Kom umborð á Norrönu og uppliv sjómanshugnan. Vit ferðast aftur á slóðina, har fleiri av okkara sjómonnum hava siglt í áratíggju – ein túrur, sum bindur søgu, minnir og felagsskap saman.
Gomlu skipini og trækoyggjurnar eru nú skift út við okkara stásiliga flaggskip og nýmótans hentleikar: rúmlig kømur, matstovur, caféir, hitapottar og svimjihyl. Her fært tú góðar umstøður og møguleikan at uppliva ein serstakan og søguligan túr.
Á skránni eru bæði framløgur og hugnaligar løtur við sangi og tónleiki. Jóan Pauli Joensen, Janus Jensen og Sonny Johannesen og fleiri faraat siga frá, og John Danielsen fer at standa fyri undirhaldi og felagssangi.
Í Íslandi verður steðgað í hálvtannað samdøgur. Útferðir verða gjørdar til Reyðarfjarðar og Eskifjarðar, har vitjað verður á fleiri søvnum.
Sum siður hevur verið á undanfarnu túrunum, verður eisini hesuferð vitjað á grøvini hjá teimum sjey av manningini á “Riddaranum”, sum druknaðu tann 25. september 1927 uppi við Fagranes á Langanesi.
Morgunmatar- og kvøldarbuffet er íroknað á øllum túrinum.
14. – 17. apríl
Úr 3.490,-
14. – 17. apríl
Úr 3.490,-
Tá 2 ferðast saman
úr 3.490,- fyri hvønn
Einstaklingur
úr 3.640,- fyri hvønn
Íroknað
- Cruise til Íslands
- Kamar uttan vindeyga
- 3 x morgunmatarbuffet
- 3 x kvøldarbuffet
- Útferðir
Skráin fyri túrin

Týsdagur 14. apríl
13.00
Fráferð úr Tórshavn
14.00
Kunnandi fundur í Laterna Magica.
14.30
Jóan Pauli Joensen – Sjógvurin og vit. Tættir úr sjómenning okkara. Í Laterna Magica.
16.00
Sonny Johannesen – Ein heldur ørvísi arbeiðstúrur til Suðuramerika. Í Laterna Magica.
18.00
Skansagarður Buffet
19.30
Sjómansmøti við Absalon Absalonsen í Undirhúsinum
21.00
Sjómanshugni við sangi og tónleiki í Undirhúsinum

Mikudagur 15. apríl
07.00 – 10.00
Morgunmatarbuffet
09.00
Lagt verður at bryggju á Seyðisfirði.
09.30
Úferð til Reyðarfjarðar og Eskifjarðar har vitjað verður á søvnunum Randulff Sjóhús, Sjóminjasafn Austurlands, og Jósafat Hinriksson Maritime Museum.
15.00
Vit koyra aftur til Seyðisfjarðar – túrurin tekur umleið hálvanannan tíma.
18.00
Skansagarður Buffet
20.30
Janus Jensen – Tá sluppin Anna fórst uttanfyri Grindavík á Suðurlandinum í
1924. Í Undirhúsinum.
21.00
Sjómanshugni við sangi og tónleiki í Undirhúsinum

Hósdagur 16. apríl
07.00 – 10.00
Morgunmatarbuffet
10.30
Louisa Ludvíksdóttir, ið er ættað úr Íslandi, sigur frá um íslendskar sjókonur (konufólk sum róðu út við 6-og 8-mannaførum). Eisini verður sagt frá um íslendska pátrúgv í samband við sjólívið. Í Undirhúsinum.
13.00
Útferð til Egilsstaðir, har tit gera sum tykkum lystir.
Møguleiki verður at vitja Vök Baths har tit kunnu fara út í hitahyljarnar, og njóta vælveruna í serstøku íslendsku náttúruni.
15.00
Koyrt verður aftur til Seyðisfjarðar
16.00
Vitjað verður á grøvini hjá teimum sjey av manningini á “Riddaranum”, sum druknaðu tann 25. september 1927 uppi við Fagranes á Langanesi.
18.00
Skansagarður Buffet
20.00
Lagt verður frá bryggju á Seyðisfirði.
20.00
Absalon Absalonsen – Tá Borgin kom í illveður heim frá Kappanum í 1968. Í Undirhúsinum.
21.00
Sonny Johannesen – Tá dreymar gerast sannir. Um hending við Brandi Sigmundarson í 1966. Í Undirhúsinum.
21.30
Sjómanshugni við sangi og tónleiki í Undirhúsinum

Fríggjadagur 17. apríl
07.00 – 10.00
Morgunmatarbuffet
10.30
Absalon Absalonsen -Við Fiskanes á Kappanum tá Hans Hedtoft sakk – Laterna Magica
13.00
Jóan Pauli Joensen – Lívið umborð á sluppunum. 50 ár síðan bókin Færøske sluppfiskere kom út. Í Undirhúsinum.
16.00
Vit leggja at bryggju.
Matur & drekka
Umborð er stórt úrval av vælsmakkandi mati – njót eina góða buffet, eina leskiliga máltíð í Munkastovu ella eina nýbakaða pitsu í Nótatúni.