Hetta rúmliga kamarið hevur 4 koyggjur. Niðaru koyggjurnar kunnu lættliga gerast um til sofur. Í kamarinum eru seingjarklæði og handklæði umframt sjónvarp, klædnaskáp, buksupressa og stikk til 240 V. Kamarið hevur egið wc og bað við brúsu. Á baðirúminum er vanligur útbúnaður, sum hárturkari og stikk til t.d. rakimaskinu. 4-koyggjukamar kann bíleggjast til minst 3 persónar, ið ferðast saman.
Luksuskømurini liggja á dekk 7. Her verða útboðin 12 av okkara bestu kømurum. Kamarið hevur stóra dupultsong (160x200 cm) og eina sovisofu (130x210 cm) umframt borð og tveir krakkar - og tað er eitt sindur meira gjørt burtur úr innrættingini enn á smærru kømurunum. Kamarið hevur egið wc og bað. Í kamarinum er pláss fyri 2-4 fólkum, sum ferðast saman - sostatt rætta loysnin hjá familjum við einum ella tveimum børnum.
Fruktkurv og minibarr eru íroknað prísinum á luksuskømrunum. Minibarrin inniheldur fylgjandi: 2 sodavatn, 2 øl, 2 vatn og 1 pk chips (lítil pakki), 1 twix/mars/snickers. Fyrivarni verður tikið fyri broytingum í vøruúrvalinum.
Vit viðmæla tykkum at bíleggja í góðari tíð, av tí at kamarið er sera væl umtókt og verður skjótt útselt.
Hetta rúmliga kamarið hevur 4 koyggjur. Niðaru koyggjurnar kunnu lættliga gerast um til sofur. Í kamarinum eru seingjarklæði og handklæði umframt sjónvarp, klædnaskáp, buksupressa og stikk til 240 V. Kamarið hevur egið wc og bað við brúsu. Á baðirúminum er vanligur útbúnaður, sum hárturkari og stikk til t.d. rakimaskinu. 4-koyggjukamar kann bíleggjast til minst 3 persónar, ið ferðast saman.
Kann bert keypast í kømrum við vindeyga. Minibarr í luksuskømrunum og svitunum er íroknað prísinum. Hon inniheldur: 2 sodavatn, 2 øl, 2 vatn og 1 pk chips (lítil pakki), 1 twix/mars/snickers. Um tú ferðast á Cruise, so verður minibarrin bert fylt upp einaferð á túrinum, og tað er við fráferð.
Minibar u/alkohol kr. 89 (umborð kr. 119)
2 x vatn 50cl., 2 x brúsvatn 33cl., 2 x Coca Cola 33cl., 2 x Fanta 33cl., 1 x KitKat, 2 x Kims Chips 25g., 1 x Haribo 500g., 2 x Twix mini, 2 x Snickers mini
Minibar v/alkohol kr. 129 (umborð kr. 149)
2 x vatn 50cl., 2 x brúsvatn 33cl., 2 x Coca Cola 33cl., 2 x Føroya Bjór Veðr øl 33cl., 2 x Føroya Bjór Gull øl 33cl., 1 x reyðvín Casa Major, 2 x Kims Chips 25g., 2 x Twix mini, 2 x Snickers mini
Fyrivarni verður tikið fyri broytingum í vøruúrvalinum. Bílegg á tlf. 345900 ella skriva til booking@smyrilline.fo.
Fruktkurv kr. 79
Fruktkurv & reyðvín 75 cl. kr. 314
Fruktkurv & hvíttvín 75 cl. kr. 314
Fruktkurv, sjokoláta & brúsandi vín 75 cl. kr. 585
Bílegg á tlf. 345900 ella skriva til booking@smyrilline.fo.
Um tit eru fleiri fólk í kamarinum, enn har eru sengur, er møguligt at bíleggja eyka seingjarklæðir fyri kr. 70 áðrenn fráferð. Í pakkanum er dýna, koddi, við seingjarklæðum, lak og handklæði.
Um tú ynskir at leiga seingjarklæðir, tá tú kemur umborð, kanst tú gera hetta í móttøkuni á dekk 5 fyri kr. 150. Pakkin við seingjarklæðum verður lagdur í kabinuna.
Um tú einans ynskir ein kodda við koddavár, er tað eisini møguligt fyri kr. 30.