Mánadagur
Kl. 13.00 Fráferð Tórshavn.
Kl. 14.00 Kunnandi fundur um túrin.
Kl. 15.00 Jógvan Arge.
Kl. 18.00 Norrøna Buffét.
Kl. 20.00 Sonny Johannesen: Lagdur undir at hava skotið móti norska fiskieftirlitinum í Barentshavinum.
Kl. 21.00 Sjómanshugni við sangi og tónleiki.
Týsdagur
Kl. 07.00-10.00 Morgunmatarbuffét.
Kl. 10.00 Útferð til Vopnafjørðin. Heimildarfólk greiðir frá, um tá føroyingar drivu fiskiskap út frá Leydarhöfn, skamt frá bygdini.
Kl. 17.00 Aftur á Seyðisfirði.
Kl. 18.00 Norrøna Buffét.
Kl. 20.00 Mortan Johannesen: Sorgarleikurin 27. januar 1955 tá Egil Reyði við fleiri føroyingum umborð, fór á land undir Grønulíð á norðurvesturlandinum. Um somu tíð forlistu tveir enskir trolarar sum vóru á veg at bjarga einum triðja, sum hevði sent út neyðarkall.
Kl. 21.00 Sjómanshugni við sangi og tónleiki.
Mikudagur
Kl. 07.00-10.00 Morgunmatarbuffét.
Kl. 11.00 Sjómannaquizz. Spurnarkapping í Nóatúni.
Kl. 12.00 Útferð til Norðfjørðin. Vitjað verður á áhugaverda trolarasavninum, ið Jósafat Hinriksson, sáli, tók stig til at gera. Eldri menn úr bygdini ið hava havt sína lívsleið á sjónum taka ímóti og heilsa uppá.
Kl. 16.00 Aftur á Seyðisfirði.
Kl. 16.30 Vitjað verður á grøvini hjá teimum sjey av manningini á “Riddaranum”, sum druknaðu tann 25. september 1927 uppi við Fagranes á Langanesi.
Kl. 18.00 Norrøna Buffét.
Kl. 20.00 Jógvan Arge.
Kl. 21.00 Sjómanshugni við sangi og tónleiki.
Hósdagur
Kl. 07.00-10.00 Morgunmatarbuffét.
Kl. 11.00 Hanus Kjølbro: Um hvussu veðrið háttar sær á teimum ymisku plássunum í Føroyum.
Kl. 14.00 Lovisa Ludvíksdóttir: Um at verða “fabriksjefur” á stórum norskum verksmiðjutrolara.
Kl. 16.00 Leggja at bryggju í Tórshavn.