Investor relations

Limir í Nevndini

Tummas Justinussen, formaður
Arne Joensen
Helga á Borg
Jens Meinhard Rasmussen 

Leiðsla

Jens Meinhard Rasmussen, stjóri

Høvuðsvirksemi

Høvuðsvirksemi hjá Smyril Line er ferðafólka- og farmaflutningur í Norðuratlantshavi.

Grannskoðarar

SPEKT

Ársaðalfundur

hjá P/F Smyril Line

Boðað verður við hesum til ársaðalfund í P/F Smyril Line (reg. nr. 544)

fríggjadagin 20. mars 2026 kl. 15:00

at verða á Hotel Brandan, Oknarvegur 2, 100 Tórshavn, við hesi dagsskrá:

0. Val av fundarstjóra.

1. Frásøgn frá virki felagsins í farna ári.

2. Framløga av grannskoðaðum roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar.

3. Uppskot frá nevndini um, hvussu ársavlopið skal verða nýtt ella um rindan av halli sambært góðkenda roknskapin.

4. Val av nevndarlimum.

5. Val av grannskoðara.

6. Viðtøkubroytingar

Nevndin skjýtur upp hesar viðtøkubroytingar:

A

Í § 1 verður henda orðing sett inn: “…og høvuðssæti fyri virksemi…”, so ásetingin kemur at ljóða soleiðis:

“Navn felagsins er P/f Smyril-Line og heimstaður og høvuðssæti fyri virksemi tess er Tórshavn.”

B

Í § 3, 2. stk. verður sett henda orðing inn í endanum: “Eigarabók felagsins verður førd av VP Securities A/S, Euronext Securities Copenhagen, CVR-nr. 21 59 93 36, Nicolai Eigtveds Gade 8, DK-1402 Keypmannahavn K, Danmark.”

C

Í § 3, 2. stk. verður sett henda orðing inn í endanum: … virðisbrævamiðstøðini VP Securities A/S, Euronext Securities Copenhagen, CVR-nr. 21 59 93 36, Nicolai Eigtveds Gade 8, DK-1402 Keypmannahavn K, Danmark. Øll rættindi viðvíkjandi partabrøvum felagsins skulu fráboðast til VP Securities A/S sambært teimum harum galdandi reglum.”

D

§ 3, 4 stk., ið er soljóðandi: “Nevndin avgerð leypandi, hvør førir eigarabók felagsins” verður strikað.

E

§ 3A verður strikað í síni heild.

F

§ 4A verður strikað í síni heild.

G

Í § 7 verður sett inn hetta nýggja pkt. D): “Val av nevndarformanni” og verandi pkt. D, E og F broyta navn til E, F og G, umframt at í nýggja pkt E verður orðingin broytt til hesa: “Val av øðrum nevndarlimum”.

H

§ 8, 1. stk. verður broytt til hetta innihald:

“Aðalfundurin velur ein fundarstjóra. Hann skal vera óheftur av felagnum, nevnd felagsins og tess stjórn.” men annars er restin av § 8 óbroytt.

I

Í § 9, 2 stk. verður orðingin: “….og hevur prógvað atkvøðurætt á skrivstovu felagsins. Útflýggjaðir verða atkvøðuseðlar til partaeigararn, sum vísa hvussu nógvar atkvøður viðkomandi hevur.” strikað, men annars er øll ásetingin óbroytt galdandi.

J

§ 11 verður strikað í síni heild.

K

§ 12 broytir navn til § 11 og verður hetta skoytt uppí 1 stk.: “Nevndarformaðurin verður valdur beinleiðis á aðalfundinum.” Annars er ásetingin óbroytt.

L

§ 13 broytir navn til § 12 og verða hesar broytingar framdar í ásetingini annars:

· Í 1. stk. verður orðingin “..,ið sjálv velur formann sín,..” strikað, og verður ásetingin soljóðandi: “Nevndin hevur hægstu leiðslu í viðurskiftum felagsins.”

· Stk. 2 og stk. 3 verða strikaðar í síni heild.

Annars er ásetingin óbroytt galdandi.

M

§ 14 broytir navn til § 13 og fær hetta ískoyti “…einum nevndarlimi saman við einum stjóra ella av…” so ásetingin kemur at vera soljóðandi:

“Felagið verður teknað av nevndarformanninum saman við einum stjóra ella av nevndarformanninum saman við einum øðrum nevndarlimi ella av einum nevndarlimi saman við einum stjóra ella av allari nevndini.”

N

Ásetingin við yvirskriftini “Roknskapargrannskoðan” fær heitið § 14.

O

16 broytir navn til § 15 og verða stk. 2 og stk. 3 í hesi áseting strikaðar í síni heild. Annars er ásetingin óbroytt.

P

§ 17 verður strikað í síni heild

Q

§ 18 verður strikað í síni heild.

7. Ymiskt

Rætturin hjá einstøku partaeigarum felagsins til at luttaka á aðalfundi og at greiða atkvøðu í sambandi við partabrøv síni verður ásettur í mun til tey partabrøv, sum viðkomandi partaeigarar eiga skrásetingardagin. Skrásetingardagurin er 1 vika, áðrenn aðalfundurin verður hildin, ið er fríggjadagin 13. mars 2026.

Til samtyktar av uppskoti um viðtøkubroyting krevst smb. § 106, stk. 1 í vinnufelagslógini, at í minsta lagi 2/3 av bæði greiddum atkvøðunum og av tí partinum av felagskapitalinum, sum er umboðaður á aðalfundinum, hava tikið undir við uppskotinum.

Til at greiða atkvøðu á aðalfundinum krevst, at partaeigarin í seinasta lagi mánadagin 16. mars 2026 hevur fráboðað luttøku síni á aðalfundinum og hevur prógvað sín atkvøðurætt á skrivstovu felagsins Yviri við Strond 1, 100 Tórshavn.

5. mars 2026
P/F Smyril Line
NEVNDIN

Innkallan av partabrøvum (eigaraprógvum)
í P/F Smyril Line

smb. §§ 61-63 og § 64 stk. 2 i vinnufelagalógini

Partabrøvini í P/f Smyril-line verða við hesum innkallaði til skráseting í VP SECURITIES A/S sambært ásetingunum í §§ 61-63 í Vinnufelagalógini og samstundis til ógildan (annullering) av fysisku partabrøvunum smb. § 64 stk. 2 í vinnufelagalógini.

Skráseting í VP SECURITIES A/S fer fram frá 31. januar 2025 og óansæð stødd á núverandi virðisbrævi fer skráseting fram í tal av eindum á niðanfyri tilskilaðu partabrævastøddini.

Útgevari: P/f Smyril-Line

V-tal: 332828

Partafelagsskrásetingar nr 544

Virðisbrævaslag: partabræv

Stødd á partabrævi: 0,01 kr.

ISIN: FO0000000211

Skráseting í VP SECURITIES og innlatan til ógildan (annullering) av fysisku partabrøvunum fer fram við at lata inn fysisku partabrøvini til P/F Smyril-Line á einum av felagsins niðanfyri tilskilaðu adressum:

• P/f Smyril-Line, Yviri við Strond 1, 110 Tórshavn, Føroyar;

• P/f Smyril Line, Erik Sondrupsvej 10-12, 9850 Hirtshals, Danmark;

• P/f Smyril-Line, Klettháls 1, 110 Reykjavik, Island.

Les meira

Við innlatan av fysisku partabrøvunum skal upplýsast depotnummar hjá kontoførandi peningastovninum hjá viðkomandi parteigara til nýtslu við skráseting í VP SECURITIES A/S. P/F Smyril-Line vil síðani bera so í bandi, at partabrøvini vera send til Euronext Securities Copenhagen, Issuing Agent Services til umbýtis við elektronisk partabrøv. 

Er innlatan av fysiskum partabrøvum ikki farin fram í seinasta lagi 3 mánaðir frá 31. januar 2025, kunnu tey rættindi, sum eru hjá einum partabrævaeigara smb. § 64 stk. 2 í vinnufelagalógini í fyrsta lagi verða útint, tá fysiska partabrævið (eigaraprógvið) er latið felagnum. Hetta er tó ikki galdandi fyri rættin til vinningsbýti og onnur útgjøld, umframt rættin til nýggjar kapitalpartar við kapitalhækking.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til P/f Smyril-Line, telefon 00 298 345931, eventuelt adressa Yviri við Strond 1, 100 Tórshavn, Føroyar ella via e-mail: ninad@smyrilline.fo, ella Euronext Securities Copenhagen, Issuing Agent Services, telefon: 4358 8948 ella via mail til cph-issuer@euronext.com.

Keypmannahavn, hin 31. januar 2025
VP SECURITIES A/S

Tórshavn, hin 31. januar 2025
P/f Smyril-Line
Nevndin

Bóka ferðina her

icon-close