Sjóbúðin Tax & Duty Free

Shoppingmøguleikarnir eru góðir umborð - og prísirnir eru sera kappingarførir. Vit hava stórt úrval av vanligum tax-free sølulutum, og breitt úrval av designvørum.  

Handilsøkið við luktilsum, smyrsli, víni, rúsdrekka og góðgæti er sera stórt.


Sjóbúðin Tax & Duty Free.

Tax Free faldarin

Tax Free faldarin.

Sí góðu tilboðini, ið Sjóbúðin hevur at bjóða í løtuni. Hesin faldarin er galdandi frá november til apríl.

Les á netinum

Hugni & happy hour

At vera við Norrönu er stuttligt og sissandi í senn. Livandi tónleikur, framløgur og eydnuspæl eru fastir tættir. Eisini ber til at stytta sær stundir við borðspølum í Undirhúsinum - ella seta seg við eini góðari bók í fjálga lesikrókinum. Og hví ikki fara á barr umborð og gera sær dælt av happy hour?

Hugni & happy hour.

Heitir pottar

Kom og slappa av í flógvum norðuratlantssjógvi og njót frálíka útsýnið, í okkara rúmligu heitu pottum á dekk 7, ið verða hitaðir av avlopshita frá maskinrúminum. Vit hava 3 pottar, og pláss er fyri 6 fólkum í hvørjum potti.

1 pottur (upp til 6 fólk) í 1 tíma: kr. 199

· Bílegg tíð í móttøkuni, tá tú ert umborð. 
· Baðikápur og inniskógvar fært tú til láns í móttøkuni. Tú rindar kr. 200 og fært kr. 150 aftur, tá tú letur tað innaftur.

Heitir pottar.

Biografur

Norröna hevur ein biograf á 5. dekki har pláss er fyri 23 gestum. Atgongumerki kunnu keypast í móttøkuni. Í biografinum verða einans nýggjir filmarnir vístir.
 
Vaksin (16+): kr. 65
Barn: kr. 50
Biografur.

Móttøkan á dekk 5

Ígjøgnum summar–heyst og vár-hálvuna, er móttøkan opin alt samdøgrið. Í vetrarhálvuni er opið frá kl. 08.00 til kl. 22.00.

Móttøkan hjálpir tær við: Vanligari kunning, uppstigan av kømurum, tax free afturgjaldi, goymsluskápi til ferðagóðs o.a.

Í móttøkuni kanst tú keypa atgongd til netið, biografin og til hitapottarnar.


Móttøkan á dekk 5.

Svimjihylur & fitness

Forkela kropp og sál á dekki 1. Her finnur tú fitnessrúmið, hitarúmið og svimjihylin. Á dekki 1 er eisini eitt fitnessrúm. Har eru nógvar maskinur og amboð at venja við og á. Tað er ókeypis at venja í fitnessrúminum.

Svimjihylur & fitness.

Internet

Internet fæst í samstarvi við Telenor Maritime.

Prísur
4 tímar: 37 kr.
19 tímar: 66,50 kr.
36 tímar: 133,50 kr.
55 tímar: 185 kr.
7 dagar: 259 kr.

Bílegg á netinum tá tú ert umborð ella keyp ein internetseðil við kotu í móttøkuni. Kotan kann brúkast til fleiri tól, men bert til eitt tól í senn. Gjaldið er fyri tíðarskeiðið, tú hevur ynskt tær, og ikki fyri tímarnar tú er á netinum.

Internet.

Spælipláss

Norröna hevur eitt stórt og sera áhugavert spælipláss til børnini at bóltra sær í. Har er klintriborg, rusjibani, klintrineti o.a.

Spælipláss.

Playstation rúm

Á dekk 6 kunnu tey ungu hugna sær við Play Station spølum saman við øðrum javnaldrum.

Playstation rúm.

Fótbóltsvøllur

Fótbóltsvøllurin er á dekki 9, úti á opnum dekki, og er opin frá kl. 12 til kl. 18.

Fótbóltsvøllur.

Spælimaskinur

Á dekk 7 er eitt høli við nógvum spælimaskinum.

Spælimaskinur.

Katalog

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues

Ja, eg vil fegin móttaka tíðindabrøv frá Smyril Line.