Nordic luksuskamar

Vit hava 34 Nordic luksuskømur, ið liggja á dekk 8, og øll hava frálíkt útsýni. Hvørt kamar hevur eina stóra dupultsong (180x200 cm), umframt eina song, sum kann trekkjast út úr sjálvari dupultsongini (80x190). Pláss er fyri 3 fólkum í kamarinum. Kamarið hevur eisini ein hugnakrók í vindeygakarminum - umframt borð og tveir stólar. Kann bíleggjast til upp til 3 fólk.

Minibarr er íroknað prísinum og inniheldur 2 vatn, 2 øl, 2 sodavatn, 1 twix/mars/snickers og 1 pk chips. Fyrivarni verður tikið fyri broytingum í vøruúrvalinum. 


Nordic luksuskamar.

Luksuskamar

Luksuskømurini liggja á dekk 7. Her verða útboðin 12 av okkara bestu kømurum. Kamarið hevur stóra dupultsong (160x200 cm) og eina sovisofu (130x210 cm) umframt borð og tveir krakkar - og tað er eitt sindur meira gjørt burtur úr innrættingini enn á smærru kømurunum. Kamarið hevur egið wc og bað. Kann bíleggjast til 2-4 fólk.

Minibarr er íroknað prísinum á luksuskømrunum. Minibarrin inniheldur fylgjandi: 2 sodavatn, 2 øl, 2 vatn og 1 pk chips (lítil pakki), 1 twix/mars/snickers. Fyrivarni verður tikið fyri broytingum í vøruúrvalinum. 


Luksuskamar.

Kamar við dupultsong og vindeyga

Kamar við dupultsong (140x200 cm) og wc/bað. Kamarið hevur vindeyga, flatskerm, hárturkara, 230 volt stikk til barbermaskinu, seingjarklæði og handklæði.

Kann bíleggjast til 1-2 persónar.


Kamar við dupultsong og vindeyga.

Nordic Svita

Tær tvær nýggju stásiligu Nordic-sviturnar liggja á dekk 8 og bjóða uppá rúmd, hentleikar og eitt framúr útsýni.

Nógv er gjørt burturúr innrættingini av nýggju stílreinu svitunum. Svitan er deild upp í 3 rúm: Kamar við stórari dupultsong (180x200 cm), baðirúm við brúsubað og baðikar umframt 1 stovu. Stovan hevur hugnakrók við hornasofu, stóli og sofaborði, flatskermi umframt lítla borðstovu og eitt skriviborð. Kann bíleggjast til 2-3 persónar.

Um tú bíleggur Nordic Svitu, fært tú minibarr við í keypinum. Minibarrin inniheldur: 2 Aqua D’or, 2 dósir øl, 2 sodavatn, 1 sjokolátabarr og 1 lítlan pakka Kims kips (innihaldið kann broytast).


Nordic Svita.

Norröna Svitan

Norröna Svitan er rúmlig, og pláss er fyri fimm fólkum. Svitan hevur eitt sovikamar við stórari dupultsong (180x200 cm) umframt eina song, sum kann trekkjast út úr sjálvari dupultsongini (80x190) og eitt minni kamar við einari koyggjusong (80x200 cm) til børn. I hugnaligu stovuni er ein sofa, lenistólar og eitt spísiborð. Tað er flatskermur bæði í stovuni og í sovikamarinum. Harumframt hevur svitan eitt rúmligt baðirúm við bæði baðikari og brúsu.

Um tú bíleggur Norrönu Svituna, fært tú minibarr við í keypinum. Minibarrin inniheldur: 2 Aqua D’or, 2 dósir øl, 2 sodavatn, 1 sjokolátabarr og 1 lítlan pakka Kims kips (innihaldið kann broytast).


Norröna Svitan.

Ger túrin hugnaligari

Fruktkurv & reytt- ella hvíttvín 75 cl: kr. 399

Fruktkurv, sjokoláta & brúsandi vín 75 cl: kr. 399

Bílegg á tlf. 345900 ella skriva til booking@smyrilline.fo.

.

Bílegg minibarr áðrenn fráferð

Minibarr u/alkohol kr. 129
4 x vatn 50cl.
2 x Coca Cola 33cl.
2 x Fanta 33cl.
1 x KitKat
2 x Kims Chips 25g.
1 x Haribo 500g.
2 x Twix mini
2 x Snickers mini

Minibarr v/alkohol kr. 159
4 x vatn 50cl.
2 x Coca Cola 33cl.
2 x Føroya Bjór Veðr øl 33cl.
2 x Føroya Bjór Gull øl 33cl.
1 x reyðvín Casa Major
2 x Kims Chips 25g.
2 x Twix mini
2 x Snickers mini

Kann bert bíleggjast í kømrum við vindeyga. Fyrivarni verður tikið fyri broytingum í vøruúrvalinum. Bílegg á tlf. 345900 ella skriva til booking@smyrilline.fo.

.

Melda til tíðindabræv

Ynskir tú at móttaka tíðindabrøv frá Smyril Line við góðum tilboðum og íblástri? Tað er lætt og einfalt. Melda teg til tíðindabrævið niðanfyri, so senda vit tær ein teldupost tá ið vit hava tíðindi og góð tilboð.

Katalog

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues

Ja, eg vil fegin móttaka tíðindabrøv frá Smyril Line.