
Nóatún Cafeteria
Góður matur og lagaligir prísir
Uppliv tað hugnaliga huglagið í Nóatúni. Her hittast fólk í øllum aldri til ein góðan kaffimunn, ein lættan bita ella eina leskiliga pitsa.
Vit bjóða morgunmat, dagsins miðmála og nátturða alt árið. Dagsins miðmál og døgurði verða borðreidd sum ein mini-buffet, har tú kanst velja ímillum tveir rættir. Eisini er salat afturvið.
Tað er møguligt at bíleggja morgunmat og dagsins nátturða áðrenn fráferð um veturin. Restina av árinum ber ikki til at bíleggja áðrenn fráferð, men vit gleða okkum til at bjóða tær vælkomin í Nóatún!
Morgunmatur
Vaksin úr 143,-
Barn 3-11 ár úr 66,-
Barn 12-15 ár úr 76,-
Dagsins miðmáli
ella nátturði
Vaksin úr 164,-
Barn 3-11 ár úr 85,-
Barn 12-15 ár úr 95,-
Serligur kosttørvur
Glutenfrítt: Salat, ein av dagsins rættum, burgari, pizza og sandwich eftir umbøn.
Laktosefrítt: Salat, dagsins rættir, laktosafrí pizza og sandwich eftir umbøn.
Vegetar rættir: Salat, sandwich, grønmeti, frukt, Margherita pizza og burgari.
Gev gætur, at valmøguleikarnir kunnu broytast.
Støkk inn á gólvið
Få eina 360ᵒ rundferð í Nóatúni.