
Jólaspæl
Kom og ver við í jólaspælinum, har vit burturluta nógvar góðar vinningar, bæði stórar og smáar.
Her á síðuni sært tú allar vinningarnar, sum vit burturluta, og tú kanst lesa um treytir fyri luttøku.
Vinningar
Høvuðsvinningar
Vit trekkja lut ímillum øll tey, ið hava luttikið í jólaspælinum, um høvuðsvinningarnar, 29. desembur:

Páskaferð til Danmarkar
2 vaksin & 2 børn við bili íroknað kamar við vindeyga og morgun- og kvøldarbuffet umborð.
Virðið: 14.430,-

Cruise til Íslands
2 vaksin & 2 børn við bili íroknað kamar við vindeyga og morgun- og kvøldarbuffet umborð.
Virðið: 6.999,-

Summarferð til Danmarkar
2 vaksin & 2 børn við bili íroknað kamar við vindeyga og morgun- og kvøldarbuffet umborð.
Virðið: 15.000,-
Eykavinningar
Til og við 23. desembur burturluta vit fleiri góðar vinningar í jólaspælinum hvønn dag:

Gávukort á 200 kr. frá Smyril Line – 100 stk
Smyril Line drekkidunkur – 20 stk
Smyril Line spælibilur – 30 stk
Smyril Line toytaska – 50 stk
Smyril Lina mateskja – 150 stk
Treytir
Fyri at luttaka í kappingini, góðtekur tú niðanfyristandandi áseting og treytir.
Luttøka
Um ein ynskir at luttaka í kappingini, er neyðugt at útfylla tilmeldingaroyðublaðið til tíðindabrævið og senda okkum hesar upplýsingar.
Krøv um luttøku í kappingini
Krøv um luttøku í kappingini, umfata veruligar persónar (ikki teldugjørdir) á minst 18 ár. Luttøkan er ikki avmarkað til viðskiftafólk hjá fyriskiparanum, umframt at hon eiheldur er tongd at keypum og tænastum.
Fráboðan og avhending av vinningi
Vinnararnir fáa boð frá okkum beinleiðis, umframt at vit kunngera nøvn á vinnarunum á heimasíðuni og á sosialu miðlum.
Vinningurin verður latin vinnaranum sjálvum, ferðin kann ikki latast einum triðja parti. Umbýti ella ein broyting til annað vøruslag hjá Smyril Line umframt útgjald av virðinum á vinningi, eru ikki møgulig.
Aðrar útreiðslur í samband við kravda vinningin, er ábyrgd vinnarans. Vinnarin hevur eisini ábyrgdina, um skattur verður kravdur av vinninginum.
Vinnarar av eykavinningum kunnu heinta vinningarnar á skrivstovuni hjá Smyril Line, Yviri við Strond 1.
Bílegg vinning innan 6 mánaðir
Vinningurin skal bíleggjast innan 6 mánaðir eftir, at vinnarin hevur góðtikið hann, og kann nýtast til ferð í 2026.
Privatlív
Fyri at kunna luttaka í kappingini, er neyðugt at senda okkum persónsupplýsingar. Luttakarin tryggjar, at allir persónligir upplýsingar eru rættir, ið sendir eru – einamest at for- og eftirnavn umframt teldupostur eru røtt.
Fyriskiparin leggur dent á, at øll persónlig data um luttakaran undir nøkrum umstøðum verða upplýst einum triðjaparti uttan luttakarans samtykt – og hesin hevur heldur ikki loyvi at brúka hesar.
Luttakarin kann til einhvørja tíð afturkalla samtykkið sítt. Afturtøkan skal sendast skriftliga til teldupostadressuna: booking@smyrilline.fo. Eftir afturtøkuna av samtykkinum, verða allir persónsupplýsingar hjá luttakarunum slettaðir alt fyri eitt.