Busstúrur til Berlin 13. - 24. oktobur

Nú verður væl dámdi túrurin til Berlin aftur á skrá. Virgar Dalsgaard verður ferðaleiðari.

Virgar er frásøgumaður sum fáur, og hevur seinastu árini staðið fyri hópin av ferðum til týska høvuðsstaðin, ið er ein av heimsins størstu mentanarmiðdeplum.

Vit leggja ferðina til rættis frá bryggjukantinum í Havn til Berlin og heimaftur til Føroyar. Tit kunnu ferðast einsamøll, sum par ella saman við vinfólki. Vit hava gjørt eina skrá, har ferðaleiðari og bussur eru íroknað. Tit fáa ríkiligt av tíð til at uppliva býin og tað sum hann hevur at bjóða.

Aftaná at múrurin fall, er Berlin vorðin ein av mest framkomnu býunum í Evropa við fjøltáttaðum mentanarlívi. Á túrinum vitja vit millum annað Dómkirkjuna, Potsdam, Checkpoint Charlie, fangaleguna »Sachsenhausen« og Alexanderplatz.

Sí skrá niðanfyri. 

Prísur fyri hvønn

Tá tvey ferðast saman:

Úr kr. 8.490


Tá ein ferðast sjálvur:

Úr kr. 12.732

  • Íroknað:
    • Sigling Tórshavn – Hirtshals og aftur
    • Kamar uttan vindeyga umborð
    • Morgunmatur umborð
    • 6 nætur í dupultkamari á Scandic Kurfürstendamm í Berlin
    • 1 nátt í dupultkamari á Hotel des Nordens í Flensborg
    • Morgunmatur á hotellunum
    • Døgurði á hotellinum týskvøld og fríggjakvøld 
    • 4* bussur
    • Ferðaleiðari
  • Møgulig tilkeyp:
    • Spar við at bíleggja matin umborð áðrenn fráferð. Sí prísir o.a. her

Lagaligar keypstreytir: Rinda 25% við bílegging, tó í minsta lagi kr. 6.000. Restin fellur til gjaldingar 30 dagar áðrenn fráferð.

 

Skráin fyri túrin

Hósdagur 13. oktobur 

Fráferð av Havnini kl. 21:00

Leygardagur 15. oktobur
Bussurin koyrur frá farstøðini í Hirtshals kl. 11:30

Koma til Berlin kl. 22:30

Sunnudagur 16. oktobur

Guðstænasta í Dómkirkjuni kl. 10:00

Døgurðasteðgur

Rundtúrur í býnum við bussi. Virgar sigur frá kl. 13:00 - 17:00

Mánadagur 17. oktobur

Vit vitja økið við Checkpoint Charlie, sum var mest kenda markið millum Eystur- og Vesturberlin meðan býurin var deildur í tvey frá 1945-1990. Kl. 09:30

Bussurin koyrir til Alexanderplatz, har farið verður upp í 368 metra høga tornið. Kl. 11:00

Týsdagur 18. oktobur 

Koyrt verður til Potsdam og tann hálendska býarpartin. Virgar greiðir frá um slottini og annars um søguna hjá hesum áhugaverdu býlingunum. Kl. 09:00

Felagsdøgurði (íroknað kostnaðin) kl. 19:00

Mikudagur 19. oktobur 

Frídagur

Hósdagur 20. oktobur

Útferð til fangaleguna, Sachsenhausen. Seinni verður steðgað við Olympia Stadion, sum bleiv liðugt bygt í 1936 í smb. við OL. Í dag er leikvøllurin heimavøllur hjá Hertha Berlin. Kl. 09:00-14:00

Fríggjadagur 21. oktobur

Kl. 9.00 koyra vit aftur móti Hirtshals. Gist verður í Flensburg, har kvøldamáltíð er íroknað kostnaðin.

Leygardagur 22. oktobur

Kekkað verður út av gistingarhúsinum í Flensburg, og seinasti teinurin móti Hirtshals liggur fyri framman.

Fráferð Hirtshals kl. 15:00

Mánadagur 24. oktobur

Koma til Tórshavn kl. 07:30

Katalog

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues

Ja, eg vil fegin móttaka tíðindabrøv frá Smyril Line.