7 ella 10 daga ferð við gisting í Danland

Kom og ferðast við Norrönu til Danland í Lemvig ella í Bork Havn tann 25. juni. Prísur úr einans 11.475,- 

Prísirnir niðanfyri eru galdandi, um tit ferðast úr Føroyum 25. juni, og eru burtur í antin 7 ella 10 dagar tilsamans íroknað gisting í Danland. 

Ferðaskrá - 4 nætur í Danland
Úr Tórshavn 25. juni.
Koma til Hirtshals 27. juni.
Gisting í Danland 27. juni til 1. juli.  
Úr Hirtshals 1. juli.
Koma til Tórshavn 2. juli. 

Ferðaskrá - 7 nætur í Danland
Úr Tórshavn 25. juni.
Koma til Hirtshals 27. juni.
Gisting í Danland 27. juni til 4. juli.  
Úr Hirtshals 4. juli.
Koma til Tórshavn 5. juli. 

Danland Lemvig
Danland Lemvig liggur beint út til hugnaligu marina'ina við hugtakandi segl- og stuttleikabátum. Barnavinarliga strondin fevnir um helmingin av frítíðardeplinum, har møguligt er at surfa og spæla beachvolley. Innandura er svimjihylur, spa, hitarúm og turkiskt dampbað. Tit gista í hugnaligum íbúðum við terrassu ella altan, og fleiri av íbúðum hava útsýni yvir Limfjørðin. Les meira um depilin her.

Bork Havn
Danland Bork Havn liggur í vøkrum umhvørvi beint við Ringkøbingfjørðin. Depilin hevur baðiland við hitarúmi og gosbaði, eisini er spælipláss við hoppipútu, trampolin, beachvolley og tennisvølli. Nærhendis er m.a. Bork Spæliland, Bork Víkingahavnin og Legoland. Tit gista í hugnaligum raðhúsi við terassu. Les meira um depilin her.

Sí myndasøvn og filmar um deplarnar niðast her á síðuni.

úr einans 11.475,-

Prísur fyri 2 vaksin og 2 børn (3-11 ár) við bili:

Ferð & gisting í Danland í 4 nætur: úr kr. 11.475

Ferð & gisting í Danland í 7 nætur: úr kr. 13.974

Bílegg pakkaferðina á tlf. 345900 ella skriva til booking@smyrilline.fo.

  • Íroknað:
    • Ferð við Norrönu Tórshavn – Hirtshals og aftur
    • 4-koyggjukamar uttan vindeyga
    • 1 bilur <1,9m H & 5m L
    • 4 ella 7 nætur í Danland Lemvig (T2) ella Danland Bork Havn (T6)
  • Møgulig tilkeyp:
    • 4-koyggjukamar við vindeyga: úr kr. 200 fyri hvønn
    • Bílegg matin umborð áðrenn fráferð. Sí prísir og annað her.
    • Armband til børnini: Sí prísir her.
    • Bílegg minibar áðrenn fráferð (einans í kømurum við vindeyga). Sí prísir o.a. her.

Lagaligar keypstreytir: Rinda 25% við bílegging, tó í minsta lagi kr. 6.000. Restin fellur til gjaldingar 30 dagar áðrenn fráferð.

 


 

Matararmband til børnini

Vit hava sett eitt serligt matartilboð saman til børnini. Í matartilboðnum fáa børnini eitt armband, sum gevur atgongd til morgunmat, miðmála og døgurða við einari drykkjuvøru (1 sodavatn, 1 vatn ella 1 juice) til hvørja máltíð. 

Les meira
Matararmband til børnini.

Lemvig

Lemvig

Bork Havn

Bork Havn

Katalog

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues

Ja, eg vil fegin móttaka tíðindabrøv frá Smyril Line.