Nordic svita
Tær tvær nýggju stásiligu Nordic-sviturnar liggja á dekk 8 og bjóða uppá rúmd, hentleikar og eitt framúr útsýni.
Nógv er gjørt burturúr innrættingini av nýggju stílreinu svitunum. Svitan er deild upp í 3 rúm: Kamar við stórari dupultsong (180x200 cm), baðirúm við brúsubað og baðikar umframt 1 stovu. Stovan hevur hugnakrók við hornasofu, stóli og sofaborði, flatskermi umframt lítla borðstovu og eitt skriviborð.
Um tú bíleggur Nordic-svitu, fært tú við í keypinum: eina fruktkurv, frítt alnet (internet) og minibarr við 2 Aqua D’or, 2 dósir øl, 2 sodavatn, 1 sjokolátabarr og 1 lítlan pakka Kims skips (innihaldið kann broytast).
Nýggju sviturnar vera klárar at taka í brúk frá 6. mars 2021.