Kom við fjepparaskipinum Norrönu til Oslo og stuðla føroyska landsliðnum til EM-endaspælið í 2026. Meðan vit eru í Oslo hava matstovur og barrir opið sum vant. Tollfría sølubúðin er opin, meðan siglt verður.
Norröna – títt gistingarhús í Oslo
Vit fara at liggja við bryggju á Akershuskai – mitt í hjartanum av norska høvuðsstaðnum.
Undirhald
Við á ferðini hava vit nakrar av Føroya bestu tónleikarum, sum syrgja fyri góðum stemningi og sangi umborð. Sí skránna fyri túrin og tónleikarar longri niðri á síðuni.
Ferðaskrá
Fráferð úr Tórshavn 14. januar kl. 10:00
Koma til Oslo 16. januar kl. 08:00
Fráferð úr Oslo 20. januar kl. 23:59
Koma til Tórshavn 22. januar kl. 21:00
Prísur uttan atgongumerki
Úr 3.366,-
fyri hvønn
Prísur uttan atgongumerki
Úr 3.366,-
Einans couchettir eftir.
Íroknað
- Ferð við Norrönu Tórshavn – Oslo og aftur
- Gisting umborð
- ETS avgjald
Galdandi fyri hesa ferðina
- Aldursmark at keypa ferðina er 18 ár.
- Serligar gjaldstreytir, sí niðast á síðuni.
- Vit selja eitt kamar til hvørja bílegging.
- Eitt atgongumerki til hvønn ferðandi til allar dystirnar.
- Tað er ikki gjørligt at hava bilin við á ferðini.
Møgulig tilkeyp av atgongumerki
Dystirnir hjá Føroyum í undanumfarinum verða spældir í Unity Arena í Oslo 16., 18. og 20. januar. Tú keypir eitt atgongumerki pr. persón, sum er galdandi til allar 3 dystirnar.
Kategori 1: 1.692,- Útselt
Kategori 2: 1.242,-
Kategori 3: 1.000,-
Kategori 4: 655,- Næstan útselt
Sí yvirlit her:

Dystir
- 16. januar kl. 20.30: Føroyar-Sveis
- 18. januar kl. 18.00: Føroyar-Montenegro
- 20. januar kl. 20.30: Føroyar-Slovenia
Allir dystir eru í Bærum Unity Arena í Oslo.
Atgongumerki
Tey, ið hava keypt atgongumerkir, fáa tey sendandi umvegis teldupost 1 mánað áðrenn fráferð.
Bílegg pláss við bussinum eftir dystin 20/1
Beint aftaná dystin týsdagin 20. januar koyra bussar frá stadium til Norrönu kl. 21:45. Prísur fyri hvønn: 90,-
Bílegg tær pláss við bussinum á Mín bílegging, um tú longu hevur ein ferðaseðil.

Bílegg mat
áðrenn fráferð
Morgunmatarbuffet
Vaksin: 163,- / umborð 170,-
Ung 12-15 ár: 98,- / umborð 105,-
Barn 3-11 ár: 87,- / umborð 95,-
Buffet um kvøldið
Vaksin: 343,- / umborð 389,-
Barn 3-15 ár: 172,- / umborð 175,-
Bílegg máltíðir saman við ferðini, ella keyp á Mín bílegging, um tú longu hevur ein ferðaseðil.
Matur & drekka
Umborð er stórt úrval av vælsmakkandi mati – njót eina góða buffet, eina leskiliga máltíð í Munkastovu ella eina nýbakaða pitsu í Nótatúni.
Skráin fyri túrin
Mikudagur 14. januar
07.00
Kekk inn letur upp
10.00
Fráferð úr Tórshavn
14:00
Kunning um Oslo – Cruise Host
14.30
Kunning um Oslo – Cruise Host
16.00 – 18.00
Guðrun & Janus í Undirhúsinum
17.00 – 18.00
Rókur Jakobsen í Laterna Magica
20.30
Pub Quiz við James Olsen í Undirhúsinum
22.00 – 24.00
Guðrun & Janus í Laterna Magica
22.00 – 24.00
DJ Haraldsen í Undirhúsinum
24.00 – 02.00
Rókur Jakobsen í Laterna Magica
24.00 – 03.00
DJ Ottar & Rox í Undirhúsinum
Hósdagur 15. januar
10.30
Barnaundirhald við stoppdansi og spurnarkapping í Undirhúsinum
15.00
Diskobingo við Cruise Host í Undirhúsinum
16.00 – 18.00
Guðrun og Janus í Laterna Magica
16.00 – 18.00
Rókur Jakobsen í Undirhúsinum
20.00 – 21.00
Pub Quiz James Olsen
21.00 – 22.00
Karaoke við James Olsen
22.00 – 24.00
DJ Haraldsen í Undirhúsinum
22.00 – 24.00
Rókur Jakobsen, Guðrun & Janus í Laterna Magica
24.00 – 03.00
DJ Ottar & Rox í Undirhúsinum
Fríggjadagur 16. januar (dystardagur)
08.00
Vit koma til Oslo
10.30
Barnabingo við Cruise Host – Aldursmark 15 ár
16.00 – 18.00
Upphiting við Rox & DJ Haraldsen í Undirhúsinum
20.30
Dystur Føroyar – Sveis
23.30 – 01.30
Rókur Jakobsen í Laterna Magica
23.30 – 03.00
DJ Ottar í Undirhúsinum
Leygardagur 17. januar
10.30
Barnaundirhald við Cruise Host
15.00
Mega Bingo við Cruise Host í Undirhúsinum
16.00 – 18.00
Rókur Jakobsen í Undirhúsinum
21.00
Pub Quiz við James Olsen í Undirhúsinum
22.00
Karaoke við James Olsen í Undirhúsinum
23.00 – 00.30
Rox í Undirhúsinum
23.00 – 01.00
Guðrun & Janus í Laterna Magica
00.30 – 03.00
DJ Haraldsen í Undirhúsinum
Sunnudagur 18. januar (dystardagur)
10.30
Teknikapping fyri børn við Cruise Host
14.00 – 15.30
Upphiting í Undirhúsinum – Tónleikur og andlitsmáling – Rókur Jakobsen og DJ Ottar
18.00
Dystur Føroya – Montenegro
21.00 – 23.00
Guðrun & Janus og Rókur Jakobsen í Laterna Magica
23.00 – 03.00
DJ Ottar í Undirhúsinum
Mánadagur 19. januar
10.30
Barnaundirhald og stóladansur við Cruise Host í Undirhúsinum
15.00
Bingo við Cruise Host í Undirhúsinum
20.30 – 23.00
Felagssangur við James Olsen & Róki Jakobsen í Undirhúsinum
21.00 – 24.00
Coctail party & DJ Haraldsen í Laterna Magica
23.00 – 03.00
ROX og DJ Ottar í Undirhúsinum
Týsdagur 20. januar (dystardagur)
10.30
Barnaundirhald & kapping við Cruise Host í Undirhúsinum
15.00 – 17.00
Upphiting & livandi tónleikur við ymiskum tónleikarum í Undirshúsinum
20:30
Dystur Føroyar – Slovenia
22:30
Seinasti bussur koyrir av Stadium til Norrönu
23:59
Norröna fer úr Oslo
23.30 – 01.00
Vit sigla heim – felagssangur gjøgnum Oslo fjørðin við Róki Jakobsen og Guðrun & Janus í Laterna Magica
01.00 – 03.00
DJ Ottar & DJ Haraldsen í Undirhúsinum
Mikudagur 21. januar
10.30
Barnaundirhald við Cruise Host í Undirhúsinum
14.00 – 15.00
Whiskey smakking í Sjóbúðini
15.00
Mega Bingo við Cruise Host
16.30 – 17.30
Rókur Jakobsen í Laterna Magica
21.00
Karaoke við James Olsen & orkestri í Undirhúsinum
22.00 – 01.00
Coctail party við DJ Haraldsen og Guðrun & Janus í Laterna Magica
23.00 – 03.00
Rox og DJ Ottar í Undirhúsinum
Hósdagur 22. januar
14.00
Pub Quiz við Cruise Host
15.00 – 16.00
Gin smakking í Sjóbúðini
19.30 – 20.30
Tónleikaløta í Undirhúsinum
21.00
Norröna kemur til Havnar
Undirhald umborð

Treytir
Rinda 50% við bílegging.
Restgjaldið fellir 90 dagar áðrenn fráferð.
Um ferðin verður avlýst, verður eitt avlýsingargjald afturhildið, ið er ein prosentpartur av ferðaprísinum, alt eftir nær avlýst verður:
Meira enn 90 dagar undan fráferð: 50%
90-30 dagar áðrenn fráferð: 75%
30-0 dagar áðrenn fráferð: 100%