Ferðaleiðari á túrinum er Eva Andersen

Vælkomin á hesa áhugaverdu ferðina við Evu Andersen. Vitjið millum annað størstu rhododendronparkina í norðureuropa og tveir bergtakandi botaniskar havar, ein í Danmark og ein í Svøríki. Eisini verður vitjað í fleiri privatum urtagørðum.

Ferðaleiðari á túrinum er Eva Andersen, ið seinastu 15 árini hevur gjørt hópin av urtagarðstúrum. Eva er eldhugað urtagarðsfólk, og hon fer eisini at greiða frá sínum royndum viðvíkjandi keypi av plantum uttanlanda, og hvørjar plantur eru hóskandi til føroyska veðurlagið. 

Les meira um støðini her:

botaniska.se 
bangsbobotaniskehave.dk
visitbroenderslev.dk/nordjylland/rhododendronparken
toppenafdanmark.dk/palmestranden-i-frederikshavn

Fyri hvønn, tá tvey ferðast saman


úr kr. 7.990
 

  • Íroknað
    • Gisting umborð í 2-koyggjukamari uttan vindeyga
    • Gisting á First Hotel G í Göteborg 6. - 9. juni
    • Gisting á Hotel Frederikshavn 9. - 13. juni
    • Føroyskur bussur á allari ferðini
    • Ferðaleiðari
    • Morgunmatur á allari ferðini
    • Ikki íroknað atgongumerki til urtagarða- og aðrar vitjanir.
  • Møgulig tilkeyp
    • Einakamar á First Hotel G í Göteborg: kr. 600
    • Einakamar á Hotel Frederikshavn: kr. 900
Ring til okkum á +298 345900 ella send ein t-post til booking@smyrilline.fo

Skráin


Hósdagin 4. juni

Fráferð Tórshavn kl. 21.00
 

Leygardagin 6. juni

Leggja at bryggju í Hirtshals kl. 10.00. Seinni um dagin verður vitjað á størstu rhododendronparkini í norðureuropa, ið liggur í Brønderslev. Seinni um kvøldið gongur leiðin víðari til Svøríkis. Siglt verður frá Frederikshavn til Gøteborg.
 
Sunnudagin 7. juni 

Vitjað verður á botaniska havanum í Gøteborg. Eisini verður vitjað á einum havacentri.
 

Mánadagin 8. juni

Heildagstúrur. Vitjað verður í privatum urtagørðum og einum plantuskúla.
 

Týsdagin 9. juni

Tit gera sum tykkum lystir. Göteborg er ein fjølbroyttur býur, so bert tíðin setir mark fyri hvat tit fáa stundir at uppliva. Um kvøldið gongur leiðin aftur til Frederikshavn.
 

Mikudagin 10. juni

Vitjað verður í botaniska havanum í Bangsbo. Eisini verður steðgað á í hugnaliga býnum Sæby. Gøturnar eru steinsettar. Eisini síggja vit “minilandsbyen” ið er gjørdur av sjálvbodnum pensionistum.
 

Hósdagin 11. juni

Heildagstúrur til Aalborg Storcenter og Aalborg centrum. Havavitjan á túrinum ávegis til Frederikshavn.
 

Fríggjadagin 12. juni 

Frídagur í fiskivinnubýnum Frederikshavn. Síggið pálmastrondina ella gerið eina útferð til Læsø.
 

Leygardagin 13. juni 

Eftir at hava kekkað út av gistingarhúsinum gongur leiðin aftur til Hirtshals. Urtagarðsvitjan verður á leiðini hagar. Norröna setur kós móti Tórshavn kl. 15.30.
 

Sunnudagin 14. juni

Leggja at bryggju í Tórshavn kl. 22.30.

Translate_Get_your_free_catalogues

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues

Vit nýta cookies á smyrilline.fo. Við at nýta síðuna, góðtekur tú okkara nýtslu av cookies.

Í lagi