Vælkomin á eina minnisríka ferð til Eysturlandið

Uppliv hugnaliga dámin á ferðini, og heilsa uppá javnlíkar og gamlar kenningar.

Norrøna liggur við bryggju á Seyðisfirði frá týsmorgni til mikukvøld, so góðar stundir eru til útferðir. Hæddarpunktini eru Mývatn og serstaka náttúran har um leiðir - umframt Vøk-baðið, har møguligt verður at njóta heitu hyljarnar og vakra útsýnið yvir Urriðavatn.

Skráin umborð bjóðar uppá áhugaverdar framløgur, har eitt nú Jógvan Fríðriksson fer at hugleiða um tað at gerast eldri og vera virkin. Minnist til at taka stokkarnar við, tí eisini er tíð sett av til hetta vældámda ítriv - ella taki ein sjavs – tá er ringurin fullkomin.

Um kvøldið er felagssangur við Ólavi Højgaard á skránni og seinni kunnu tit leggja oyra til kendar klassikarar frá Vestmonnum.

Útferðir, morgun- og kvøldarbuffet er íroknað á allari ferðini.

Sí skránna fyri túrin niðanfyri.

úr 2.990,-

Fyri hvønn, tá tvey ferðast saman.

  • Íroknað:
    • Cruise til Íslands
    • 2-koyggjukamar uttan vindeyga
    • 3 x morgunmatarbuffet í Skansagarði
    • 3 x kvøldarbuffet í Skansagarði
    • Útferðir (sí skránna niðanfyri)
Sí prísir & bílegg

Lagaligar keypstreytir: Rinda 25% við bílegging, tó í minsta lagi kr. 6.000. Restin fellur til gjaldingar 30 dagar áðrenn fráferð.

 

Skráin fyri túrin

Mánadagur 22. apríl
13.00 Fráferð úr Tórshavn
14.00 Kunnandi fundur
15.00 Bindiklubbur – Bjørghild Djurhuus - Laterna Magica
15.00 Sjavsur - Nóatún
18.00 Skansagarður Buffet
20.00 Beate Samuelsen og Gunnleyg Durhuus. Um Landsfelag Pensiónista - Undirhúsið
21.00 Felagssangur – v/ Ólavi Højgaard úr Vestmonnum - Undirhúsið
22.00 Vestmenn - Undirhúsið

Týsdagur 23. apríl
09.00 Lagt verður at bryggju á Seyðisfirði
10.00 Útferð til økið við Mývatn. Tóra Tóroddsdóttir ið er uppvaksin har á leiðini, fer at greiða frá sera sjáldsomu náttúruni kring ”Mývatnsveit” sum økið vanliga verður nevnt í Íslandi. Ávegis til Mývatn er steðgur í Møðrudali. Vit fara at hoyra um Jón Stefánsson ið var bóndi á staðnum. Seinni njóta vit eina løtu við Dimmuborgir. Um stundir verða til tað, verður eisini steðgað við Dettifoss og Selfoss. Aftur á Seyðisfirði seint seinnapartin
18.00 Skansagarður Buffet
20.00 Jógvan Fríðriksson – At eldast við gleði - Undirhúsið
21.00 Felagssangur – v/ Ólavi Højgaard úr Vestmonnum - Undirhúsið
22.00 Vestmenn - Undirhúsið

Mikudagur 24. apríl
10.30 Bindiklubbur – Bjørghild Djurhuus - Undirhúsið
10.30 Sjavsur - Nóatún
13.00 Útferð til Egilsstaðir. Vitjað verður við Vøk Baths skamt frá býnum, har tit fáa høvi at fara út í hitahyljarnar, og njóta vælveruna í serstøku íslendsku náttúruni.
16.00 Koyrt verður aftur til Seyðisfjarðar
18.00 Skansagarður Buffet
20.00 Lagt verður frá bryggju av Seyðisfirði
20.00 Jógvan Fríðriksson: Virkin sum eldri - Undirhúsið
21.00 Felagssangur – v/ Ólavi Højgaard úr Vestmonnum - Undirhúsið
22:00 Vestmenn - Undirhúsið

Hósdagur 25. apríl
15.00 Aftur á Havnini

Katalog

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues

Ja, eg vil fegin móttaka tíðindabrøv frá Smyril Line.