Við Norrönu til EM-endaspælið
Kom við fjepparaskipinum Norrönu til Oslo og stuðla føroyska landsliðnum til EM-endaspælið í 2026. Meðan vit eru í Oslo hava matstovur og barrir opið sum vant. Tollfría sølubúðin er opin, meðan siglt verður.
Norröna verður títt gistingarhús í Oslo
Vit fara at liggja við bryggju á Vippetangen – mitt í hjartanum av norska høvuðsstaðnum.
Undirhald
Við á ferðini hava vit nakrar av Føroya bestu tónleikarum, sum syrgja fyri góðum stemningi og sangi umborð. Ein kanón-góð skrá fyri túrin kemur seinni.
Ferðaskrá
Fráferð úr Tórshavn 14. januar kl. 10:00
Koma til Oslo 16. januar kl. 08:00
Fráferð úr Oslo 20. januar kl. 23:59
Koma til Tórshavn 22. januar kl. 21:00
Ver við á ferðini
Tað er avmarkað pláss á ferðini, so tað er at skunda tær, um tú vil tryggja tær pláss á hesi serligu hondbóltsferð. Avgreið tína bílegging á netinum innan 15 min. ella byrja umaftur.
Galdandi fyri hesa ferðina
• Aldursmark at keypa ferðina er 18 ár.
• Serligar gjaldstreytir, sí niðast á síðuni.
• Vit selja eitt kamar til hvørja bílegging.
• Eitt atgongumerki til hvønn ferðandi til allar dystirnar.
• Tað er ikki gjørligt at hava bilin við á ferðini.