Ferðast trygt – Vit eru her at hjálpa
Hjá Smyril Line ynskja vit, at øll okkara ferðafólk kenna seg trygg og væl stuðlað á ferðini.
Sum errin limur í Sólblómu-skipanini fyri ósjónlig brek vísa vit virðing og veita hjálp til gestir við ósjónligum brekum, heilsutrupulleikum ella varandi sjúkum. Starvsfólk okkara eru upplærd at møta fólki við serligum tørvi við fatan, tolsemi og uppmerksemi.
Leita eftir sólblómu-merkinum í móttøkuni – og sig endiliga frá, um tað er nakað, vit kunnu gera fyri at gera tína ferð enn betur.
Lær meira um Solblómu-skipanina í hesum filmiHjá Smyril Line arbeiða vit fyri at skapa eina ferðauppliving, har øll kenna seg vælkomin og sædd. Manningin er serliga upplærd í at stuðla gestum, ið bera sólblómu-bandið, við blídni og virðing.
Tá tú ber sólblómu-bandið, vísir tú starvsfólkunum, at tú kanska hevur tørv á eyka stuðli á ferðini. Vit eru her fyri at tryggja, at tú fært eina so góða og ómakaleysa ferð sum gjørligt.
Sólblómu-bandið er ætlað øllum ferðafólki við ósjónligum breki – og tær nýtist ikki at deila nakrar persónligar upplýsingar fyri at fáa hetta bandið.
Tað er fullkomiliga sjálvboðið og eitt amboð, sum skal gera tað lættari og tryggari at ferðast. Spyr bara okkara starvsfólk – tey hjálpa tær fegin.
Tú kanst fáa eitt sólblómu-band á hesum støðum:
• Tá tú skrásetir teg til ferðina
• Í móttøkuni umborð á Norrönu
• Á høvuðsskrivstovuni hjá Smyril Line í Havn og á søluskrivstovuni í Hirtshals