Bíbliu- og tónleikaferð 24. - 28. oktobur.
Farið verður av Havnini hóskvøldið 24. oktober kl. 20:00 og komið verður til Hirtshals leygarmorgunin 26. oktober kl. 11:00. Siglt verður heimaftur úr Hirtshals kl. 15:00, og komið verður aftur á Havnina mánamorgunin 28. oktobur kl. 07:30
Møguleiki verður at vitja í gongugøtuni í Hirtshals. Ókeypis bussur koyrir frá og til Norrønu. Fyristøðufólkini í samkomuhúsinum, Malta siga, at húsið er opið til tann, sum hevur hug at hyggja inn, og ein drekkamuður er eisini at fáa. Malta liggur beint inn frá gongugøtuni og føroyska flaggið sæst væl.
Bíbliutímar, fyrilestrar, og sangløtur verða umborð, meðan siglt verður. Hesar løtur eru altið gevandi og hugnaligar. Við í ferðalagnum verða millum annað Oasubrøður saman við Dia Hvannastein og Jóannes S. Hansen. Svenning av Lofti og aðrir hava bíbliutímarnar.
Samskipari av ferðini er Poul Jóhan Djurhuus.
Sí skránna niðanfyri.