Bíbliutímar, sangløtur og hugni

Fráferðin er 26. oktober, og komi verður aftur á Havnina 30. oktober.

Meðan siglt verður fara vit at hava gevandi løtur, so sum bíbliutímar, fyrilestrar og sangløtur. Eyðun Jacobsen við Kafébólkinum stendur fyri felagssanginum. Fyri bíbliutímunum standa Svenning av Lofti, Hjørleif Vang, Páll á Lakjuni og Jógvan Páll Sevdal. Eisini luttaka Terje Vestergaard og Hervør á Torkilsheyggi. Samskipari av ferðini er Poul Jóhan Djurhuus.

Tá vit koma til Hirtshals, er møguligt at vitja samkomuhúsið Malta, har fyristøðufólkini Ansa og Arnold Mortensen bjóða inn. Eisini ber til at fara ein túr eftir gongugøtuni í Hirtshals.

Morgun- og kvøldarbuffét við kaffi/te er íroknað á allari ferðini.

Bílegg túrin her á síðuni ella ring til okkum á 345900.

Sí skránna niðanfyri.

Úr 1.995,-

Fyri hvønn tá 2 ferðast saman.

  • Íroknað:
    • Cruise á leiðini Tórshavn – Hirtshals – Tórshavn
    • Kamar uttan vindeyga
    • 3 x morgunmat í Skansagarði Buffet
    • 3 x døgurði um kvøldið við kaffi/te í Skansagarði Buffet
  • Møgulig tilkeyp:
    • 2-koyggjukamar við vindeyga: kr. 400 fyri hvønn
    • Kamar við dupultsong og vindeyga: kr. 650 fyri hvønn
    • Luksuskamar: kr. 1.785 fyri hvønn
    • Nordic luksuskamar: kr. 1.985 fyri hvønn
    • Barn 0 – 2 ár: ókeypis
    • Barn 3 – 11 ár: kr. 995 íroknað matararmband
    • Barn 12-15 ár: kr. 1.295 íroknað matararmband
Sí prísir & bílegg

Lagaligar keypstreytir: Rinda 25% við bílegging, tó í minsta lagi kr. 6.000. Restin fellur til gjaldingar 30 dagar áðrenn fráferð.

 

Skráin fyri túrin

Hósdagur 

Kl. 20.00 Fráferð Tórshavn

Kl. 21.00 Sangløta og kunning í Undirhúsinum við Kafébólkinum

 

Fríggjadagur 

Kl. 07.00-10.00 Morgunmatur í Skansagarði

Kl. 10.00 Sangløta í Laterna Magica við Kafébólkinum

Kl. 11.30 Bíbliutími – Hjørleif Vang í Skansagarði

Kl. 13.00 Bíbliutími – Jógvan Páll Sevdal í Skansagarði

Kl. 15.30 Poul Jóhan Djurhuus sigur frá um Malta í Hirtshals í Skansagarði

Kl. 18:00 Nátturði í Skansagarði

Kl. 20:00 Felagssangløta og framførslur við Kafébólkinum o.fl. í Undirhúsinum

 

Leygardagur 

Kl. 07.00-10.00 Morgunmatur í Skansagarði

Kl. 11.00 (lokal tíð) Norröna leggur at bryggju, og bussar koyra niðan í hugnaligu gongugøtuna í Hirtshals, har øll eru vælkomin at vitja samkomuhúsið Malta  

Kl. 14.00 (lokal tíð) Bussarnir koyra oman aftur á bryggjuna 

Kl. 15.00 (lokal tíð) Norröna setir kós heimaftur móti Tórshavn 

Kl. 15.00 Victor Dánjalsson greiður frá um leguna við Ástjørn í Íslandi, og um samstarvið ið hevur staðið við síðan 1977 í Skansagarði

Kl. 18:00 Nátturði í Skansagarði

Kl. 20:00 Felagssangløta og framførslur við Kafébólkinum o.fl. í Laterna Magica

 

Sunnudagur

Kl. 07.00-10.00 Morgunmatur í Skansagarði

Kl. 10.00 Bíbliutími í Laterna Magica við Svenning av Lofti

Kl. 11.30 Bíbliutími í Skansagarði við Páll á Lakjuni

Kl. 15.30 Sangløta/felagssangur og framførslur í Skansagarði við kafébólkinum

Kl. 18:00 Nátturði í Skansagarði

Kl. 20:00 Møti í Laterna Magica

 

Mánadagur 

Kl. 07:30. Leggja at bryggju í Tórshavn

Katalog

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues

Ja, eg vil fegin móttaka tíðindabrøv frá Smyril Line.