Stuðlagil

Stuðlagil í Ovara-Jøkuldal er í Fljótsdali á Eysturlandinum. Staðið er satt náttúruundur. 

Gilið kom undan kavi, tá ið stóra vatnorkuverkið, Kárahnjúkavirkjun, varð tikið í nýtslu. Vatnið, Hálslón, bleiv skapt, og vatnmongdin í stóránni, Jøkulsá á Dal (Jøklu), minkaði nógv. 

Jøkla er annars ein tann longsta jøkuláin í Íslandi. Hon røkkur umleið 150 km frá Vatnajøkli út í hav á Eysturlandinum. 

Stuðlagil er av størstu stabbagrótøkjum. Tá ið vatnið er av tí mesta, fær áin blágrønt dæmi, men tá ið tað flýtur yvir byrgingina, verður áin grábrún á at líta. 

Til ber at koyra frá Egilsstøðum til Stuðlagil upp á umleið ein tíma. Frá Mývatni tekur túrurin umleið hálvan annan tíma. Koyrt verður av Ringvegnum eftir grúsvegi. Allir vanligir bilar klára tann teinin, tó at vetrardagar kunnu krevja dyggari akfør. 

Tvær ymsar leiðir eru til gilið:  

Fyrra leið
Koyrt verður í ein sunnan av høvuðsvegnum, vegi nummar 1, um Jøkuldal yvir á veg nummar 923. Haðan eru 19 kilometrar til bóndagarðin, Grund, sum er norðanvert við gilið. Her eru parkeringspláss, vesi og atgongd til gilið gjøgnum trappur. 

Tað tekur fimm minuttir at ganga oman á sjálvan útsýnispallin. Alskyns stabbagrótmyndir eru at síggja. Halda vit fram oman í sjálvt gilið, má farast til gongu frá parkeringsøkinum sunnan fyri gilið. 

Seinna leið
Koyrt verður eisini suður av ringvegnum, vegi nummar 1, um Jøkuldal inn á veg nummar 923. 

Síðan verður koyrt yvir ímóti Klausturselsgarðinum, her til ber at parkera antin við brúnna um Jøklu, haðan gonguteinurin oman á útsýnispallin og aftur er tilsamans 10 kilometrar, ella við Stuðlafoss, haðan teinurin tilsamans er 5 kilometrar. 

Tað loysir seg at ganga oman í gilið at eygleiða hetta tignarliga íslendska náttúruundrið, Stuðlafoss, ið rennur oman av steyrrættum stabbagróti. Gevið gætur og vísið økinum serligan ans í tíðarskeiðnum 1. mai til 10. juni, tí um hetta mundið verpa heiðagæs í nánd. Tá og sum heild ræður altíð um at halda seg á gøtuni! 

Á sumri ber til at koyra við vanligum bili víðari eftir vegi nummar 923 inn í hálendið fyri eystan og til Kárahnjúka, Laugafell og oman í Fljótsdal eftir einum øðrum vegi, ið bert er egnaður til fýrahjólsdrigin akfør. 

Nærri upplýsingar eru á heimasíðu Stuðlagils studlagil.is.

Katalog

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues

Ja, eg vil fegin móttaka tíðindabrøv frá Smyril Line.