Serstakur túrur við bíbliutímum og hugna
Farið verður av Havnini fríggjakvøldið 24. oktober kl. 20:00 og komið verður til Hirtshals sunnumorgunin 26. oktober kl. 11:00. Siglt verður heimaftur úr Hirtshals kl. 15:00, og komið verður aftur á Havnina týsmorgunin 28. oktobur kl. 07:30
Bíbliutímar, fyrilestrar, og sangløtur verða umborð, meðan siglt verður. Hesar løtur eru altið gevandi og hugnaligar.
Møguleiki verður at vitja í gongugøtuni í Hirtshals. Ókeypis bussur koyrir frá og til Norrönu. Íroknað er morgun- og kvøldarbuffet á allari ferðini.
Skráin fyri túrin kemur seinni.