Norröna
1982-2003
Fyrsta Norrøna var sett í sigling millum Føroyar og Danmark í 1983. Hetta var eitt nýbrot í føroyskari millumlandasigling, tí Norrøna var keypt og sett í sigling av nýstovnaða felagnum Smyril Line, ið privatir høvdu
tikið stig til at stovna árið fyri. Skipið, ið var bygt í 1973, kallaðist áður Gustav Vasa og var skrásett í Svøríki. Tá skipið var keypt til Føroya, var tað umbygt og nútímansgjørt á skipasmiðjuni í Flensburgh, áðrenn tað var sett í sigling. Eftir tátíðar metum var skipið eitt meira framkomið og modernað skip við pláss fyri 1.050 ferðafólkum og 250 bilum. Sostatt var tað væl størri og betri enn tey skip, ið áður høvdu siglt á leiðini millum Føroyar og útlond. Fyrstu árini var bert siglt uppá Føroyar um summarið. Tørvurin øktist tó eisini at sigla við farmi, og í 1998 byrjaði Norrøna at sigla millum Føroyar og Danmark alt árið. Um summarið var siglt millum Ísland, Føroyar, Hetland, Lerwick, Bergen og Danmark íymsum tíðarbilum hesi árini frá 1983 til 2003, tá nýbygd Norrøna var sett í siglingina.