Kunning um dátuábyrgdara

P/F Smyril Line (Ltd.) (Smyril Line) er dátuábyrgdari fyri viðgerð av tínum persónsdátum. Allar tilvísingar í hesum privatlívspolitikki til “vit”, “okkum” ella “okkara” skulu síggjast sum ein tilvísing til Smyril Line. Hvussu samband fæst stendur niðast í hesum politikki. Vit virða privatlív títt og pliktað okkum at verja persónsupplýsingar tínar.

Fylgjandi vevsíður visa vit til sum okkara vevsíður/heimasíður: 

https://booking.smyrilline.fo, www.smyrilline.fo, www.smyrilline.is, www.smyril-line.com, www.smyrilline.de, www.smyrilline.fr, nl.smyrilline.fo, www.smyrilline.dk, www.smyrilline.no, www.smyrilline.se, www.smyrillinecargo.com, www.hafnia.fo, www.brandan.fo, www.katrina.fo, www.husagardur.fo, www.kaspar.fo, https://corona.smyrilline.com/

Okkara vevsíður og aðrir samskiftishættir (teldupostur, telefon, hjálparlinjur, sosialir miðlar, kjatt og á pappíri) eru nevndar niðanfyri sum “tænastur”.

Smyril Line pliktar seg til at verja privatlív títt. Okkara privatlívspolitikkur lýsir politikk Smyril Line samtaksins viðvíkjandi viðgerð av persónsdátum, trygdarátøkini vit hava sett í verk at verja slíkar dátur, rætt tín at síggja, rætta ella strika slíkar dátur og rættin at klaga.

Smyril Line tekur privatlív í álvara og pliktar seg at í minsta lagi fylgja hesum privatlívspolitikki. Tínar dátur verða viðgjørdar og fluttar til nágrein og lóglig endamál í samsvari við galdandi lóg.

Hesin politikkur er ein karmur, sum á einum tryggum støði verjir tær persónsdátur, ið verða brúktar, savnaðar og fluttar innanhýsis í Smyril Line samtakinum og við álítandi uttanhýsis samsarvsfelagar. Smyril Line brúkar ikki fleiri persónsdátur enn neyðugt.

Vit brúka sporingsforrit at fylgja við brúksmynstrum kundanna á okkara vevsíðum at hjálpa okkum at menna sniðgeving og uppseting av síðunum. Hesi forrit eru ikki av slíkum slag, at tey gera okkum før fyri at eyðmerkja ein persón.

Privatlívspolitikkur

NÆR INNSAVNA VIT TÍNAR DÁTUR?

Vit innsavna persónsdátur um teg tá tú bíleggur hjá okkum, ferðast við okkum, brúkar okkara vevsíður ella samskiftir við okkara tænastudeplar. Vit innsavna eisini persónsdátur, tá tú bíleggur farma- ella flutningstænastur.


HVÍ INNSAVNA VIT TÍNAR PERSÓNSDÁTUR OG HVUSSU BRÚKA VIT TÆR?

Skráseting av dátunum er neyðug til tess at gera eina avtalu (bílegging) við okkum og at geva tær fráboðanir um bíleggingina. Haraftrat er álagt Smyril Line við lóg at skráseta samleikan hjá okkara ferðandi og lata kunning til viðkomandi myndugleikar.

Tí biðja vit um navn, kyn, føðingardag, passnummar, bústað, teldupostadressu og nummarplátu á bilinum (um slíkur er). Tú kanst verða biðin um at vísa passið á farstøðini at prógva tín samleika. Vit biðja um teldupostadressu og telefonnummar, so vit skjótt kunnu fáa fatur á tær um onkur trupuleiki er við bókingini. Um tú sjálv/ur boðar okkum frá, skráseta vit eisini upplýsingar um tørv á serviðgerð ella hjálp í neyðstøðu.

Haraftrat brúka vit upplýsingarnar, sum verða innsavnaðar við bílegging og keyp, umborð á skipum okkara at gera hagtøl, sum verða brúkt at menna okkara tænastur. Møguliga biðja vit teg vísa fráferðarkortið, tá tú

keypir umborð. Hetta er bert til skráseting av hagtølum, og til ber at nokta at vísa tað. Um tú ikki ynskir, at vit brúka tínar dátur úr bíleggingini hagfrøðiliga, kanst tú boða okkum frá tí við telduposti ella brævi.


GJØLD Á NETINUM

Tá tú rindar á netinum, verður tú beind/ur yvir á eina trygga vevsíðu, har gjaldskortupplýsingarnar kunnu tøppast inn.

Øll gjøld verða viðgjørd í skipanum hjá einum samstarvsfelaga, vit hava álit á, og verða kortdátur góðkendar sambært hægstu trygdar- og verjuásetingum. Vit viðgera ella goyma ikki kortdátur innanhýsis í Smyril Line. Men set teg í samband við okkum, um spurningar eru um viðgerðina/nýtsluna av kortdátum. So venda vit okkum til okkara gjaldsavgreiðsluveitara.


EGIN VANGI

Tínar persónsdátur verða eisini brúktar, um tú hevur gjørt egnan vanga á onkrari av vevsíðum okkara. Um tú hevur gjørt ein vanga hjá okkum og givið loyvið, kunnu vit skráseta títt keyp at hjálpa okkum at umsita vangan og brúka upplýsingarnar at málrætta tær tilboð og vørur. Upplýsingarnar verða eisini brúktar at kenna teg aftur, tá tú bíleggur frá okkum (um tú ert ritað/ur inn) og at fylgja bíleggingini upp. Upplýsingarnar kunnu eisini brúkast í sambandi við kappingar og hagtøl.


HVUSSU VERJA VIT TÍNAR PERSÓNSDÁTUR?

Tá tú bíleggur frá okkum, brúka vit tryggjaðar skipanir, sum brongla allar upplýsingar, tú tøppar inn, áðrenn tær eru sendar okkum. Hendan brongling tryggjar, at upplýsingarnar er hóskandi væl vardar ímóti, at onkur óheimilað fær atgongd til tær.


HVUSSU LEINGI VARÐVEITA VIT TÍNAR PERSÓNSDÁTUR?

Persónsdátur í bíleggingum vera varðveittar so leingi, sum møguleiki er at reisa endurgjaldskrav móti okkum.

Um tú skrásetur ein vanga ellar teknar hald til telduposttænastu, varðveita vit tínar persónsdátur, til tú strikar vangan ella haldið av tíðindabrævinum. Upplýsingarnar í vanganum gera framtíðar bíleggingar lættari, tí tá hava vit longu skrásett tínar persónsdátur.

Til at tryggja, at vit hava rættar og dagførdar upplýsingar um okkara viðskiftafólk, mæla vit tær til at skráseta persónsdátubroytingar í vanganum. Um vangin ikki hevur verið brúktur ella rættaður í 5 ár, strika vit persónsdáturnar í honum.


TELDUPOSTTÆNASTU HALD OG KAPPINGAR

Tá vit bjóða at tekna hald av okkara telduposttænastu til tíðindabrøv og marknaðarførslu, biðja vit teg skráseta navn og teldupostadressu, so vit kunnu senda tær okkara tíðindabrøv við telduposti. Navnið er ikki alneyðugt fyri haldið av tænastuni, eins og tú nær tað skal vera kanst fara úr haldinum við at klikkja á leinkið at ógilda haldið í tíðindabrævinum. Tá tú tekur lut í kapping ella gert brúk av sølufremjandi tilboðum, kunnu vit biðja um navn, bústað og teldupostadressu, so vit kunnu umsita kappingina ella tilboðini og senda fráboðan til vinnarar.


NÝTSLA AV KENNIFÍLUM

Smyril Line brúkar kennifílur á okkara vevsíðum og bíleggingarskipan at tryggja, at øll bíleggingargongdin virkar sum ein heild.

Kennifílur eru heilt stuttar upplýsingar, sum kagin goymir á telduni. Meira kunning sæst í okkara kennifílupolitikki (longur niðri í tekstinum).


FARFORRIT (APPIR)

Smyril Line hevur fleiri farforrit (appir), sum styrkja brúkaraupplivingina. Somu meginreglur, sum eru greinaðar í hesum politikki, eru galdandi fyri tey, sum brúka okkara appir. Vit brúka forritini Google Analytics og Mouseflow, sum, uttan at eyðmerkja persónar, máta app-nýtsluna. Vit heinta ikki aðrar persónsdátur enn tær, sum eru neyðugar fyri virknaðin av einstøku appini (til dømis hvar í heiminum tú ert). Allar dátur um teg, sum eru heintaðar við nýtslu av okkara appum, verða bert bert brúktar av Smyril Line og verður ikki latin øðrum triðja parti enn omanfyri nevndu forritum.


LETUR SMYRIL LINE TRIÐJA PART SÍGGJA DÁTUR?

Persónsdátur eru felags innanvert Smyril Line samtakið, tí vit hava somu bíleggingarskipan. Vit hava innanhýsis politikkir og avtalur, sum tryggja eina nøktandi verju uttan mun til hvar í samtakinum tínar dátur eru goymdar.

Vit flyta ikki dátur, sum kunnu eyðmerkja persónar, um okkara vitjandi ella viðskiftafólk til triðja part, uttan í fylgjandi førum:

– Tænastuveitarar og ráðgevar, sum veita okkum ávísar tænastur, so sum gistingarhús og veitarar av útferðum. Tá eru veitararnir sjálvir dátuábyrgdarar.

– Um tað er eitt lógarkrav.

– Smyril Line kann veita triðja parts samstarvsfelagum hagtøl um okkara viðskiftafólk, sølu, ferðslumynstur, limaskap í avsláttarskipan og líknandi kunning.

– Haraftrat kann Smyril Line veita triða parti, sum veitir tænastur okkara vegna, upplýsingar um okkara viðskiftafólk. Hesar tænastur kunnu vera gjaldsmiðlan, virkisgreinan, viðskiftatænasta, marknaðarførsla og útbýtan av spurnarkanningum.

– Vit kunnu eisini góðkenna triðja part at savna upplýsingar okkara vegna, um neyðugt eisini at røkja tættir á okkara vevsíðum ella at standa fyri at senda tær tilsnikkað lýsingartilfar við telduposti.

– Vit kunnu veita triðja parti upplýsingar um teg at brúka til uppfylging av ófullfíggjaðum bíleggingum umvegis teldupost.

– Um tú heldur okkurt av okkara tíðindabrøvum, kunnu vit lata Facebook tína teldupostadressu til lýsingarherferðir á sosialum miðlum.

– Um vit selja ognir ella trygdir hjá okkum ella okkara starvsfólkum ella øðrum, ella um vit selja ella niðurlaga onkran part av virkseminum ella ognunum.

– Einhvør slík flyting verur í samsvari við dátuverndarlóg og bara til álítandi triðja part.

Vit stremba altíð eftir at upplýsa greitt, hvussu vit brúka og møguliga avdúka upplýsingar um teg, tá vit taka ímóti slíkum upplýsingum. Um tað ikki er høgligt at upplýsa tá og har innsavningin fer fram, boða vit tær frá so skjótt til ber uttan so, at lóglig grund er at ikki gera tað. Til dømis tá tað er neyðugt at forða fyri ella uppdaga brotsverk, ella tá lógarverkið annars loyvir tí.


TRYGD OG TRYGGLEIKI UMBORÐ

Eftir nágreiniliga kanning og sambært treytunum galdandi fyri ferðina kunnu nøvn á óynsktum ferðandi setast á ein innanhýsis lista at forða hesum fólkum at bíleggja frá okkum og ferðast við okkum, um skiparin

hevur orsøk at halda, at tann ferðandi gerst ein trygdarváði. Ferðandi verða mett at vera ein trygdarváði um tey hava verið til vanda fyri tey sjálvi, skipið, manningina ella onnur ferðandi; um teirra framferð hevur verið óhóskandi á eini ferð frammanundan ella um tey hava latið vera við at fylgt trygdarásetingum ella -krøvum. Smyril Line skrásetir neyðugar persónsupplýsingar um bannaði ferðandi til tess at forða teimum í at bíleggja ferðir við okkara ferðamannaskipum í eina ásetta tíð. Upplýsingarnar vera ikki varðveittar longri enn neyðugt.


TÍNI RÆTTINDI

Niðanfyri er ein samandráttur av tínum rættindum sambært føroysku dátuverndarlógini og evropisku General Data Protection Regulation (GDPR). Hjá tær at nýta hesi rættindi er ókeypis eina ferð um árið og tað kann gerast við at senda okkum ein teldupost til onkran av teimum kontaktpersónum, sum eru nevndir longri niðri í hesum skjali. Til ber eisini at brúka samskiftisoyðublaðið á okkara vevsíðum. Tá tú fært ein teldupost eftir at hava bílagt hjá Smyril Line, er eisini møguligt at klikkja á eitt leinki at lata upp bíleggingina og rætta upplýsingarnar. Ver vælkomin at spyrja okkum um tíni rættindi (upplýsingar um samskiftismøguleikarstanda longri niðri í hesum skjali).

Legg til merkis at Smyril Line altíð skrásetur slíkar umbønir til støðutakan, um umbønin hevur rættargildi. Tey rættindi, sum eru roknaði upp niðanfyri, eru ikki treytaleys og undantøk kunnu vera.

Aftrat rættindunum, sum eru roknaði upp niðanfyri, hevur tú altíð rætt at senda klagu til Dátueftirlitið um viðgerð okkara av tínum persónsdátum.


RÆTTURIN TIL ATGONGD

Tú hevur rætt at biðja Smyril Line um avrit av okkara upplýsingum um teg og innlit í, hvussu hesar upplýsingar verða viðgjørdar.


RÆTTURIN AT RÆTTA

Tú hevur rætt at fáa tína persónsupplýsingar rættaðar, um tær eru skeivar ella ófulfíggjaðar.


RÆTTURIN AT STRIKA (RÆTTURIN AT VERÐA GLOYMD/UR)

Tú hevur rætt at biða Smyril Line strika tína persónsdátur uttan óneyðugt drál undir fylgjandi umstøðum:

– um tínar persónsdátur ikki eru neyðugar longur at røkka endamálinum, sum gjørdi tað neyðugt at innsavna ella viðgera tær;

– um samtykki til viðgerðina verður afturkallað ella ella ongin lógarheimild fyri viðgerðini finst;

– um tú hevur lógliga grund at mótmæla viðgerðini av tínum persónsdátum;

– um viðgerðin av persónsdátum er ólóglig; ella

– um persónsdáturnar mugu strikast til tess at upplylla lógarkrav.


RÆTTURIN AT AVMARKA VIÐGERÐ

Tú hevur rætt at krevja, at viðgerin av tínum persónsdátum verður forðað ella steðgað undir fylgjandi umstøðum:

– rættleikin av persónsdátunum verur kannaður;

– viðgerðin er ólóglig ella upplýsingarnar eru ikki longur neyðugar at røkka endamálinum, sum gjørdi tað neyðugt at innheinta ella viðgera tær, men tú ynskir avmarking av viðgerðini ístaðin fyri at tínar persónsdátur verða strikaðar;

– Smyril Line hevur ikki longur tørv á tínum persónsdátum, men tær nýtist persónsdáturnar at avgera, fremja ella verja í rættinum eitt lógarkrav; ella

– tú hevur mótmælt viðgerðini av persónsdátunum og mótmælið er við at verða viðgjørt.


RÆTTURIN AT FLYTA UPPLÝSINGAR (DÁTUFLYTFØRI)

Undir ávísum umstøðum hevur tú rætt at fáa tær persónsdátur, tú hevur givið Smyril Line, útflýggjaðar at senda øðrum tænastuveitara, um viðgerðin av tínum persónsdátum er grundað á samtykki ella uppfylling av einum sáttmála.


VANLIGUR RÆTTUR AT MÓTMÆLA

Tú hevur nær tað skal vera vanligan rætt at mótmæla, at Smyril Line lógliga viðger tínar persónsdátur. Um tú mótmælir skulu vit prógva, at vit hava rímiligar lógligar orsøkir til viðgerðina ella at okkum tørvar persónsdáturnar at avgera, verja ella styrkja eitt lógarkrav.


RÆTTURIN AT MÓTMÆLA BRÚK AV PERSÓNSDÁTUM TIL BEINLEIÐIS MARKNAÐARFØRSLU

Tú hevur nær tað skal vera rætt at mótmæla, at tínar persónsdátur vera brúktar til beinleiðis marknaðarførslu. Um tú mótmælir, gevst Smyril Line at viðgera tínar persónsdátur til slík endamál.


TÍTT LOYVI

Tá tú brúkar okkara vevsíður, loyvir tú Smyril Line at innsavna og brúka upplýsingar um teg sum greitt frá omanfyri. Um okkara privatlívspolitikkur verður broyttur, broyta vit hetta skjal samsvarandi, so tú altíð kanst vera varug/ur við hvørjar upplýsingar vit heinta inn, hvussu tær vera brúktar og undir hvørjum umstøðum tær kunnu gerast atkomiligar.


YNSKIR TÚ MEIRA KUNNING UM TÍNAR DÁTUR?

Tú kanst altíð venda tær til okkum viðvíkjandi teimum upplýsingum, vit hava skrásett, og biðja um frágreiðing um tær persónsdátur, vit hava heinta inn og viðgjørt, og hvørjir teir móttakarar eru, sum Smyril Line fer, ella kann fara, at gera upplýsingarnar atkomiligar fyri.

Eisini er tú vælkomin at seta teg í samband við okkum, um tú vilt hava okkum at rætta, strika ella steingja skeivar upplýsingar. Smyril Line roynir altíð at svara uppá væl grundaðar áheitanir skjótast gjørligt. Ger so væl at senda slíkar áheitanir til privacy@smyrilline.fo

Um tú hevur teknað teg at móttaka okkara tíðandabræv við telduposti, kanst tú altíð melda frá við at brúkað leinkið í tíðindabrævinum ella við at senda teldupost til hesa somu teldupostadressuna.


DÁTUÁBYRGDARI

Smyril Line

P/F (Ltd.)

Bústaður: Yviri við Strond 1, FO-100 Tórshavn, Føroyar

Tel.: +298 34 59 00


TAK SAMBAND VIÐ

Um tú hevur spurning(ar) um hendan privatlívspolitikk, ella tú vilt fáa innlit í tær persónsdátur, vit hava um teg, kanst tú senda teldupost til privacy@smyrilline.fo

Um tú heldur vilt ringja inn til eina av skrivstovum okkara, er tað eisni heilt í lagi. Starvsfólkini har fara at hjálpa tær at fáa svar uppá spurningarnar.

Kennifílupolitikkur Smyril Line

KENNIFÍLUR, ENDAMÁL OG TÝDNINGUR

Kennifílur eru smáar fílur við upplýsingum, sum verða goymdar á telduni tá tú vitjar eitt vevstað. Kennifílur vera til dømis brúktar at skráseta, hvussu tú ferðast inni á vevsíðuni og minnast til tín, um tú vitjar aftur. Tær skrásettu upplýsingarnar kunnu til dømis brúkast til hagtøl at betra um brúkaraupplivingina. Ein kennifíla er ikki eitt forrit og kann ikki bera virus.


VIT BIÐJA UM LOYVI

Áðrenn vit leggja kennifílur á útgerð tína, biðja vit um loyvi. Men kennifílur, sum eru neyðugar at tryggja virknaðin og ásetingar kunnu goymast uttan loyvi.


HVUSSU VIT BRÚKA KENNIFÍLUR Á OKKARA VEVSÍÐUM

Vit brúka kennifílur til tess at albøta vevsíðurnar og virknað teirra, soleiðis at vitjanin har er so løtt sum møguligt fyri viðskiftafólkið. Tú kanst, nær tað skal vera, strika kennifílur av telduni. Hvussu tað skal gerast veldst um kagan, tú brúkar.


TØKNILIGA NEYÐUGAR KENNIFÍLUR

Innihaldið á okkara vevsíðum verur goymt og umsitið við CMS-skipanunum DynamicWeb og Wordpress (CMS merkir innihaldsumsitingarskipan). Hesar skipanir leggja inn kennifílur, sum kenna teg aftur, meðan tú ferðast á okkara vevsíðum. We brúka kennifíluboðrøðir at halda skil á, um tú hevur fingið boð um nýtsluna av kennifílum á vevsíðuni.


SERTOKKA-KENNIFÍLUR (PREFERENCE COOKIES)

Hesar kennifílur vera brúktar at tryggja bestu brúkaraupplivingina á vevsíðuni. Um tú til dømis hyggur at YouTube sjónbondum á smyrilline.fo, brúkar YouTube kennifílur at fylgja við í, hvat sjónband verður víst og hvussu langt, tú ert komin at hyggja.


RAKSTRAR- OG BETRINGAR-KENNIFÍLUR

Hesar kennifílur vera brúktar at reka vevsíðuna. Í hesum sambandi brúka vit í høvuðsheitum Google Analytics, Google Tag Manager, Mouseflow og LiveHelpNow at greina, hvussu okkara viðskiftafólk brúka vevsíðuna. Upplýsingarnar, sum vera innheintaðar og goymdar í kennifíluni um títt brúk av vevsíðuni, verða sendar til og goymdar hjá Google og Mouseflow. Tá tað kemur til keyp á netinum, brúka vit ASP.NET, sum brúkar setukennifílur, sum vera strikaðar eftir einum tíma, at handfara og fulfíggja eina bílegging. Haraftrat setur okkara kjatt-funka kennifílur, sum albøta brúkaraupplivingina í kjattinum.


MARKNAÐARFØRSLUKENNIFÍLUR – ÓNEVND FYLGING YVIR FLEIRI VEVSÍÐUR

Hesar kennifílur gera tað møguligt at fylgja brúkarum, tá teir vitja ymiskar vevsíður. Upplýsingarnar gera tað møguligt at vísa brúkaranum viðkomandi lýsingar. Fyri tíðina brúka vit hesar upplýsingar á okkara vevsíðum.

Katalog

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues

Ja, eg vil fegin móttaka tíðindabrøv frá Smyril Line.