Framúr gospeltónleikur umborð á Norrönu
Komið umborð og njótið framúr gospeltónleik. Hugni og tónleikur verður frá morgni til myrkurs, og tá tit vilja hvíla oyruni, kunnu tit leita tykkum inn í Skansagarð at njóta ein betri bita, tí morgunmatur og kvøldarbuffet eru íroknað.
Hoyrið Magna Christiansen, Sámal Hanna og Kristu Lognberg, Svein í Prestgarði og fleiri. Eisini er felagssangur á skrá, og meðan Norröna liggur við bryggju í Hirtshals, verður vitjað í gongugøtuni í Hirtshals, har dyrnar á samkomuni Malta standa opnar fyri tykkum.
Túrurin er sera væl umtóktur, og tí viðmæla vit at bíleggja í góðari tíð.
Sí fyribils skránna niðanfyri.