Serstakur túrur við bíbliutímum og hugna

Farið verður av Havnini fríggjakvøldið 24. oktober kl. 20:00 og komið verður til Hirtshals sunnumorgunin 26. oktober kl. 11:00. Siglt verður heimaftur úr Hirtshals kl. 15:00, og komið verður aftur á Havnina týsmorgunin 28. oktobur kl. 07:30

Bíbliutímar, fyrilestrar, og sangløtur verða umborð, meðan siglt verður. Hesar løtur eru altið gevandi og hugnaligar.

Møguleiki verður at vitja í gongugøtuni í Hirtshals. Ókeypis bussur koyrir frá og til Norrönu. Íroknað er morgun- og kvøldarbuffet á allari ferðini.

Skráin fyri túrin kemur seinni.

Úr 2.390,-

Fyri hvønn tá 2 ferðast saman.

  • Íroknað:
    • Cruise til Danmarkar
    • Kamar uttan vindeyga
    • 3 x morgunmatarbuffet
    • 3 x kvøldarbuffet

Skráin fyri túrin

Fríggjadagur 24. oktober 
20:00 Fráferð Tórshavn 
21:00 Sangløta og kunning. Dia Hvannastein, Eyðun Jacobsen og Oasubrøður

Leygardagur 25. oktober
07:00 Morgunmatur í Skansagarði 
10:00 Sangløta & søgur um sangir við Poul Jóhan Djurhuus 
11:30 Bíbliutími, Hjørleif Vang
13:00 Bíbliutími, Páll á Lakjuni 
15:30 Teir komu til trúgv umborð – Svenning av Lofti skiftir orð við Menning Jacobsen frá Morskranesi
18:00 Nátturði í Skansagarði 
20:00 Felagssangløta. Dia Hvannastein, Eyðun Jacobsen og Oasubrøður

Sunnudagur 26. oktober
07:00 Morgunmatur í Skansagarði 
11:00 Norröna leggur at bryggju, og bussar koyra niðan í hugnaligu gongugøtuna í Hirtshals, har øll eru vælkomin at vitja samkomuhúsið Malta 
14:00 Bussarnir koyra oman aftur á bryggjuna
15:00 Norröna setir kós heimaftur móti Tórshavn 
15:30 Betania – John í Skemmuni um týdningin hjá samkomuhúsinum í Porkeri
18:00 Nátturði í Skansagarði 
20:00 Norröna bíbliuquiz og felagssangløta. Dia Hvannastein, Eyðun Jacobsen og Oasubrøður

Mánadagur 27. oktober
07:00 Morgunmatur í Skansagarði 
10:00 Bíbliutími, Jógvan Páll Sevdal
11:30 Bíbliutími, Svenning av Lofti
15:30 Felagssangløta. Dia Hvannastein, Eyðun Jacobsen og Oasubrøður
18:00 Nátturði í Skansagarði 
20:00 Evangeliið við Poul Jóhan Djurhuus og Ruth Gaardlykke

Týrsdagur 28. oktober
07:30 Leggja at bryggju í Tórshavn

Katalog

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues

Ja, eg vil fegin móttaka tíðindabrøv frá Smyril Line.