar hjá SML eru galdandi fyri skipsferðina. Víst verður til tíðarætlanina.

Klagur og avmarkað ábyrgd: Heldur kundin, at okkurt brek er við ferðini ella ferðamálinum, skal hann siga SML ella tænastuveitaranum frá, so at tey fáa rættað brekið. Eitt brek hendir, um tann ferðandi ikki fær tær tænastur og avrik, sum eru staðfest í skrá, lýsingum ella serliga avtalur við SML og standa á kvittanini; ella um avrikini eru av verri góðsku enn avtalað ella lovað. Skal SML rættað brekið, kann kundin ikki krevja eina tillagaða niðurseting av prísinum ella slíta avtaluna. Kann SML vera fyri einum ovurstórum tapi ella týðandi skaða við at rætta brekið, kann víst verða til kundan at fáa eina samsvarandi prísniðurskurð ella at avlýsa. Krøv um endurgjald skulu gevast SML ella millumgongupartinum innan rímiliga tíð, tá ið ferðin er av. Samstundis avmarkar SML abyrgd sína av brekum og skaða í sama mun sum hesir millumtjóðasáttmálar, ið kunnu vera galdandi fyri tænastuveitarar, ið hava skyldina av brekinum í pakkaferðini: fyri loftvegis flutning: Warszawavasáttmálin; Fyri sjóvegis flutning: Athensáttmálin; Fyri tokflutning: Sáttmálin um altjóða jarnbreytarflutning. Vanlukkutrygging fyri ferðandi: Av tí at sera smá endurgjøld ofta verða goldin sambært altjóða sáttmálum, og av tí at tann ferðandi skal gjalda allan kostnað, ið hevur við heilsurøkt og flutning við sjúkrabili at gera, mæla vit til, at ferðandi fáa sær ferðatrygging. Spyr ferðaráðgevar okkara.

Útferðir

SML hevur rætt til at broyta ella avlýsa útferðir vegna veður. Er ein útferð avlýst, rindar SML goldnu útferðina aftur umborð á Norrönu ella tá ið ferðandi kemur aftur av ferðini. 

Flutningur við øðrum veitarum

Fyri keyp av øðrum flutningstænastum, umvegins SML, kunnu aðrar treytir vera galdandii. Hesar treytir, verða upplýstar tá ið vøran/tænastan verður keypt. 

Ferðatíðir

Allar ásettar tíðir eru lokalar og bundnar av veðrinum. SML hevur rætt til at broyta tíðarætlanina. Ferðandi skulu dagføra seg sjálv um fráferðartíðar og møguligar broytingar á heimasíðu okkara.

Innskriving

Innskrivingartíðir eru at finna HER

Gev gætur, at fráferðartíðin er tann tíð/dagfesting, sum er skrivað á ferðaseðilin. SML hevur rætt til at avlýsa ferðir hjá fólki, sum ikki møta upp til innskriving, innan fyri innskrivingartíð. SML hevur rætt til at sigla so skjótt, sum innskriving er stongd. Eingin atgongd er til bildekkið, meðan siglt verður. Ferðandi hava sjálvi ábyrginda at fylgja við nær innskriving er og um broytingar eru. 

Serligur tørvur

Ferðandi við serligum tørvi verða biðin um at møta til innskriving í seinasta lagi 2 tímar undan fráferð. Sig innskriving frá, hvat tín serligi tørvur er fyri at fáa tað best møguligu tænastu; so at tú sleppur at seta bilin nær við lyftina umborð, hjálp at koma til og frá kahúttini til fólk við serligum tørvi, o.s.fr. Hóast vit gera okkara besta, kanst tú vænta at bíða í sambandi við fráferð og komu.

Um ein ikki møtir upp

Pliktir kundans – um ein ikki møtir upp – óbrúktar tænastur: Hevur kundin ikki avlýst ferðina, og/ella tann ferðandi ikki er til staðar staðfestu tíð á staðfesta stað til fráferð og heimferð, ella um kundin ikki kann byrja ella enda ferðina vegna vantandi ferðaskjøl, t.d. gildugt pass, neyðugt visum ella prógv um koppseting o.s.fr., hevur SML rætt til at krevja fulla prísin fyri ferðina. Hetta er eisini galdandi, um kundin er burturvístur vegna endurtikið grovt ósketni yvir fyri reglurnar hjá veitara, hotellum o.s.fr.. Um ferðandi ikki møtir upp við ásetta akfarið, ella als ikki brúkar tænasturnar í ferðini, kann hann ikki krevja endurgjald fyri óbrúktar tænastur (hettar burdi verið óneyðugt í føroyum) 

Tá ið farið verður úr kahúttunum

Kahúttirnar er til taks inntil 2 tímar áðrenn lagt verður at. Tíðin, tá ið tú skalt fara úr kahúttini, kann vera skiftandi og verður kunngjørd umborð.

Trygd

Av trygdarávum kann viðføri og akfør kannast áðrenn loyvi verður givið at koma umborð. Verður hetta noktað, sleppur tann ferðandi ikki umborð, og viðkomandi hevur ongan rætt til endurgjald. Viðføri, ið kann hava við sær serligan ampa ella vanda fyri skipið, fólk ella lutir, sleppur ikki umborð. Veitarin hevur, við atliti at umstøðunum og uttan krav um endurrindan, rætt til at taka viðførið við í land, gera tað óskaðiligt ella beina tað burtur, um so er, at viðførið er komið umborð uttan, at veitarin veit av tí ella hevur góðkent tað skrivliga. Tann ferðandi kann ikki taka við sær viðføri ella lutir, ið kunnu metast sum trygdarvandi undir trygdarkodum hjá altjóða skipum og havnum. Um brot á omanfyri nevndu ásetingar gera, at skipið verður hildið aftur, avmarkað í virksemi sínum ella ber í sær bót til veitaran, skal tann ferðandi endurrinda veitaran fyri ein og hvønn kostnað – við, men ikki avmarkað til tap av inntøku. Tann ferðandi skal akta allar lógarreglur og altjóða avtalur, ið hava samband við flutning av vandamiklum lutum/viðføri.

Reglur um royking

Royking er bara loyvd í Hjallinum, roykiøkinum á dekk 9. Henda avmarking er galdandi fyri bæði ferðandi og manning. Tað er ikki loyvi at roykja í kahúttunum. Brot á hesar reglur verður sektað við bót upp á kr. 1.500,-

Farmur

Bilar uttan førarar/skrásetingarnummar, skulu bókast sum farmur. Víst verður til Smyril Line Cargo á tlf +298 309600 ella cargo@cargo.fo.

 

Katalog

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues

Ja, eg vil fegin móttaka tíðindabrøv frá Smyril Line.