Serstakur túrur, har binding er evnið

Kenda danska bindikonan Christel Seyfarth fer at hava fyrilestrar, workshops og mótasýning. Elspa Petersen fer at tosa um Marjunarbinding, limir úr Fuglafjarðar heimavirkisfelag fara at vísa fram tógvgrafitti (streetbinding) og umboð frá Hvalbiar Skúla fara at greiða frá um Bindiklubbabøkurnar,  sum teir eldru næmingarnir á skúlanum geva út saman við lærarum sínum. Umframt hetta vera ymiskar kappingar og hugni við livandi tónleiki um kvøldið.

Meðan Norröna liggur við bryggju á Seyðisfirði frá týsmorgni til mikukvøld, verður vitjað á áhugaverdum støðum sum kunnu setast í samband við bindievnið. Eisini verður vitjað á nýggja náttúrubaðnum Vök Baths, har tit fáa høvi at fara út í hitahyljarnar, og njóta vælveruna í serstøku íslendsku náttúruni.

Kostnaður fyri hvønn, úr kr. 3290,- íroknað morgun- og kvøldarbuffét á allari ferðini.

Ringið á tlf. 345900 ella skrivið til booking@smyrilline.fo og tryggið tykkum pláss.

Prísir fyri hvønn


1 ferðandi

Koyggja í deildum 4-koyggjukamari: úr kr. 2.990
 

Tá 2 ferðast saman

2-koyggjukamar u/vindeyga: úr kr. 3.290

2-koyggjukamar v/vindeyga: úr kr. 3.490


Tá 4 ferðast saman

4-koyggjukamar u/vindeyga: úr kr. 2.990
 

  • Íroknað
    • Ferð til Íslands og aftur
    • Spennandi fyrilestrar
    • Busstúrar í Íslandi
    • Morgunmatarbuffet hvønn dag
    • Kvøldarbuffet hvønn dag
  • Møgulig tilkeyp
    • Minibar (einans í kømrum við vindeyga): Uttan alkohol kr. 89 / við alkohol kr. 129
    • Útferðir í Íslandi (sí nærri kunning her á síðuni)
Ring til okkum á +298 345900 ella send ein t-post til booking@smyrilline.fo Bílegg

Skráin og annað

Skráin

 
Mánadagur 4. mai
 
kl. 14.00 Fráferð Tórshavn
kl. 14.30 Kunnandi fundur um ferðina
kl. 15.00 Fyrilestur við Christel Seyfarth
kl. 16.00 Workshop – Christel Seyfarth
kl. 18.00 Norröna Buffet
kl. 20.00 Elspa Petersen – Um Marjunarbinding
kl. 21.00 Hugni og livandi tónleikur 
 

Týsdagin 5. mai
 
kl. 07-10.00 Morgunmatarbuffet
kl. 10.00 Norröna kemur til Seyðisfjarðar. 
kl. 10.30 Útferð til Egilsstaðir, har tit fyrst verða boðin vælkomin í mentunarhúsinum, Sláturhúsið.
Síðan verður vitjað á áhugaverdum støðum sum Hús Handanna (kunst og design) og Skemman (Handverksmarknaður).
Eisini verður vitjað á Vaskur Garn (tógvhandil)
kl. 14.00 Bussurin koyrir aftur til Norrønu, men ávegis verður steðgað við spildurnýggja Vøk Baths í tveir tímar.
Tit fáa høvi at fara út í hitahyljarnar, og njóta vælveruna í serstøku íslendsku náttúruni
kl. 17.00 Workshop – Christel Seyfarth
kl. 19.00 Norröna Buffet
kl. 20.30 «Tógvgrafitti» /»Streetbinding» - limir í Fuglafjarðar Heimavirkisfelag greiða frá. 
kl. 21.00 Hugni og livandi tónleikur
 
 
Mikudagin 6. mai

kl. 07-10.00 Mogunmatarbuffet
kl. 10.00 Útferð til hugnaligu bygdirnar Fáskrúðsfjørð og Stødvarfjørð.
Her verður vitjað á tveimum marknaðum ið eitt nú sýna fram bindi- og seymivørur.
kl. 13.00 Bindi Pop Up marknaður í mentunarhúsinum á Egilsstøðum.
Her verður tógv frá ymiskum íslendskum framleiðarum, bindibøkur, inspiratión, fyrilestrar og bindi café.
Íslendakar bindikonur verða til staðar, so her er møguleiki fyri netverkan og nýggjum vinarbondum.
kl. 16.00 Koyrt verður aftur til Norrønu
kl. 18.00 Norröna Buffet
kl. 19.30 Mótasýning – Christel Seyfarth
kl. 20.00 Fráferð Seyðisfjørður
kl. 20.30 Nita Næs og Poula Thomsen greiða frá um bindiklubbabøkurnar sum Hvalbiar skúli gevur út.
kl. 21.00 Hugni og livandi tónleikur
 
 
Hósdagin 7. mai
 
kl. 07- 10.00 Morgunmatarbuffet
kl. 11.00 Ymiskar kappingar við tógvi, t.d. kasta uppá, vinda upp hespu, gera tógv-toppar ...
kl. 13.00 Workshop – Christel Seyfarth
kl. 15.00 Koma aftur til Tórshavn

Minibarr - bert í kømrum við vindeyga

Køliskápið, sum er í hesum kømrum, er nú gjørt um til minibarr. Tú fær ymsar leskidrykkir, vín, øl & snacks við í tilkeypinum. Um minibarr ikki er bíløgd, er køliskápið afturlatið.

Til ber at velja ímillum minibarr við ella uttan alkohol. Sí innihaldið niðanfyri.

Minibarr í luksuskømrunum og Suituni er íroknað prísinum. Hon inniheldur: 2 sodavatn, 2 øl, 2 vatn og 1 pk chips (lítil pakki), 1 twix/mars/snickers. Fyrivarni verður tikið fyri broytingum í vøruúrvalinum. 

Um tú ferðast á Cruise, so verður minibarrin bert fylt upp einaferð á túrinum, og tað er við fráferð.
 

Minibar uttan alkohol kr. 89
(prísur umborð kr. 119)


2 x vatn 50cl.
2 x brúsvatn 33cl.
2 x Coca Cola 33cl.
2 x Fanta 33cl.
1 x KitKat
2 x Kims Chips 25g.
1 x Haribo góðgæti 500g.
2 x Sjokuláta Twix mini
2 x Sjokuláta Snickers mini

 

Minibar við alkohol kr. 129
(prísur umborð kr. 149)


2 x vatn 50cl.
2 x brúsvatn 33cl.
2 x Coca Cola 33cl.
2 x Føroya Bjór Veðr øl 33cl.
2 x Føroya Bjór Gull øl 33cl.
1 x Reyðvín Casa Major
2 x Kims Chips 25g.
2 x Sjokuláta Twix mini
2 x Sjokuláta Snickers mini


Fyrivarni verður tikið fyri broytingum í vøruúrvalinum. ​

  • Busstúrur til Mývatn og Dettifoss (Tuesday)

    Busstúrur til Mývatn og Dettifoss

    Túrurin varar
    Umleið 10 tímar. Byrjar við komu og eru aftur millum kl. 19:00-20:00.

    Íroknað
    Busstúrur við ferðaleiðara og okkurt lætt til matna í Jarðböðin.

    Tíðarskeið
    Á vári og um heystið

    Les meira um útferðina
  • Busstúrur til Reyðarfjørð og Lake Lögurinn (Wednesday)

    Busstúrur til Reyðarfjørð og Lake Lögurinn

    Túrurin varar
    Umleið 7 tímar. Byrjar kl. 09:00 og eru aftur uml. kl. 16.00.

    Íroknað
    Busstúrur við ferðaleiðara og døgurða buffet í Skriðuklaustur.

    Tíðarskeið
    Á vári og um heystið

    Les meira um útferðina

Tak tær av løttum í friðsæla náttúrubaðumhvørvinum Vök

Náttúrubaðumhvørvið er ein spildurnýggjur jarðhitamiðdepil, sum liggur í vakra Urriðavatninum í Eysturíslandi. Náttúrbaðið Vök liggur einans 5 km norðurvestanfyri Egilstaðir – størsta búðsetingin á hesum øki liggur eystanfyri og hevur serstakt vitjanarvirði, tá ferðast verður herumleiðir.

Náttúrubaðið Vök fær hitaorku sína úr jarðhitaumhvørvinum í økinum og saman við einum framúr útsýni yvir sjógvin og restina av landslagnum, skapar eitt stórsligið upplívilsi fyri tey vitjandi.

Legg gerandisdagin frá tær og lat hugin ferðast frítt í hesi avbera vøkru, óspiltu náttúru og njót løtuna í landsins fyrstu røð av flótandi hitahyljum.

Sí nærri kunning um staðið her vok-baths.is

Translate_Get_your_free_catalogues

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues

Vit nýta cookies á smyrilline.fo. Við at nýta síðuna, góðtekur tú okkara nýtslu av cookies.

Í lagi