Kom og spæl sjavs umborð á Norrönu
Tað at koma umborð á Norrönu at spæla sjavs, er vorðin fastur táttur hjá sjavsspælarum úr øllum landinum.
Á ferðini verður kappast um føroyameistaraheitið í sjavs, og vinningarnir eru nógvir og góðir. Upplivið hugnaliga dámin umborð.
Her kunnu tit veruliga taka tykkum av løttum millum kappingarnar við einum góðum bita á eini av okkara frálíku matstovum og einum tíma í heita pottinum saman við kappingarneytum ella makkara.
Um kvøldarnar er upplagt at hugna sær við góðum livandi tónleiki.
Meðan Norröna liggur við bryggju í Hirtshals koyrur bussur niðan í hugnaligu gongugøtuna, har tit steðga í ein tíma, áðrenn leiðin gongur heimaftur á klettarnar.
Skráin kemur seinni.