Cruise við Norrönu

Sum familja dámar okkum væl at ferðast, tí tað gevur okkum bæði fríløtur og kvalitetstíð saman.

Tá vit funnu útav, at vit kundu fara á cruise til Danmarkar við Norrönu, kendist tað sum eitt upplagt høvi hjá okkum at skapa góðar upplivingar og rík minnir saman sum familja.

Ferðamál: Cruise til Danmarkar
Við: Barnafamilja - 4 vaksin og 6 børn úr 6 mðr. til 11 ár.
Tíð á árinum: Summar - juni 2025

. .

    Tað snýr seg um ferðina

    Tað er júst á eini cruise-ferð sum hesi, at man veruliga kann siga: Tað snýr seg ikki um sjálvt ferðamálið - tað snýr seg um sjálva ferðina, tí tað er sjálv upplivingin umborð og alt tað, sum Norröna hevur at bjóða, ið er í miðdeplinum.

    Hetta var ein framúr góð uppliving fyri okkum øll. Vit fingu góðan mat, tóku okkum av løttum og hugnaðu okkum saman. Hvør einstøk løta hevði sítt - frá morgunmatarbuffétini til spælið, útsýnið og tær friðaligu løturnar umborð. Ein lættur og ómakaleysur máti at sleppa burtur frá gerandisdegnum og njóta tíðina saman umborð.

    . .

      Tryggleiki og rúm fyri øllum

      Sólblóman er meira enn eitt merki - hon er eitt tekin um virðing og umsorgan. Sum foreldur at barni við serligum tørvi merkja vit, hvussu stóran mun tað ger, at ferðin kennist trygg, og at vit í sólblómuskipanini kenna ein stuðul á ferðini.

      Manningin tók ímóti okkum við blídni og virðing. Hetta gav okkum frið og gjørdi ferðina til eina sera góða uppliving – serliga tá tørvurin er eitt sindur størri.

      Vit vilja takka Smyril Line fyri at taka ábyrgd og skapa rúm fyri øllum.

      .

      Norröna í barnahædd

      Tað merkist, at ferðin við Norrönu er gjørd við barnafamiljum í huga. Øll, eisini tey smáu, verða sædd og væl móttikin.

      Spæliøkið við Nóatún Cafeteria gjørdist eitt hitt hjá børnunum - og eisini hjá okkum vaksnum. Her kundu tey spæla frítt og trygt, meðan vit slappaðu av, prátaðu saman og drukku kaffi.

      . .

        Okkurt til øll

        Maturin umborð var eisini ein uppliving. Morgunmatar- og kvøldarbuffétin í Skansagarði bjóðaðu alt frá barnavinaligum klassikarum til nýggjar smakkir - okkurt til øll.

        Vit hugnaðu okkum eisini í Undirhúsinum, har vit spældu talv við útsýni yvir havið. Laterna Magica gav okkum friðarligar løtur, meðan børnini spældu við leikur, tey høvdu keypt sær í Sjóbúðini.

        . .

          Látur og gleði

          Hæddarpunktið á okkara cruise-ferð var uttan iva skattaveiðan og maskotturin Sjógvan. Har var bæði látur, gleði og ein fantastisk familjukensla umborð.

          . .

            Frítíðin byrjar umborð

            Ferðin endaði við einari løtu í heita pottinum - nakað bæði børn og vaksin dámdu væl. Ein heilt serlig uppliving fyri alla familjuna.

            Tað at ferðast við Norrönu er ikki bara ein máti at koma fram, men ein uppliving, sum byrjar beinanvegin tú stígur umborð. Ja, frítíðin byrjar av sonnum umborð.

            Takk fyri hesa ferð - vit síggjast heilt víst aftur.

            Ferðafrásøgn eftir Bjartu á Rógvi Isaksen

            . .

              Katalog

              Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues

              Ja, eg vil fegin móttaka tíðindabrøv frá Smyril Line.