Til handils

Norröna hevur ein nýmótans og fjølbroyttan tollfrían handil á dekk 5. Vit bjóða eitt stórt úrval av vanligum tax-free sølulutum, og afturat hesum eitt breitt úrval av føroyskum og íslendskum designvørum. Í handlinum eru fleiri vakrar føroyskar klædnamerkivørur, sum prýða hillarnar. Eisini bjóða vit hondgjørdar lutir og design lutir frá Danmark, Føroyum og Íslandi. 

Handilsøkið við luktilsum, smyrsli og tilhoyri er størri og meira nýmótans. Her bjóða vit alt frá smálutum til lutir frá teimum kendastu merkjunum. Vitja okkara stóra øki við víni, rúsdrekka og góðgæti. Shoppingmøguleikarnir eru góðir umborð - og prísirnir sera kappingarførir. Tollreglur - sí pdf

Sí faldara
Til handils

Minibarr

Kann bert keypast í kømrum við vindeyga. Minibarr í luksuskømrunum og svitunum er íroknað prísinum. Hon inniheldur: 2 sodavatn, 2 øl, 2 vatn og 1 pk chips (lítil pakki), 1 twix/mars/snickers. Um tú ferðast á Cruise, so verður minibarrin bert fylt upp einaferð á túrinum, og tað er við fráferð.

Minibar u/alkohol kr. 89 (umborð kr. 119)
2 x vatn 50cl., 2 x brúsvatn 33cl., 2 x Coca Cola 33cl., 2 x Fanta 33cl., 1 x KitKat, 2 x Kims Chips 25g., 1 x Haribo 500g., 2 x Twix mini, 2 x Snickers mini

Minibar v/alkohol kr. 129 (umborð kr. 149)
2 x vatn 50cl., 2 x brúsvatn 33cl., 2 x Coca Cola 33cl., 2 x Føroya Bjór Veðr øl 33cl., 2 x Føroya Bjór Gull øl 33cl., 1 x reyðvín Casa Major, 2 x Kims Chips 25g., 2 x Twix mini, 2 x Snickers mini

Fyrivarni verður tikið fyri broytingum í vøruúrvalinum. Bílegg á tlf. 345900 ella skriva til booking@smyrilline.fo.

Minibarr

Heitir pottar

Her fært tú hita og vælveru við útsýni yvir Norðuratlantshavið. Heitu pottarnir eru til tín, ið vilt hava eitt sindur meiri. Vit hava tríggjar pottar við heitum sjógvi. Pláss er fyri seks fólkum í hvørjum potti. Tá ið tú bíleggur, verða 100 krónur lagdar í goymslugjaldi fyri baðikápu og inniskógvar. Tey verða latin innaftur, tá ið tíðin er farin. So fært tú eisini goymslugjaldið aftur. Heitu pottarnir eru í stýriborði har afturi á dekk 7. Tað slepst til pottarnar við at fara gjøgnum gangin út móti kamari 7501 ella upp á Dekk 8 til Sky Bar, og so eru trappur niður til pottarnar. Ein av manningini hjá Smyril Line hevur heitu pottarnar um hendi. Hetta fólkið hjálpir tykkum við øllum.

Hitapottur (upp til 6 fólk) fyri 1 tíma: kr. 199 

• Bílagt verður í Sky Bar á dekk 8.
• Mælt verður til at halda seg til avtalaðar tíðir.
• Heitir pottar kunnu bara bíleggjast umborð.   

Heitir pottar

Biografur

Kom og síggj ein góðan film í biografinum. Norröna hevur biograf á 5. dekki beint við móttøkuna, og rúm er fyri 23 fólkum. Atgongumerki til biografin kunnu keypast í móttøkuni umborð. Í biografinum verða einans vístir teir nýggjastu filmarnir, so tað er bara at keypa tær eitt atgongumerki, og tú kanst stytta tær tíðina umborð við einum góðum filmi og onkrum afturvið. Eisini hava vit barnasetur til biografstólarnar, soleiðis at okkara smáu gestir fáa eina enn betri uppliving umborð.
 
Vaksin (16+): kr. 65
Barn: kr. 50
 
Her á síðuni sært tú eisini eitt tilboð vit hava, um tú ynskir at keypa tær okkurt leskililgt afturvið filminum. Tilboðið kann keypast í móttøkuni.
 
Sí tilboð
Biografur

Naust

Njót ein heitan kopp av kaffi ella eitt glas av víni í okkara nýggju Naust kafé á dekk 5. Um dagin kannst tú sita og njóta útsýnið yvir Atlantshavið, lesa eina bók, spæla bingo ella lurta eftir livandi tónleiki saman við bestu føroysku tónleikarunum. Naust tekur ímóti 225 vitjandi og kann eisini brúkast til ráðstevnur, fundarhøli og annað fyritøkuvirksemið.

Naust

Sky bar

Uttandura, men tó væl í lívd fyri regni og vindi. Í Sky Bar kunnu tit keypa øl og aðrar góðir drykkir. Hevur tú hug til okkurt leskiligt afturvið, hava vit eisini køkur, hotdogs og annað. Av tí at barrin er uttandura, kann tað onkuntíð gerast kalt. Hóast vit hava góðar hitalampur, viðmæla vit - serliga um kvøldarnar - at tú letur teg í góð heit klæðir, ætlar tú at sita her leingi. Sky Bar er eisini júst rætta staðið at taka sær av løttum og njóta friðin, sólina ella vakra stjørnuhimmalin yvir Norðuratlantshavið.

Sky bar

Svimjihylur & fitness

Forkela kropp og sál á dekki 2. Her finnur tú fitnessrúmið, hitarúmið og svimjihylin. Svimjihylurin er afturlatin í vetrarmánaðunum november til mars. Á dekki 2 er eisini eitt fitnessrúm. Har eru nógvar maskinur og amboð at venja við og á. Tað er ókeypis at venja í fitnessrúminum.

Svimjihylur & fitness

Móttøkan

Starvsfólkini í móttøkuni á dekk 5 eru altíð klár til hjálpar. Ígjøgnum summar–heyst og vár-hálvuna, er móttøkan opin alt samdøgrið. Í vetrarhálvuni er móttøkan opin frá kl. 08.00 til kl. 23.00, men um tygum hava brúk fyri hjálp uttanfyri hetta tíðarskeið, eru tygum vælkomin at ringja til okkara.

Dømi um, hvat móttøkan kann hjálpa tær við
Uppstigan av kømurum
Upplýsing um bílegging tína, td. hvørjar máltíðir er bílagdar saman við keypi av ferðaseðli
Søla og upplýsingar um úferðir, ið vit selja í Føroyum og Íslandi 
Dagføring av veðurlíkindum
Afturgjald av tollfríðum vørum (tax free seðlar frá Íslandi mugu avleverast til tollarnar í terminalinum í Seyðisfirði)
Goymsluskáp til ferðagóðs
Kølirúm at goyma heilivág
Umbýting av gjaldoyra

At keypa í móttøkuni
Atgongd til netið
Góðgæti
Vikubløð
Atgongumerki til biografin
Vegakort
Frímerkir
Minibar til kømurini
Leigu av handkløðum, koddum og seingjarklæðum
Høvuðpínu og sjóverksheilivágur

Móttøkan

Internet

Í samstarvi við Telenor Maritime, hevur Smyril Line gjørt tað møguligt hjá øllum ferðandi at fáa atgongd til internetið, meðan siglt verður.Prísirnir eru hesir:

1 tími: kr. 51,80
4 tímar: kr. 66,60
30 tímar: kr. 118,40
48 tímar: kr. 155,40

Hetta bíleggur tú á alnótini, og tú kanst rinda fyri tað við VISA-korti. Eisini ber til at keypa ein internetseðil við kotu í móttøkuni, har tú kanst gjalda við reiðum peningi og VISA. Hvør kota kann brúkast til fleiri tól, men bert til eitt tól í senn. Gjaldið er fyri tíðarskeiðið, tú hevur ynskt tær, og ikki fyri tímarnar tú er á netinum. 

Internet

Spælipláss

Norröna hevur eitt stórt og sera áhugavert spælipláss til børnini at bóltra sær í. Har er klintriborg, rusjibani, klintrineti o.a.

Spælipláss

Play station rúm

Á dekk 6 kunnu tey ungu hugna sær við Play Station spølum saman við øðrum javnaldrum.

Play station rúm

Fótbóltsvøllur

Fótbóltsvøllurin er í bakborði á dekki 8, úti á opnum dekki. Eisini er eitt lítið spælipláss til tey smærru børnini. 

Fótbóltsvøllur

Spælimaskinur

Á dekk 7 er eitt høli við nógvum spælimaskinum.

Spælimaskinur

Katalog

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues