Nógvar hugnaløtur við sangi og harmonikuspæli

So skjótt sum Norröna leggur frá bryggjukantinum, verður lív í. Vit fara at hava nógvar hugnaløtur saman við sangi og harmonikuspæli.

Millum annað fara Jógvan Arge, Eyðun Joensen, Petur Hans Dahl og Mortan Johannesen at hugleiða og siga frá søgum.

Í Íslandi steðga vit í hálvt annað samdøgur, har vit byrja við busstúri til firðirnar sunnan fyri Seyðisfjørðin. Dagin eftir fara vit útferð til Egilsstaðir. Harumframt verður vitjað á grøvini hjá teimum sjey av manningini á “Riddaranum”, sum druknaðu tann 25. septembur 1927 uppi við Fagranes á Langanesi.

Sí skránna niðanfyri. 

Prísur fyri hvønn


1 ferðandi

Koyggja í deildum 4-koyggjukamari: kr. 2.590
 

Tá 2 ferðast saman

Kamar u/vindeyga: kr. 2.890

Kamar v/vindeyga: kr. 3.090

Kamar v/dupultsong & vindeyga: kr. 3.490

Luksuskamar: kr. 3.790
 

  • Íroknað
    • Ferð við Norrönu Tórshavn-Seyðisfjörður og aftur 
    • Koyggja/kamar
    • Bussur
    • Ferðaleiðari
    • Morgunmatarbuffet hvønn dag
    • Frokostur í The Diner hósdag
    • Kvøldarbuffet hvønn dag
    • Kaffi og køka til info fundin
  • Møgulig tilkeyp
    • Minibar (einans í kømrum við vindeyga): Uttan alkohol kr. 89 / við alkohol kr. 129
Ring til okkum á +298 345900 ella send ein t-post til booking@smyrilline.fo Bílegg

Lagaligar keypstreytir: Rinda 25% við bílegging, tó í minsta lagi kr. 3.000. Restin fellur til gjaldingar ein mánað áðrenn fráferð. Tú kanst tryggja tær pláss og ferðina, uttan at hugsa um at rinda alt beinanvegin. Tað ræður um at gera skjótt av, tí bíligu ferðaseðlarnir eru avmarkaðir í tali. Flestu bíligu ferðaseðlarnir til Danmarkar í summar, eru við fráferð úr Føroyum sunnukvøld.

 

Skráin og annað

Skráin

 
Mánadagur 14. september

kl. 14.00 Fráferð úr Tórshavn

kl. 15.00 Kunnandi fundur

kl. 15.30 Jógvan Arge: Um útróður á Norðfjørðinum

kl. 17.00 Filmurin “Set lágt yvir hav” verður vístur

kl. 19.00 Buffét

kl. 20.30 Eyðun Joensen, sálarfrøðingur: Hvussu ávirkar tað sjómannin at liva uttan útvarp og sjónvarp umborð á skipi í tveir til tríggjar mánaðir     

kl. 21.00 Felagsløta við frásagnum, sangi og harmonikum
 

Týsdagur 15. september

kl.. 07.00 Morgunmatarbuffet’in letur upp.

kl.. 09.00 Lagt verður at bryggju á Seyðisfirði

kl. 10.00 Koyrt verður til Eskifjarðar

kl. 12.00 Ábit á “Randulffssjóhús”. Hetta er ein bygningur, ið norðmaðurin Peter Randulff lat byggja í 1890 í sambandi við sildaveiðu inni á firðunum. Nú á døgum telist hetta millum mest áhugaverdu søvn á Eysturlandinum, og verður hetta ofta millum manna nevnt “Tað norska savnið”

kl. 14.00 Vit koyra aftur til Seyðisfjarðar 

kl. 19.00 Buffet

kl. 20.30 Jógvan Arge: Um hvussu farið var í gongd við at byggja nýggju Føroyingahavnina í 1954

kl. 21.00 Felagsløta við frásagnum, sangi og harmonikum
 

Mikudagur 16. september

kl. 07.00 Morgunmatarbuffet’in letur upp.

kl. 10.30 Vitjað verður í gomlu smiðjuni og á gomlu telegrafstøðini á Seyðisfirði 

kl. 13.00 Útferð til Egilsstaðir, har tit gera sum tykkum lystir

kl. 15.00 Koyrt verður aftur til Seyðisfjarðar

kl. 16.00 Vitjað verður á grøvini hjá teimum sjey av manningini á “Riddaranum”, sum druknaðu tann 25. september 1927 uppi við Fagranes á Langanesi

kl. 19.00 Buffet

kl. 20.00 Lagt verður frá bryggju á Seyðisfirði

kl. 20.30 Mortan Johannesen (Mortan hjá Andriasi) hugleiðir um, hvussu tað er at vera einsamallur úti á Føroya Banka um summari við snellu

kl. 21.00 Felagsløta við frásagnum, sangi og harmonikum 
 

Hósdagur 17. september

kl. 07.00 Morgunmatarbuffet’in letur upp.

kl. 11.00 Filmurin um Brand Sigmundarsson verður vístur 

kl. 13.00 Petur Hans Dahl: Um at sigla millum lond í smábáti við familjuni umborð

kl. 15.00 Vit leggja at bryggju
 
John Danielsen og Sakaris Hansen standa fyri felagssanginum

Minibarr

Minibarr kann bert keypast í kømrum við vindeyga. Tú fær ymsar leskidrykkir, vín, øl & snacks við í tilkeypinum. Um minibarr ikki er bíløgd, er køliskápið afturlatið.

Til ber at velja ímillum minibarr við ella uttan alkohol. Sí innihaldið niðanfyri.

Minibarr í luksuskømrunum og Suituni er íroknað prísinum. Hon inniheldur: 2 sodavatn, 2 øl, 2 vatn og 1 pk chips (lítil pakki), 1 twix/mars/snickers. Fyrivarni verður tikið fyri broytingum í vøruúrvalinum. 

Um tú ferðast á Cruise, so verður minibarrin bert fylt upp einaferð á túrinum, og tað er við fráferð.
 

Minibar uttan alkohol kr. 89
(prísur umborð kr. 119)


2 x vatn 50cl.
2 x brúsvatn 33cl.
2 x Coca Cola 33cl.
2 x Fanta 33cl.
1 x KitKat
2 x Kims Chips 25g.
1 x Haribo góðgæti 500g.
2 x Sjokuláta Twix mini
2 x Sjokuláta Snickers mini

 

Minibar við alkohol kr. 129
(prísur umborð kr. 149)


2 x vatn 50cl.
2 x brúsvatn 33cl.
2 x Coca Cola 33cl.
2 x Føroya Bjór Veðr øl 33cl.
2 x Føroya Bjór Gull øl 33cl.
1 x Reyðvín Casa Major
2 x Kims Chips 25g.
2 x Sjokuláta Twix mini
2 x Sjokuláta Snickers mini


Fyrivarni verður tikið fyri broytingum í vøruúrvalinum. ​

Katalog

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues