Kom og spæl sjavs umborð á Norrönu

Tað at koma umborð á Norrönu at spæla sjavs, er vorðin fastur táttur hjá sjavsspælarum úr øllum landinum.

Á ferðini verður kappast um føroyameistaraheitið í sjavs, og vinningarnir nógvir og góðir. Upplivið hugnaliga dámin umborð.

Her kunnu tit veruliga taka tykkum av løttum millum kappingarnar við einum góðum bita á eini av okkara frálíku matstovum og einum tíma í heita pottinum saman við kappingarneytum ella makkara.

Um kvøldarnar er upplagt at hugna sær við góðum livandi tónleiki.

Meðan Norröna liggur við bryggju í Hirtshals koyrur bussur niðan í hugnaligu gongugøtuna, har tit steðga í ein tíma, áðrenn leiðin gongur heimaftur á klettarnar.

Prísur fyri hvønn


Ferðast sjálv-/ur

Koyggja í deildum 4-koyggjukamari: kr. 1.390


Tá 2 ferðast saman

Í kamari u/vindeyga: úr kr. 1.590

Í kamari v/vindeyga: úr kr. 1.790

Í kamari v/dupultsong & vindeyga: úr kr. 1.990

Í luksuskamari: úr kr. 2.390

 

  • Íroknað
    • Cruise á leiðini Tórshavn-Hirtshals-Tórshavn
    • Koyggja ella kamar
    • Busstúrur niðan á gongugøtuna í Hirtshals
  • Møgulig tilkeyp
    • Keyp matin umborð áðrenn fráferð og spar pening, sí nærri her.
    • Minibarr í kømurum við vindeyga, sí nærri her.
Ring til okkum á +298 345900 ella send ein t-post til booking@smyrilline.fo Bílegg

Annað

Skráin

Hósdagur 4. juni

kl. 21:00 Fráferð Tórshavn
 

Fríggjadagur 5. juni

kl. 07.00: Norrøna Buffet morgunmatur letur upp
kl. 10.00: Kunnandi fundur Naust
kl. 14.00: Sjavskapping við vinningum frá Smyril Line í The Diner
kl  17.30: Norrøna Buffet og Simmer Dim letur upp
kl. 20.00: Finala í The Diner

 
Leygardagur 6. juni

kl. 07.00: Norrøna Buffet morgunmatur letur upp
kl. 10.00: FM í sjavs í The Diner
kl. 11.30: Norrøna leggur at bryggju í Hirtshals
kl. 15.30: Fráferð Hirtshals
kl. 16.00: FM í sjavs í The Diner
kl. 17.30: Norrøna Buffet og Simmer Dim letur upp
kl. 20.00: Finala í The Diner

 
Sunnudagur 7. juni

kl. 07.00: Norrøna Buffet morgunmatur letur upp
kl. 10.00-16.00: Sjavskapping í The Diner
kl. 22.30: Leggja at bryggju í Tórshavn

Minibarr

Minibarr kann bert keypast í kømrum við vindeyga. Tú fær ymsar leskidrykkir, vín, øl & snacks við í tilkeypinum. Um minibarr ikki er bíløgd, er køliskápið afturlatið.

Til ber at velja ímillum minibarr við ella uttan alkohol. Sí innihaldið niðanfyri.

Minibarr í luksuskømrunum og Suituni er íroknað prísinum. Hon inniheldur: 2 sodavatn, 2 øl, 2 vatn og 1 pk chips (lítil pakki), 1 twix/mars/snickers. Fyrivarni verður tikið fyri broytingum í vøruúrvalinum. 

Um tú ferðast á Cruise, so verður minibarrin bert fylt upp einaferð á túrinum, og tað er við fráferð.
 

Minibar uttan alkohol kr. 89
(prísur umborð kr. 119)


2 x vatn 50cl.
2 x brúsvatn 33cl.
2 x Coca Cola 33cl.
2 x Fanta 33cl.
1 x KitKat
2 x Kims Chips 25g.
1 x Haribo góðgæti 500g.
2 x Sjokuláta Twix mini
2 x Sjokuláta Snickers mini

 

Minibar við alkohol kr. 129
(prísur umborð kr. 149)


2 x vatn 50cl.
2 x brúsvatn 33cl.
2 x Coca Cola 33cl.
2 x Føroya Bjór Veðr øl 33cl.
2 x Føroya Bjór Gull øl 33cl.
1 x Reyðvín Casa Major
2 x Kims Chips 25g.
2 x Sjokuláta Twix mini
2 x Sjokuláta Snickers mini


Fyrivarni verður tikið fyri broytingum í vøruúrvalinum. ​

Katalog

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues