Søga felagsins

Høvuðsvirksemið felagsins er fólka- og farmaflutningur í Norðuratlantshavi.

Smyril Line varð stovnað í 1982 av yvirmonnum á M/F Smyrli. Hesir útvegaðu ferjuna Gustav Vasa, góvu henni navnið Norröna, og í 1983 byrjaði Smyril Line at sigla á gomlu rutuni hjá Smyrli.

Smyril Line er ídag eitt kent felag á ferðafólka- og farmamarknaðinum. 

Í apríl 2003 kom nýggja Norröna. Síðan hon kom í føroyska flotan, er Norröna dagførd í smáum. Um árskiftið 2020/2021 varð ein størri nútímansgerð av Norrönu framd. Kabinutalið varð økt við 50 kabinum og á dekk 10 varð bygd ein nýggj café. Samlaða talið á kabinum er nú 366, harnæst eru 30 couchetturúm. Umframt hesar stóru broytingar, vóru dagføringar framdar í øllum skipinum. 

Norröna er 36.976 BRT, er 165,7 metrar long, 30 metrar breið og kann sigla við eini ferð á 21 míl um tíman. 

Smyril Line eigur og rekur eisini Smyril Line Cargo, sum hevur farmaskipini Eystnes, Hvítanes, Akranes, Mykines og Glyvursnes. Fá nærri kunning um Smyril Line Cargo á cargo.fo.

Umframt skipini og skrivstovuna í Føroyum, eigur Smyril Line eisini Smyril Line Travel A/S í Danmark. Hetta felag rekur virksemið í Kiel í Týsklandi. 

Stóru eigararnir í Smyril Line eru P/F 12.11.11 (59,5%), Føroya Landsstýri (16,2%) og Framtaksgrunnur Føroya (6,3%). Smærru partaeigararnir eiga til samans 18%. Partapeningurin er í alt 112.012.332 DKK.

Katalog

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues

Ja, eg vil fegin móttaka tíðindabrøv frá Smyril Line.