Serstakur túrur, har binding er evnið
Kenda danska bindikonan Christel Seyfarth fer at hava fyrilestrar, workshops og mótasýning. Elspa Petersen fer at tosa um Marjunarbinding, limir úr Fuglafjarðar heimavirkisfelag fara at vísa fram tógvgrafitti (streetbinding) og umboð frá Hvalbiar Skúla fara at greiða frá um Bindiklubbabøkurnar, sum teir eldru næmingarnir á skúlanum geva út saman við lærarum sínum. Umframt hetta vera ymiskar kappingar og hugni við livandi tónleiki um kvøldið.
Meðan Norröna liggur við bryggju á Seyðisfirði frá týsmorgni til mikukvøld, verður vitjað á áhugaverdum støðum sum kunnu setast í samband við bindievnið.
Eisini verður vitjað á nýggja náttúrubaðnum Vök Baths, har tit fáa høvi at fara út í hitahyljarnar, og njóta vælveruna í serstøku íslendsku náttúruni.
Kostnaður fyri hvønn, úr kr. 3290,- íroknað morgun- og kvøldarbuffét á allari ferðini.
Ringið á tlf. 345900 ella skrivið til booking@smyrilline.fo og tryggið tykkum pláss.