Gott undirhald, góður matur og shopping

Vit kunnu enn einaferð kunngerða ársins jólatúr – ein túrur har hugni, gleði og gaman eru í hásæti.

Vit liggja við bryggju í Hirtshals frá morgni til myrkurs leygardagin 28. novembur.

Úr Hirtshals koyra vit beinleiðis við bussi til Hjørring og Aalborg. Hjørring er grannabýur við Hirtshals, við eitt nú hugnaligari gongugøtu, har millum annað stóra handilsstøðin Metropol heldur til. Aalborg er við sínum 116.000 íbúgvum 4. størsti býur í Danmark. Umframt nógv kend støð, er eisini høvi at vitja eitt nú Aalborg Shoppingcenter, Friis Shoppingcenter og Ikea.
 
Umframt góðu tilboðini - sum Tax Free handilin hevur - vera fleiri sertilboð á júst hesum túrinum. Lagt verður upp til ein spennandi túr við undirhaldi, serligum matarskráum og tónleiki frá nøkrum av okkara bestu tónleikarum.

Ferðaætlan
Fráferð Tórshavn 26. novembur kl. 21.00 
Koma Hirtshals 28. novembur kl. 10.00

Fráferð Hirtshals 28. novembur kl. 20.00
Koma Tórshavn 30. novembur kl. 08.00

Matartilboð og skráin kemur seinni.
 

Bílegg ársins jólatúr á netinum, ring á tlf. 34 59 00 ella skriva til booking@smyrilline.fo. Gevið gætur, at til ber sjálvandi at bíleggja kamarstypu, men ikki kamarsnummar.

Prísir fyri hvønn


1 ferðandi

Koyggja í deildum 4-koyggjukamari: kr. 799 


Tá 2 ferðast saman

2-koyggjukamar u/vindeyga: kr. 799 

2-koyggjukamar v/vindeyga: kr. 999


Tá 4 ferðast saman

4-koyggjukamar u/vindeyga: kr. 799

4-koyggjukamar v/vindeyga: kr. 999

  • Íroknað
    • Snarferð Tórshavn-Hirtshals-Tórshavn
    • Koyggja/kamar
  • Møgulig tilkeyp
    • Bilur (upp til 5 m l. & undir 1,9 m h.): kr. 899 
    • Eyka metur yvir 5 m.: kr. 360
    • Bílegg minibar áðrenn fráferð (einans í kømurum við vindeyga): Minibar uttan alkohol: kr. 89 / Minibar við alkohol: kr. 129
    • Bussur til Hjørring centrum: kr. 70 fyri hvønn
    • Bussur til Aalborg Storcenter og Aalborg City: kr. 130 fyri hvønn 
    • Avlýsingaravtala: 5%
Ring til okkum á +298 345900 ella send ein t-post til booking@smyrilline.fo Bílegg

Lagaligar keypstreytir: Rinda 25% við bílegging, tó í minsta lagi kr. 3.000. Restin fellur til gjaldingar ein mánað áðrenn fráferð. Tú kanst tryggja tær pláss og ferðina, uttan at hugsa um at rinda alt beinanvegin. Tað ræður um at gera skjótt av, tí bíligu ferðaseðlarnir eru avmarkaðir í tali. Flestu bíligu ferðaseðlarnir til Danmarkar í summar, eru við fráferð úr Føroyum sunnukvøld.

 

Matur, skrá og annað

Ferðaætlan við bussi

Millum Hirtshals - Hjørring - Aalborg

 

Bussur úr Hirtshals kl. 10.30

Fyrsti steðgur: Hjørring Centrum
Annar steðgur: Aalborg Storcenter
Triði steðgur: Aalborg City
 

Úr Hjørring og Aalborg

Bussur koyrir úr Hjørring kl. 16.00
Bussur koyrir úr Aalborg City kl. 17.00
Bussur koyrir úr Aalborg Storcenter kl. 17.30
 

Prísir

Hjørring Centrum: kr. 70
Aalborg Storcenter og Aalborg City: kr. 130

Shopping í Hjørring

Hjørring er bert 15 min at koyra úr Hirtshals, og er tað ein livandi handilsbýur, sum eisini verður kallaður "Vendsyssels Hovedstad".

Ein gongugøta fer tvørturum allan miðbýin við bæði matstovum, handlum og café lívi. Eisini er eitt størri shopping centur, ið kallast Metropol, har handlar so sum H&M, FONA, Bahne, Skoringen osfr., eru.  


Væl vitjaði støð

Jólamarknaðurin í Tornby Gl. Købmandsgård
Metropol Shoppingcenter
Hugnaliga gongugøtan
 

Upp- og afturlatingartíðir í Hjørring leygardag

Handlar í gongugøtuni
kl. 10.00 - 14.00

Metropol Shopping Center 
kl. 10.00 - 16.00

Shopping í Aalborg

Aalborg er fjórðstørsti býur í Danmark og hevur mangt og hvat at bjóða. At kalla allir handlar og handilsmiðstøðir hava opið hendan dagin, vit steðga í Danmark.

Í Aalborg liggur væl fyri at keypa, tí har eru millum annað IKEA, Aalborg Storcenter, Bilka, Friis Shoppingcenter og Jomfru Ane Gade.
 

Seinastu jólatúrarnir hava hesi støðini verið væl vitjaði

Aalborg Shoppingcenter
Friis Shoppingcenter
Jólamarknaður á gongugøtuni
IKEA
 

Upp- og afturlatingartíðir í Aalborg leygardag

Aalborg Storcenter
kl. 10.00 - 16.00

Aalborg Storcenter (Bilka) 
kl. 06.00 - 24.00

IKEA
kl. 10.00 - 20.00

Aalborg City
kl. 10.00 - 16.00

Friis Shoppingcenter
kl. 10.00 - 17.00

Lætt sum barnamatur!

Vit hava sett eitt serligt matartilboð saman til børnini.
Í matartilboðnum fáa børnini eitt armband, sum gevur atgongd til morgunmat, miðmála og døgurða við einari drykkjuvøru (1 sodavatn, 1 vatn ella 1 juice) til hvørja máltíð. 

Armbandið er galdandi í The Diner og Norröna Buffet, og barnið má fylgjast við einum vaksnum, tá ið etið verður í matstovunum. Armbandið er ikki galdandi í Simmer Dim. 

Máltíðirnar í The Diner eru galdandi millum kl. 07:00-10:00, 12:00-14:00 og 18:00-20:00.
 

Einvegis prísir
(um bílagt verður áðrenn fráferð)

Føroyar-Danmark ella Danmark-Føroyar
Føroyar-Ísland ella Ísland-Føroyar
 

Barn  (3-11 ár): kr. 125
Umborðprísur: kr. 179

Barn (12-15 ár): kr. 200
Umborðprísur: kr. 289
 

Simmer Dim

Til ber eisini at eta í Simmer Dim saman við vaksnum - tú tekur bara matin, sum tær dámar best frá The Diner ella Norröna Buffet, við inn í matstovuna.


Soleiðis bíleggur tú

Ring og bílegg á 34 59 00, ella skriva til booking@smyrilline.fo.
Tá tú kemur umborð, verður barnaarmbandið útflýggjað í The Diner. 

Minibarr

Minibarr kann bert keypast í kømrum við vindeyga. Tú fær ymsar leskidrykkir, vín, øl & snacks við í tilkeypinum. Um minibarr ikki er bíløgd, er køliskápið afturlatið.

Til ber at velja ímillum minibarr við ella uttan alkohol. Sí innihaldið niðanfyri.

Minibarr í luksuskømrunum og Suituni er íroknað prísinum. Hon inniheldur: 2 sodavatn, 2 øl, 2 vatn og 1 pk chips (lítil pakki), 1 twix/mars/snickers. Fyrivarni verður tikið fyri broytingum í vøruúrvalinum. 

Um tú ferðast á Cruise, so verður minibarrin bert fylt upp einaferð á túrinum, og tað er við fráferð.
 

Minibar uttan alkohol kr. 89
(prísur umborð kr. 119)


2 x vatn 50cl.
2 x brúsvatn 33cl.
2 x Coca Cola 33cl.
2 x Fanta 33cl.
1 x KitKat
2 x Kims Chips 25g.
1 x Haribo góðgæti 500g.
2 x Sjokuláta Twix mini
2 x Sjokuláta Snickers mini

 

Minibar við alkohol kr. 129
(prísur umborð kr. 149)


2 x vatn 50cl.
2 x brúsvatn 33cl.
2 x Coca Cola 33cl.
2 x Føroya Bjór Veðr øl 33cl.
2 x Føroya Bjór Gull øl 33cl.
1 x Reyðvín Casa Major
2 x Kims Chips 25g.
2 x Sjokuláta Twix mini
2 x Sjokuláta Snickers mini


Fyrivarni verður tikið fyri broytingum í vøruúrvalinum. ​

Katalog

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues