Author: juliac

  • Úrslitið hjá Smyril Line í 2024

    Úrslitið hjá Smyril Line í 2024

    Úrslitið hjá Smyril Line í 2024

    2024 hevur verið eitt avgerandi ár fyri Smyril Line við stórum avgerðum og týðandi íløgum, sum tryggja og styrkja framtíðina hjá felagnum. Við miðvísum íløgum og áhaldandi arbeiði hevur Smyril Line lagað seg til broyttu marknaðartreytirnar og styrkt sína støðu innan sjóflutning. Bæði ferða- og farmavirksemið hava sum heild gingið væl.


    Íløgur í flotan og nýtt høvuðssæti 

    Fyrst í 2024 varð sáttmáli gjørdur við CIMC Raffles skipasmiðjuna í Kina um at byggja tvey nýggj farmaskip, sum eftir ætlan koma í flotan miðskeiðis í 2026. Skipini eru sniðgivin við burðardygd í huga og fara at økja um bæði effektivitet og tænastustøði. Við hesum íløgum raðfestir Smyril Line at tryggja framtíðina og leiða felagið fram ímóti eini grønari orkuloysn.

    Í mai 2024 gjørdi Smyril Line sáttmála við Articon um byggingina av nýggja høvuðssætinum, farstøðini og goymsluhúsinum í Tórshavn. Bygningurin, sum verður liðugur í 2026, fer at betra um rakstrarmøguleikarnar og tænastuna til kundarnar.


    Fíggjarligt úrslit og framtíðarútlit

    Hóast høga inflatión, verkføll og fleiri nýggj avgjøld á vinnuna, hevði Smyril Line eitt gott fíggjarligt úrslit í 2024. Ársúrslitið var 127 mió. í avlopi, meðan rakstrarúrslitið var 286 mió. Hetta er enn eitt metár fyri felagið, við einum avlopi, sum liggur 5 mió. omanfyri úrslitið í 2023.

    Við verandi gongd og útlitum væntar Smyril Line framgongd innan bæði ferða- og farmageiran í 2025, og úrslitið verður væntandi á sama støði sum í 2024. Henda forsøgn er tó treytað av fleiri óvissum, serliga í mun til brennievnisprísir, inflatión, rentustøði og geopolitisku støðuna. Vit fara framhaldandi at raðfesta skilagóðan rakstur, burðardyggar íløgur og dygdargóða kundatænastu fyri at styrkja felagið í 2025.

    Jens Meinhard Rasmussen, stjóri

  • Smyril Line fær avloysaraskip

    Smyril Line fær avloysaraskip

    Smyril Line fær avloysaraskip

    Avtala er gjørd um leigu av farmaskipinum MV Lista. 

    MV Lista byrjar í sigling mánadagin 27. januar á rutuni millum Rotterdam, Tórshavn og Þorlákshöfn.

    Skipið varð bygt 2011 á Odense Staalskibsværft og er 193 metrar langt og 26 metrar breitt.

  • Nýggj farstøð og høvuðssæti til Smyril Line

    Nýggj farstøð og høvuðssæti til Smyril Line

    Nýggj farstøð og høvuðssæti til Smyril Line

    Í dag var stóri dagurin, tá ið fyrsta asfaltið varð loyst á Molanum, har Smyril Line og Tórshavnar kommuna saman við Tórshavnar havn nú byggja nýggja farstøð og høvuðssæti til P/F Smyril Line.

    Felags nútímans verkætlanin, ið verður 8.054 fermetrar til støddar, fevnir um farstøð við landgongubrúgv og check in, umframt størri pakkhús og skrivstovuhøli til Smyril Line eins og høli til tollarar.

    Tað eru Articon, Henning Larsen Arkitektar, LBF Ráðgevandi verkfrøðingar, PBC og Verk.fo, sum í felag standa fyri verkætlanini, ið skal verða liðug á sumri í 2026.

  • Avtala gjørd um nýggja farstøð í Tórshavn

    Avtala gjørd um nýggja farstøð í Tórshavn

    Avtala gjørd um nýggja farstøð í Tórshavn

    Smyril Line og Articon hava gjørt avtalu um at byggja eina nýggja farstøð. Farstøðin fer eisini at fevna um goymslu og skrivstovur. Bygningurin verður staðsettur við havnalagið í Tórshavn.

    Smyril Line hevur tørv á størri goymslu- og skrivstovuhølum, og Tórshavnar Havn tørvar eina betri og størri farstøð. Tí er ein samstarvsavtala gjørd. Við hesi verkætlanini vilja Smyril Line og Tórshavnar Havn tryggja framtíðar virksemið og veita betri tænastur.

    Nýggja farstøðin, sum fevnir um goymslu og skrivstovur, verður tilsamans 7.389 fermetrar stór. Verkætlanin fevnir eisini um ein bygning til tolleftirlit, eina landgongd og eitt innskrivingarøki. Samanlagt verður økið á 8.054 fermetrar.

    Væntandi verður arbeiðið liðugt á sumri í 2026.

    Ráðgevarar í verkætlanini eru: Henning Larsen Arkitektar, LBF Ráðgevandi Verkfrøðingar, PBC og Verk.fo.

  • Ferðaætlanin hjá Norrönu verður broytt

    Ferðaætlanin hjá Norrönu verður broytt

    Ferðaætlanin hjá Norrönu verður broytt

    Seinastu mongu árini er Norröna farin úr Føroyum hóskvøld og úr Danmark leygardag, men í novembur 2024 verður ferðaætlanini broytt.

    Galdandi frá 7. novembur 2024 verður siglingarætlanin um veturin hendan:

    • Úr Tórshavn fríggjakvøld kl. 20.00
    • Koma til Hirtshals sunnudag kl. 11.00, og fráferð úr Hirtshals sunnudag kl. 15.00.
    • Koma til Tórshavn týsmorgun kl. 7:30.

    Frá síðst í novembur til hálvan mars siglir Norröna ikki til Íslands, men tá ið Norrönu tekur siglingina upp aftur til Íslands í mars, verður farið av Havnini til Íslands týsdag og av Seyðisfirði til Føroya hóskvøld.

    Í juni byrjar summarsiglingin, og hon verður tann sama sum undanfarnu ár. Norröna siglir tvær ferðir um vikuna ímillum Danmark og Føroyar og einaferð um vikuna til Íslands um summarið

  • Farna árið hjá Smyril Line

    Farna árið hjá Smyril Line

    Farna árið hjá Smyril Line

    Smyril Line hevði ársaðalfund á Hotel Hafnia í dag. Á fundinum varð ársfrágreiðingin fyri 2023 løgd fram. Rakstrarúrslitið fyri 2023 var 267 mió. kr., samanborið við 201 mió. kr. í 2022. Avlopið var 122 mió. kr. eftir skatt, samanborið við 77 mió. kr. í 2022. Hetta er sostatt metár fyri felagið higartil. Smyril Line rindar 10. mió. vinningsbýti fyri 2023.

    Starvsfólkatalið hjá Smyril Line samtakinum var 595 starvsfólk í 2023. Hetta var áleið tað sama sum árið fyri. Farmavirksemið eydnaðist sum heild væl, og á ferðafólkasíðuni var ein rímiligur vøkstur í eftirspurninginum eftir Íslandi, ímeðan eftirspurningurin eftir Føroyum minkaði eitt vet í 2023 samanborið við 2022.

    Størsta íløgan hjá Smyril Line í 2023 var farmaskipið Glyvursnes, ið kom í felagið í desembur. Glyvursnes siglir rutuna millum Tórshavn, Þórlakshöfn og Hirtshals. Við keypinum av Glyvursnesi kann Smyril Line røkja alt rutunetið við egnum flota.

    Útlitini fyri 2024 eru rímiliga góð. Vit vænta eina javna menning bæði innan ferða- og farmavirksemið. Hetta er ein meting grundað á verandi gongd og útlit, men viðurskifti, so sum hækkandi prísir á brennievni, avgjøld, rentuhækking, inflasjón og politiska støðan, kunnu broyta fortreytirnar.

    Tað er av stórum týdningi, at Smyril Line alsamt endurnýggjar og framtíðartryggjar flotan. Vit fegnast um, at vit í januar í ár gjørdu sáttmála um at byggja tvey nýggj farmaskip, ið koma í flotan í 2026. Sostatt er endurnýggjanin av flotanum byrjað. Hetta merkir, at vit eisini í framtíðini kunnu veita kundum okkara eina góða tænastu, og at vit leiða felagið fram ímóti eini grønari orkuloysn.

    Nevndin: Í nevndini eru Tummas Justinussen, Arne Joensen, Helga á Borg og Jens Meinhard Rasmussen.

    Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at ringja til Jens Meinhard Rasmussen, stjóra, á telefon 794910.

  • Smyril Line byggir tvey nútímans og umhvørvisvinarlig farmaskip

    Smyril Line byggir tvey nútímans og umhvørvisvinarlig farmaskip

    Smyril Line byggir tvey nútímans og umhvørvisvinarlig farmaskip

    Smyril Line fegnast um, at sáttmáli er gjørdur við CIMC Raffles skipasmiðjuna í Kina um at byggja tvey nýggj farmaskip fyri felagið. Talan er um tvey eins ro-ro-skip, ið verða 190 metrar til longdar og hava 3.300 sokallaðar lane metrar til treylarar. Nýggju farmaskipini fara at sigla í núverandi rutunetinum hjá Smyril Line, og tey fara eftir ætlan av bakkastokki í 2026.

    Skipini verða sniðgivin í tøttum samstarvi við Knud E. Hansen, skipsarkitektar, sum saman við drúgvu royndunum hjá Smyril Line á Norðuratlantshavinum skulu tryggja, at skipini verða bygd til serstøku leiðina millum Evropa, Føroyar og Ísland. Skipini verða nútímans og umhvørvisvinarlig, og lúka øll altjóða útlátskrøv. Samanborið við verandi flota felagsins, verður útlátið munandi minni fyri flutt tons. Samstundis verða skipini útgjørd við battarískipan og møguleika fyri landstreymi, sum hevur við sær at havnaoperatiónir kunnu fremjast uttan útlát. Skipini verða eisini fyrireikað til at sigla við e-metanol, ið mett verður at verða besta framtíðar valið til grøna orku hjá Smyril Line.

    “Nú er tíðin búgvin at seta okkum nýggj og størri mál við kós ímóti minni útláti í Norðuratlantshavi”, sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril Line. “Aðalmál felagsins er at syrgja fyri einum tryggum og álítandi flutningi av bæði ferðafólki og farmi, og at sambinda útjaðaran í Norðuratlantshavi við restina av heiminum. Við nýggju skipunum leggja vit dent á at framtíðartryggja og leiða felagið fram ímóti eini grønari orkuloysn. Eisini fara vit at flyta nógv størri nøgdir av farmi við minni orkunýtslu, enn vit gera nú. Orkusparingin verður í minsta lagi 60%. Hetta er eitt týdningarmikið stig hjá okkum at røkka okkara málum ímóti netto null útláti í 2050, samstundis sum vit kunnu geva okkara kundum eina enn betri tænastu. Vit hava síðan 1982 havt rutusigling í Norðuratlantshavi. Hetta er ikki bara ein av heimsins longstu ro-ro og ro-pax leiðum, men helst eisini tann við mest avbjóðandi siglingartreytum. Vit vita tí av royndum, at sigling á okkara leið setir stór krøv til bæði skip og manning, og vit hava tí sniðgivið skipini við hesum í huga.”

    Vegna Smyril Line

    Jens Meinhard Rasmussen, stjóri Samband: +298 794910, jmr@smyrilline.fo

Bóka ferðina her

icon-close