Landal GreenParks

Landal GreenParks bjóðar frálíkar innivist møguleikar, tropisk baðilond, wellnessfasilitetir, skíðing og egnar golfbanar. Aktivitetir og upplivingar so øll kunnu verða undirhildin, óansæð áhugamál og veður.

Sølufólkini hjá okkum hava vitja deplarnar og eru øll á einum máli um, at deplarnir eru sjarmerandi, og allir liggja teir í náttúrurvøkrum umhvørvi og umboða góðsku á høgum støði. 

Landal Rønbjerg

Um tykkum dámar eina aktiva frítíð ella vilja taka tykkum av løttum, so hava tit ríkar møguleikar til tess í Rønbjerg. Umframt baðiland, spæliland, nógvar innan- og uttandura aktivitetir, eru húsini sera hugnalig við terassu og stórum grønum øki til børnini at stuttleika sær á.

Frítíðardepilin hevur eisini sín egna golfbana og eina stóra vælverumiðstøð til tey, sum ynskja at forkela seg sjálvan eitt sindur. Tit kunnu stutt sagt dusa tykkum sum familja ella sum eitt par.

Les meira um depilin her.


Les meira
Landal Rønbjerg

Landal Seawest

Longsti vatnrusjibanin í Danmark er í hesum frálíka frítíðardepli við tí velduga vatnlandinum. Vit eru stødd skamt norðan fyri Esbjerg. Her er okkurt fyri okkum øll; millum annað badminton, bowling, innandura og uttandura spælipláss, gosbað og hitarúm.

Einans 4 kilometrar eru frá Landal Seawest til vesturstrondina og 25 kilometrar til vakra býin Varde.

Les meira um depilin her.


Les meira
Landal Seawest

Landal Søhøjlandet

Landal Søhøjlandet liggur tæt við Silkeborg og hevur undirhald fyri alla familjuna. Depilin hevur stórt tropiskt baðiland við 56 metrar skreiðibreyt, gosbaði, barnaumráði og sauna. Søhøjlandet bjóðar bæði tennis, minigolf, forðabana, klatrivegg, golf og ríðisentur.

Sum nakað serligt hevur depilin eisini heilársskíðing har møguleiki er at leiga skíðútgerð. Landal Søhøjlandet hevur fimm matstovur, so her er okkurt til.

Les meira um depilin her.


Les meira
Landal Søhøjlandet

Landal Ebeltoft

Skamt frá gamla handilsbýnum, Ebeltoft, sum er har suðuri á Djurslandi, er hesin heilt serstaki frítíðardepilin. Bústaðirnir eru bygdir á sjey oyggjum, ið eru bundnar saman við brúm. Siglið, íðkið ítrótt, og sólið tykkum.

Vit viðmæla tykkum at vitja Ebeltoft bý við hugnaligum steinløgdum gøtum og góðum matstovum. Hóast býurin ikki telist millum teir stóru, hevur Ebeltoft nógv at bjóða. Har eru nógvar hugnaligar caféir og litríki býurin eigur eisini eitt ríkt handilslív við stórum úrvali av mótaklæðum, smáum antikhandlum og lokalum listahandverki.

Njótið hugnaliga umhvørvi í Øer Maritim Ferieby. Her kunnu tit veruliga slappa av og njóta tað sera vakra útsýnið yvir vatn, kanalir og bátar.

Les meira um depilin her.


Les meira
Landal Ebeltoft

Landal Grønhøj Strand

Her er innandura baðiland við stórum rutsjibana og uttandura svimjihyli. Her er stór grøn fløta til tey fótbóltsáhugaði at spæla ein dyst, strandflogbóltur til tey flogbóltsáhugaði, og stór ítróttarhøll til tey, sum ynskja at spæla eitt sindur av hvørjum. Til tey smærru børnini er stórt spæliland við klatribana, rusjibana, bóltum, pútum og mongum øðrum.

Her kunnu avgjørt fleiri tímar fara við stuttleika. Matstovan Café Lido borðreiðir við búffi, fiski, pasta, pitsa og barnamatskrá til familjuvinarligar prísir. Strondin er einans 8 minuttir til gongu frá deplinum.

Nærhendis eru fleiri smærri býir við handilslívi, útferðum, atdráttum og øðrum. Stórbýurin Aalborg liggur einans 45 min í bili frá Grønhøj Strand. Stuttleikaparkin Fårup Sommerland liggur einans 10 min at koyra, so her er lagamanni at vitja. 

Les meira um depilin her.


Les meira
Landal Grønhøj Strand

Translate_Get_your_free_catalogues

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues

Vit nýta cookies á smyrilline.fo. Við at nýta síðuna, góðtekur tú okkara nýtslu av cookies.

Í lagi