Umborð er altíð okkurt at taka sær til fyri ferðandi í øllum aldri.
Sjóbúðin Tax & Duty Free
Shoppingmøguleikarnir eru góðir umborð – og prísirnir eru sera kappingarførir. Vit hava stórt úrval av vanligum tax-free sølulutum, og breitt úrval av designvørum.
Kom og slappa av í flógvum norðuratlantssjógvi og njót frálíka útsýnið, í okkara rúmligu heitu pottum á dekk 7, ið verða hitaðir av avlopshita frá maskinrúminum. Vit hava 3 pottar, og pláss er fyri 6 fólkum í hvørjum potti.
Svimjihylur, sauna & fitness
Forkela kropp og sál á dekki 1. Her finnur tú fitnessrúmið, hitarúmið og svimjihylin. Svimjihylurin er ikki opin í vetrarsiglingini. Fitnessrúmið er opið allar dagar frá kl. 07.00 til 19.00 um viðrar.
Biografur
Norröna hevur ein biograf á 5. dekki har pláss er fyri 23 gestum. Atgongumerki kunnu keypast í móttøkuni. Í biografinum verða einans nýggir filmar vístir.
Djórabúr
Umstøðurnar til djórini eru góðar. Rúmið er avlokað, vask við slangu og krana er lagt inn og eisini er hiti í rúminum. Vit hava 2 stór búr (H: 115cm, B: 80cm, D: 130cm), har djór upp til 110 cm kunnu búleikast, og 4 smærri (H: 55cm, B: 80cm, D: 130cm) har djór upp til 54 cm kunnu búleikast.
Prísir
Lítið búr (djór upp til 54 cm): kr. 350
Stórt búr (djór upp til 110 cm): kr. 550
Móttøkan
Móttøkan hjálpir tær við: Vanligari kunning, uppstigan av kømurum, tax free afturgjaldi, goymsluskápi til ferðagóðs o.a. Í móttøkuni kanst tú keypa atgongd til netið, biografin og til hitapottarnar.
Internet
Bílegg á netinum tá tú ert umborð ella keyp ein internetseðil við kotu í móttøkuni. Vinaliga gevið gætur, at tráðleysa internetið á sjónum hevur avmarkingar. Tí skalt tú rokna við, at internetið umborð arbeiðir munandi seinni enn á landi.
Sí prísir
4 tímar: kr. 40 – 1GB 19 tímar: kr. 95 – 3GB 36 tímar: kr. 144 – 6GB 55 tímar: kr. 220 – 6GB 7 dagar: kr. 495 – 21GB
Til børn & ung
Umborð kunnu bæði børn, ung og familjur njóta góðar og hugnaligar løtur saman.
Svimjihylur
Børnini kunnu njóta eina stuttliga løtu í svimjihylinum umborð. Ein frálíkur háttur at spæla og slappa av á ferðini.
Fótbóltsvøllur
Fótbóltsvøllurin er á dekki 9, úti á opnum dekki, og er opin frá kl. 12 til kl. 18.
Gaming rúm
Eitt livandi og stuttligt stað fyri børn og ung. Set teg við róðrið og kappast í koyrisimulatorunum, tak ein skjótan dyst í air-hockey, ella royn eydnuna við klógvamaskinuni og “klippa-snór”-spælinum. Alt hetta finnur tú á dekki 6.
Spælipláss
Norröna hevur eitt stórt og sera áhugavert spælipláss til børnini at bóltra sær í. Har er klintriborg, rusjibani, klintrineti o.a.
PlayStation
Í Undirhúsinum kunnu børn og ung stytta sær um stundir við PlayStation. Eitt hugnaligt stað at hittast, spæla og hava tað stuttligt saman á túrinum.