Nordic luksuskamar
Nýggju Nordic luksuskømrini liggja á dekk 8 - og tey hava øll frálíkt útsýni. Norrøna fær 34 tílík kømur. Hvørt kamar hevur eina stóra dupultsong (180x200 cm). Umframt hetta, er ein song, sum kann trekkjast út úr sjálvari dupultsongini, soleiðis at pláss vera fyri 3 fólkum í kamarinum.
Kamarið hevur eisini eina sofu framvið vindeyganum - umframt borð og tveir stólar. Sera nógv er gjørt burtur úr innrættingini í hesum nýggju og stásuliga kømrum. Kamarið hevur egið wc og bað.
Fruktkurv og minibarr eru íroknað prísinum á luksuskømrunum. Minibarrin inniheldur fylgjandi: 2 sodavatn, 2 øl, 2 vatn og 1 pk chips (lítil pakki), 1 twix/mars/snickers. Fyrivarni verður tikið fyri broytingum í vøruúrvalinum.