Busstúrur til Berlin

Vitjið ein av mest framkomnu býum í Evropa við føroyskum ferðalagi.

Á triðja sinni verður skipað fyri busstúri til Berlin. Báðu ferðirnar hevur túrurin verið útseldur, og sera vældámdur av ferðafólkunum, ið hava verið við á hesum ferðum.

Um Berlin kann sigast, at hetta er ein av mentanarmiðdeplinum í heiminum. Vit leggja ferðina til rættis frá bryggjukantinum í Havn til Berlin og heimaftur til Føroyar. Tit kunnu fara einsamøll, sum pør ella við vinfólki. Vit bjóða skrá, har ferðaleiðari og bussur eru íroknað. Tit fáa ríkiligt av tíð til at uppliva býin og tað hann hevur at bjóða.

Aftaná at múrurin fall, er Berlin vorðin ein av framkomnastu býunum í Evropa við fjøltáttaðum mentanarlívi. Vit fara m.a. at vitja fangaleguna Sachenhausen, stasifongslið Hohenschöenhausen, og Olympiastadion, ið eitt nú húsaði Olympisku leikunum í 1936, HM í fótbólti í 2006, og Champions League finaluni í 2015.

Túrurin er í juni, tá veðrið plagar at vera av tí besta til eina stórbýarferiu, har lotið er lýtt, við umleið 20 hitastigum í miðal.

Berlin Mark Hotel****
Tit gista á stásiligum gistingarhúsi, Berlin Mark Hotel****, sum liggur miðskeiðis í býnum, einans 200 metrar frá Kurfurstendamn. Kømurini eru útgjørd við air condition, wifi, ymiskum sjónvarpsrásum, og tí sum annars hoyrir einum nútímans gistingarhúsi til.

Lesið meira um gistingarhúsið her.

Prísur fyri hvønn


Tá 2 ferðast saman

Í 2-koyggjukamari u/vindeyga: kr. 7.990

Í 2-koyggjukamari v/vindeyga: kr. 8.290

Í kamari v/dupultsong og vindeyga: kr. 8.990

 

Prísur fyri 1 ferðandi

Í deildum 4-koyggjukamari: kr. 9.800
 

  • Íroknað
    • Ferð við Norrönu til Danmarkar og aftur
    • Kamar/koyggja umborð
    • Bussferð til Berlin við donskum bussførara og ferðaleiðara
    • Gisting í 6 nætur á Berlin Mark Hotel
    • Gisting í 1 nátt á Montra Skaga Hotel
    • Útferðir í nevndar eru í skránni
    • Morgunmatar á allari ferðini
  • Møgulig tilkeyp
    • Keyp matin umborð áðrenn fráferð og spar pening, sí nærri her.
    • Minibarr í kømurum við vindeyga, sí nærri her.
Ring til okkum á +298 345900 ella send ein t-post til booking@smyrilline.fo

Skráin o.a.

Sunnudagur 14.06
kl. 23.30 Fara av Havnini
 
Týsdagur 16.06
kl. 09.30 Fráferð úr Hirtshals móti Berlin, hagar vit koma um kvøldið.
Ávegis verða passandi støðgir til máltíðir og hvíld.
Gist verður á stásiliga Berlin Mark Hotel.
 
Mikudagur 17.06
kl. 10.00 Býarrundtúrur við ferðaleiðara.
Støðga verður m.a. við Checkpoint Charlie. Tíð er avsett til miðmála.
kl. 17.00 Afturkomin á gistingarhúsið.
 
Hósdagur 18.06
Dagurin verður tilrættalagdur eftir egnum tykki 
(ein túr til handils, ella ein rundferð í umránum, um hugur er til tess v.m.)
kl. 19.30 Friedrichstadt Palast Vivid Grand Show.
 
Fríggjadagur 19.06
kl. 10.00 Olympia Stadion, rundtúrur við ferðaleiðara.
Tíð er avsett til miðmála.
kl. 14.00 Vitjan á stasifongslinum, “Hohenschønhausen”
 
Leygardagur 20.06
Møguleiki fyri at gera ein valfrían túr – Fernsehturm Berlin íroknað kaffi / køkur á matstovuni.
Prísur: 35 EUR pr. persón
 
Sunnudagur 21.06
kl. 10.00 Til gudstænastu í dómkirkjuni í Berlin - Berliner Dom
Tíð avløgd til miðmála.
kl. 14.00 Vitjan á fangaleguni “Sachsenhausen” við frásøgufólki. 
 
Mánadagur 22.06
kl. 09.00 Fráferð úr Berlin
kl. 22.00 Koma til Hirtshals
Innivist á Montra Skaga
 
Týsdagur 23.06
Koyrt verður til Norrønu aftaná morgunmatin.

"Berlin on Bike”
"Berlin on Bike” har súkklað verður til kend støð í býnum við ferðaleiðara.
Tað kann avgjørt viðmælast at fara ein túr við “Berlin on Bike” – felagið hevur nógvar túrar at velja ímillum.
Tað kann avgjørt viðmælast at bóka hesar túrar áðrenn fráferð, við at ringja ella skriva beinleiðis til felagið. Tilber eisini at bíleggja á staðnum. Les meira um hesar túrar her.

Túrur við báti
Túrur við báti í kanalunum kring býin.
Á heimasíðuni hjá Visit Berlin eru fleiri góð hugskot til bátatúrar. Les meira her

Parlamentið "Reichstag"
Tað er avgjørt ein uppliving at spáka sær ein túr til Parlamentið í Berlin “Reichstag”.
Les meira her, eisini sært tú hvar í býnum tú finnur tað.

​Check Point Charlie
Check Point Charlie, ið var eitt tað kendasta staðið millum Eystur- og Vesturberlin frá 1945-1990.
Tá tú fert til Berlin, mást tú eisini fara ein túr framvið Check Point Charlie! Les meira um staðið her.

Flúgv við ballón yvir Berlin
Beint við Check Point Charlie, ber til at flúgva við einari ballón.
Tá ið tú ert komin heilt upp, fært tú útsýni yvir allan býin, sum er ein ótrúliga vøkur sjón. Les meira her.

 

Minibarr

Minibarr kann bert keypast í kømrum við vindeyga. Tú fær ymsar leskidrykkir, vín, øl & snacks við í tilkeypinum. Um minibarr ikki er bíløgd, er køliskápið afturlatið.

Til ber at velja ímillum minibarr við ella uttan alkohol. Sí innihaldið niðanfyri.

Minibarr í luksuskømrunum og Suituni er íroknað prísinum. Hon inniheldur: 2 sodavatn, 2 øl, 2 vatn og 1 pk chips (lítil pakki), 1 twix/mars/snickers. Fyrivarni verður tikið fyri broytingum í vøruúrvalinum. 

Um tú ferðast á Cruise, so verður minibarrin bert fylt upp einaferð á túrinum, og tað er við fráferð.
 

Minibar uttan alkohol kr. 89
(prísur umborð kr. 119)


2 x vatn 50cl.
2 x brúsvatn 33cl.
2 x Coca Cola 33cl.
2 x Fanta 33cl.
1 x KitKat
2 x Kims Chips 25g.
1 x Haribo góðgæti 500g.
2 x Sjokuláta Twix mini
2 x Sjokuláta Snickers mini

 

Minibar við alkohol kr. 129
(prísur umborð kr. 149)


2 x vatn 50cl.
2 x brúsvatn 33cl.
2 x Coca Cola 33cl.
2 x Føroya Bjór Veðr øl 33cl.
2 x Føroya Bjór Gull øl 33cl.
1 x Reyðvín Casa Major
2 x Kims Chips 25g.
2 x Sjokuláta Twix mini
2 x Sjokuláta Snickers mini


Fyrivarni verður tikið fyri broytingum í vøruúrvalinum. ​

Translate_Get_your_free_catalogues

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues

Vit nýta cookies á smyrilline.fo. Við at nýta síðuna, góðtekur tú okkara nýtslu av cookies.

Í lagi