Við bili, kampingbili ella motorsúkklu til Íslands
Koyrið hagar tit vilja, steðgið og koyrið víðari, tá ið tit vilja. Njótið frælsið, ið kemst av at ferðast við egnum bili, kampingbili ella motorsúkklu.
Praktisk kunning
Tað er loyvt at taka gass-fløskur við umborð, tað skal tó framvísast á onkran hátt, at tílíkar fløskur eru við.
Áðrenn koyrt verður umborð, skal øll gass- og brennievni innspræning koplast frá/steingjast í akfarinum.
Til teir bilar og vognar, sum hava køliskáp við, so er ikki møguleiki at fáa streym á bildekkinum.