Busstúrur til Berlin

Skipað verður enn einaferð fyri busstúri til Berlin. Hetta eru ferðir sum skjótt verða útseldar, og eru tær sera vældámdar av ferðafólkunum, ið fyrr hava verið við.

Um Berlin kann sigast, at hetta er ein av mentanarmiðdeplinum í heiminum. Vit leggja ferðina til rættis frá bryggjukantinum í Havn til Berlin og heimaftur til Føroyar. Tit kunnu fara einsamøll, sum pør ella við vinfólki. Vit bjóða skrá, har ferðaleiðari og bussur eru íroknað. Tit fáa ríkiligt av tíð til at uppliva býin og tað hann hevur at bjóða.

Aftaná at múrurin fall, er Berlin vorðin ein av framkomnastu býunum í Evropa við fjøltáttaðum mentanarlívi. Vit fara m.a. at vitja fangaleguna Sachenhausen, stasifongslið Hohenschöenhausen, og  Olympiastadion, ið eitt nú húsaði Olympisku leikunum í 1936, HM í fótbólti í 2006, og Champions League finaluni í 2015.

Túrurin er í oktobur, og tá plagar veðrið at vera av tí besta til eina stórbýarferiu - lotið framvegis er lýtt, við umleið 14 hitastigum í miðal.

Hotel Bleibtreu Berlin by Golden Tulip****
Tit gista á stásiligum gistingarhúsi, sum liggur miðskeiðis í býnum, skamt frá Kurfurstendamn. Kømurini eru útgjørd við øllum tí, sum hoyrir einum nútímans gistingarhúsi til. Les meira um gistingarhúsið her.

Sí skrá niðanfyri.

Prísur fyri hvønn

Tá 2 ferðast saman

2-koyggjukamar uttan vindeyga: kr. 8.859

2-koyggjukamar við vindeyga: kr. 9.259

1 ferðandi

Einakamar uttan vindeyga: kr. 11.791

  • Íroknað:
    • Ferð við Norrønu fram og aftur. 
    • Bussferð til Berlin við donskum bussførara og donskum ferðaleiðara.
    • Gisting í 6 nætur á Hotel Bleibtreu Berlin by Golden Tulip 
    • Gisting í 1 nátt á Hotel Des Nordens Flensburg
    • Útferðir ið nevndar eru í skránni.
    • Morgunmatur á allari ferðini.
Sí prísir & bílegg

Lagaligar keypstreytir: Rinda 25% við bílegging, tó í minsta lagi kr. 6.000. Restin fellur til gjaldingar 30 dagar áðrenn fráferð.

 

Skráin fyri túrin

Hósdagur 17. oktobur 
Fráferð av Havnini kl. 20:00

Leygardagur 19. oktobur
Fráferð úr Hirtshals móti Berlin, hagar vit koma um kvøldið. Ávegis verða passandi støðgir til máltíðir og hvíld

Sunnudagur 20. oktobur
Guðstænasta í Dómkirkjuni

Býarrundtúrur 

Vit vitja Olympia Stadion, sum bleiv liðugt bygt í 1936 í smb. við OL.

Vit vitja økið við Checkpoint Charlie, sum var mest kenda markið millum Eystur- og Vesturberlin meðan býurin var deildur í tvey frá 1945-1990.

Mánadagur 21. oktobur
Vit vitja Hohenschönhausen (stasifongslið)

Sjónvarpstornið á Alexanderplatz har farið verður upp í 368 metra høga tornið (Atgongumerki á 200 kr. ikki íroknað).

Týsdagur 22. oktobur 
Útferð til fangaleguna, Sachsenhausen.

Friedrichstadt – palast (leikhús)

Mikudagur 23. oktobur 
Dagurin verður tilrættalagdur eftir egnum tykki ( ein túr til handils, ella ein rundferð í umráðnum, um hugur er til tess v.m.)

Hósdagur 24. oktobur
Koyrt verður til Potsdam og tann hálendska býarpartin.

Fríggjadagur 25. oktobur
Fráferð Berlin. Koyrt verður til Flensburg, har gist verður á Hotel Des Nordens Flensburg.

Leygardagur 26. oktobur
Koyrt verður til Norrønu aftaná morgunmatin. Fráferð Hirtshals kl. 15:00

Mánadagur 28. oktobur
Koma til Tórshavn kl. 07:30

Aðrar útferðir

"Berlin on Bike” har súkklað verður til kend støð í býnum við ferðaleiðara. Tað kann avgjørt viðmælast at fara ein túr við “Berlin on Bike” – felagið hevur nógvar túrar at velja ímillum. Tað kann avgjørt viðmælast at bóka hesar túrar áðrenn fráferð, við at ringja ella skriva beinleiðis til felagið. Tilber eisini at bíleggja á staðnum. Les meira um hesar túrar her.

Túrur við báti í kanalunum kring býin. Á heimasíðuni hjá Visit Berlin eru fleiri góð hugskot til bátatúrar. Les meira her.

Parlamentið "Reichstag" Tað er avgjørt ein uppliving at spáka sær ein túr til Parlamentið í Berlin “Reichstag”. Les meira her, eisini sært tú hvar í býnum tú finnur tað.

Flúgv við ballón yvir Berlin Beint við Check Point Charlie, ber til at flúgva við einari ballón. Tá ið tú ert komin heilt upp, fært tú útsýni yvir allan býin, sum er ein ótrúliga vøkur sjón. Les meira her.

 

.

Katalog

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues

Ja, eg vil fegin móttaka tíðindabrøv frá Smyril Line.