Kunning viðvíkjandi tínari ferð við Norrönu

Adressa
Innskriving í Danmark: Fjord Line, Containerkajen 4, DK-9850 Hirtshals.
Innskriving í Føroyum: Eystarabryggja 2, FO-100 Tórshavn.
Innskriving í Íslandi: Fjarðagata 8, IS-710 Seyðisfjørður.

Alnet og telefontøkni
Til ber at keypa atgongd til alnetið umborð. Sí prísir og kunning her.

Tá ið siglt verður við Norrönu, ringir tú via satellitt telefon, sum inniber ein hægri takst enn vanligt. Vit viðmæla at sløkkja fyri “roaming” á fartelefonini, meðan tú ert umborð.

Barnasong
Møguligt er at leiga barnasong áðrenn fráferð - hetta kann eisini gerast umborð. Vinarliga set teg í samband við skrivstovuna. Prísur fyri leigu av barnasong er kr. 150. 

Barnavognur
Til ber at taka barnavognin við umborð, men av trygdarávum er ikki loyvið at barnavognurin stendur í gongini, men skal vera í kamarinum, tá hann annars ikki er í brúki.

Bildekkið
Bildekkið verður stúvað sera tætt, bæði av vanligum persónbilum, lastbilum og kampingvognum, gevið tí gætur fyri at plássið millum akførini er sera avmarkað.

Av trygdarávum er eingin atgongd til bildekkið, meðan siglt verður. Heldur ikki er møguligt at fáa streym á bildekkinum.

Couchettur
Couchetturnar eru koyggjusengur til 6 fólk, sum eru býttar upp eftir kyni. Ein skal sjálv/ur hava við sær seingjarlín, dýnu, kodda og handklæði. Tó ber væl til at bíleggja hetta á skrivstovuni áðrenn fráferð ella í móttøkuni umborð. Felags wc og baðirúm við brúsu eru á gongini. Umframt er goymslurúm til viðførði á gongini - og  øll hava atgongd til hetta. Ynskir tú at læsa viðførið inni, kanst tú leiga minni viðførisboks fyri kr. 10 og størri viðførðisboks fyri kr. 20. Vinarliga set teg í samband við móttøkuna hesum viðvíkjandi.

Drekkivatn
Vit vilja gera vart við, at vatnið umborð á Norrönu inniheldur klor.

Eftirlit
Umborð á Norrönu er onki eftirlit við børnum. Foreldur/verjar hava til einhvørja tíð ábyrgd fyri børnum sínum, sama er galdandi í svimjihylinum og fitnessrúminum. Børn undir 15 ár mugu einans vera í svimjihylinum og fitnessrúminum saman við vaksnum fólki.

Egið frysti- og ferðagóðs
Egið frystigóðs upp í 50 kg ella hægst ½ m3 og egið ferðagóðs upp í 50 kg kann verða tikið við uttan eykakostnað. Frystigóðs skal vera merkt við navni og bústaði. Tænastan er ókeypis og Smyril Line tekur onga ábyrd fyri vøruni, um so er at hon fær skaða og/ella verður oyðiløgd. Vinarliga set teg í samband við starvsfólkini í innskrivingini fyri nærri kunning um handfaring av frystigóðsi.

Í hesum sambandi skal verða víst á, at ein og hvør handilsligur flutningur av góðsi skal verða avgreiddur umvegis Smyril Line Cargo (á tel. nr. +298 309600 ella cargo@cargo.fo.

Elbilar
Vegna trygdina umborð er tað umráðandi, at tú við bílegging kunnar Smyril Line, um tú ferðast við elbili.

El og streymur
Stikkontaktirnar umborð eru 220 V. Vit veita ikki streym á bildekkinum. Ikki er loyvið at løða battarí á el-bilum, kampingvognum osfr. umborð á Norrönu. Ísetan av gassi og øðrum eldfimum á akfarið skal takast frá áðrenn akfarið kemur umborð. Ikki er loyvið at hava køliskápið í t.d. kampingvogninum tendrað.

Ferðaseðil
Tá vit hava skrásett síðsta gjaldið av ferðaseðlinum, fært tú eina ferðaváttan  á tína teldupostadressu. Hetta skjalið er váttanin umboðandi tína ferð, bæði við innskriving og í matstovunum umborð á Norrønu- umframt á teim gistingarstøðum, sum tú hevur bílagt gjøgnum Smyril Line.

Gass
Loyvið er at taka gassfløskur við umborð, tó skal hetta frámerkjast við einum klistrimerki á rútinum. Ísetan av gassi og øðrum eldfimum á akfarið, skal takast frá áðrenn akfarið kemur umborð.

Gjalding umborð
Til ber at nýta øll vanlig gjaldskort umborð. Fyrivarni verður tikið fyri virkisføri á kortgreiðsluni umborð.

Tað ber ikki til at veksla ella heva pengar umborð.

Gloymdir lutir
Hevur tú gloymt eitthvørt umborð á Norrønu, kanst tú venda tær til móttøkuna umborð á reception@norrona.fo ella við at ringja á +298 344900.

Ynskir tú at fáa lutin sendan til tín bústað, verður hetta gjørt uppá egna rokning. Gloymdir lutir verða goymdir í tveir mánaðir umborð á Norrønu.

Húsdjór
Møguligt er at hava húsdjór við umborð, og fer hetta fram soleiðis, at atgongd til búur verður keypt við bílegging. Umsiting av djórinum á ferðini er egin ábyrgd. Tá tú hevur títt djór við á ferð, skalt tú bóka eitt búr, og tú fært eitt nummar - 1 til 4 um tað er eitt lítið búr ella 5 – 6, sum eru til tey størru djórini. Tá tú kemur umborð, skalt tú í móttøkuna at heinta 2 lyklar. 200 kr verður goldið í depositum, sum verður afturgoldið tá tú kemur aftur við lyklunum.

Millum Danmark og Føroyar kunnu húsdjór einans takast við undir serligum treytum, sum verða upplýstar hjá avvarðandi myndugleika. Ikki er loyvt at taka djór við til Íslands. Húsdjór eru ikki loyvd at hava inni á kømrunum, men vit hava rúm fyri seg, har vask við krana og slangu er lagt inn og eisini er hiti í rúminum. Verður hetta ikki tikið fyri fulla virðing, fær viðkomandi eina rokning á kr. 3.000 fyri reingerðing.

Innskriving
Øll ferðandi kunnu sita í bilinum, tá koyrt verður umborð og í land.

Vit vilja gera vart við, at roknast kann við bíðitíð, tá ið koyrt verður umborð og í land - serliga í háarstíð. 

Sí innskrivingartíðir her.

Kømur
Til ber ikki at bíleggja ávíst kamar tá bílegging fer fram, men til ber at viðmerkja hetta sum eitt ynski .
Hevur tú bílagt eina koyggju í deilikamari, ber ikki til at bíleggja yvir- ella undirkoyggju, tó ber til at viðmerkja  hetta sum ynski.

Lyfta
Tvær lyftur eru frammi í skipinum, og tvær lyftur eru aftari. Atkomumøguleiki er til øll dekkini við lyftu undantikið dekk 1, har svimjihylurin og fitnessrúmið eru. Ert tú í koyristóli, verður tú vinarliga biðin um at boða sølufólkunum frá hesum.

Lækni umborð
Umborð á Norrönu er ongin lækni. Skiparin hevur ábyrgd fyri skaðastovuni umborð og kann veita fyrstuhjálp.

Matstovur
Umborð á Norrönu eru tríggjar matstovur og 2 kaféir. Vit vilja gera vart við, at nakrar matstovur og aðrir hentleikar kunnu vera afturlatin vegna veður ella tal av ferðandi.

Møtitíð
Fyrivarni verður tikið fyri broytingum og dagføring av ferðaætlanini. Vit vísa til treytirnar hjá okkum á heimasíðuni. 10 dagar undan fráferð verður praktisk kunning send til allar bíleggingar umvegis teldupost.

Vit vilja gera vart við, at allar tíðir á ferðaseðlinum eru lokalar tíðir.

Rørslutarnað
Umborð eru seks 4-koyggukømur til rørslutarnað fólk har hurðarnar eru breiðari enn vanligt, gólvplássið er størri og baðrúmið hevur stúttu. 

Royking
Umborð á Norrönu er tað einans loyvt at roykja á roykiøkjuni Hjallurin á dekk 9. Brot á hesa reglu viðførir stóra bót. Verður hetta ikki tikið fyri fulla virðing, fær viðkomandi eina rokning á kr. 1.500 fyri reingerðing. 

Sjóverk
Til fyribyrgjan av sjóverki, ber til at keypa sjóverkstablettir og armbond í móttøkuni umborð . Í samband við sjóverk - viðmæla vit okkara ferðandi tó altíð at søkja um ráð hjá lækna ella á apoteksverkinum áðrenn fráferð.

Tax Free
Tá ið tú ferðast úr Danmark skalt tú hava eitt toll stempul á tína Tax-free kvittan. Hettar stempul fært tú frá SKAT á Dalsagervej 7, 9850 Hirthals. Peningin fyri Global Blue seðlar, Premier Tax-Free/Taxfree World Wide seðlar og Planet Taxfree seðlar fært tú í móttøkuni umborð.

Tá ið tú ferðast úr Íslandi, skalt tú leggja tínar Tax free seðlar í ein kassa sum stendur í terminalinum í Seyðisfirði. Hesir seðlar verða síðani stemplaðir av tollarunum og Tax free fyritøkan endurrindar tær peningin á gjaldskortið sum tú hevur upplýst teimum. Endurgjaldstíðin er +3 mánaðir.

Tá ið tú ferðast úr Føroyum skalt tú hava eitt toll stempul á Tax-Free kvittanina. Toll stemplið fært tú frá Tollvaldinum á Farstøðini, 1 tíma undan fráferð. Peningurin fyri Premier Tax-Free og Planet Tax-Free seðlar fært tú í móttøkuni umborð.

Útgerð í kømrunum
Hárturkari, sjónvarp, seingjarklæðir, klæðnaskáp, baðirúm við brúsu, skriviborð, 1 skammil.
Hvør ferðandi fær 1 handklæði fyri hvørja bílagda koyggju
Kømrum við vindeyga hava køliskáp - møguligt er at keypa atgond til køliskápið v/ mini-barr - online, á skrivstovuni ella í móttøkuni umborð.

Fylgjandi útgerð finst ikki á kømrunum:
Sjampoo
Eyka handklæði
Hevur tú bílagt eina tilboðsferð, kann hetta verða ein avmarking fyri møguleika til uppstigan av kamari.

Útskriving
Ferðandi verða vinarliga biðin um at vera úti úr kamarinum 1 tíma innan komu.

Við barn
Ferðandi við barn kunnu sigla við Norrönu fram til 34. viku. Hetta er tó eftir egnari ábyrgd. Frá 31. viku skal læknaváttan havast við. Norröna hevur ikki lækna ella sjúkrarøktarfrøðing umborð.

Viðføri
Av tí at tað ikki er loyvið at fara á bildekkið av trygdaráðum meðan siglt verður, viðmæla vit øllum ferðandi at pakka eina minni tasku til neyðuga útgerð á  túrinum umborð á Norrönu.

Katalog

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues

Ja, eg vil fegin móttaka tíðindabrøv frá Smyril Line.