Snæfellsnes

Snæfellsnes er langt nes á Vesturlandinum millum Faxaflóa sunnanfyri og Breiðafjørð fyri norðan. Ein fjallaryggur toyggir seg inn eftir nesinum. Hægst er 1.446 metra høga fløgugosfjallið, Snæfellsjøkul. 

Norðanvert á nesinum eru fiskaríbygdirnar Stykkishólmur, Grundarfjørður, Ólafsvík, Ríf og Hellissandur. Sunnanvert eru tvær bygdir, Arnarstapi og Hellnar. Og vestanvert vóru útróðrarbygdirnar, Dritvík og Beruvík, sum hava verið avtoftaðar í áratíggju. 

Snæfellsnes er 90 kilometrar langt og er mitt ímillum Reykjanes og Vestfirðirnar. Á fjallarygginum eru bæði virkin og sovandi gosfjøll – og Snæfelljøkul, ið eisini er eitt eldfjall og liggur dygst úti á nesinum. 

Sí meiri um seks útvald støð við Snæfellsnes: 

Eldborg 
Á suðursíðuni sært tú fyrst av øllum Eldborg, eitt lítið vakurt gosfjall, har ið hundraðtals blágrýtisstabbar tróna upp úr lendinum. Longri úti á nesinum, í Ytri Tungu, er sandfjøra við ørgrynni av kópi. 

Rauðfellgjá 
Tað næsta merkisverda er vakra Rauðfellgjá við stórbærum klettum, har ið til ber at ganga inn. Streymur rennur gjøgnum gjánna, og tey, ið tora, sleppa at leypa útí! 

Aftan á Rauðfeldsgjá kemur tú til Lóndrangar, ið eru leivdir av gosopi. Hesir báðir drangarnir eru stórir. Í teimum reiðrast túsundtals sjófuglar. 

Tjóðarlundin Snæfellsjøkul 
Síðan gongur leiðin til Tjóðarlundina Snæfellsjøkul, tann minsta av teimum trimum tjóðgørðunum í landinum. Her er ov mikið at síggja og uppliva. 

Snæfellsjøkul
Hæddarpunktið er óivað Snæfellsjøkul. Ævintýrið í stuttsøguni hjá Jules Verne, A Journey to the Centre of the Earth, byrjar her. Tað verður ofta endurlisið í tí minni kendu bókini, Kristnihald undir Jøkli, ið Nobelvinnandi skaldið, Halldór Laxness, gav út í 1968. 

Berserkjareyn 
Norðanvert á nesinum er Berserkjahreyn, eitt gosgrýtisøki tætt við Bjarnarhøfn. Tað mest merkisverda er kortini fjallið, Kirkjufell. Mangan verður tað sagt at vera mest avmyndaða fjallið í Íslandi; fjallið við ørvarskapinum í tiltiknu HBO-sjónvarpssendingunum, Game of Thrones. 

Mentanarbygdirnar 
Sum nevnt í byrjanini eru fleiri vakrar bygdir á Snæfellsnesi. Tær flestu eru fyri norðan. Her er lag á manni at fiska. Bygdirnar eru: Arnarstapi, Hellnar, Búðir, Hellissandur, Ólafsvík, Grundarfjørður og Stykkishólmur. 

Stykkishólmur verður nógv vitjaður. Fólk koma hagar at síggja eldgosasavnið. Tey fara eisini við ferjuni, Baldri, til ta kendu fornaldaroynna, Flatoyggj. 

Onnur merkisverd bygdarsøvn eru í Ólafsvík. 

Síðst, men ikki minst, skal nevnast hákallasavnið í Bjarnarhøfn. Her ber til at smakka ta íslendsku herligheitina, tann ríkiliga ræsta hákallin! 

Katalog

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues

Ja, eg vil fegin móttaka tíðindabrøv frá Smyril Line.