Starv hjá Smyril Line

Ert tú áhugað/ur í einum starvi hjá Smyril Line, ert tú altíð vælkomin at senda eina umsókn til okkara. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Vinarliga nýt umsóknarformularin niðanfyri.

Tað er týdningarmikið, at tú so greitt sum gjørligt greiður okkum frá júst hvørjar uppgávur tú ert áhugað/ur í.

Um so verður, at eitt starv verður tøkt, sum vit meta, at tú hóskar væl til, seta vit okkum í samband við teg.

Tøk størv í løtuni:

KT-umsitari til Smyril Line

Avloysarastarv umborð á Eystnes

Avloysarastarv sum maskinstjóri umborð á Eystnes

Smyril Line søkir eftir avloysara til farmaskipið Eystnes at byrja 26. február 2021.
 
Rutan hjá Eystnes er Tórshavn – Scrabster – Hirtshals – St. Petersburg – Hirtshals – Scrabster –  Tórshavn. Hvítanes varð bygt í 1980 og í 2015 yvirtók Smyril Line skipið. Framtøkumegin (KW) er 2999.
 
Les meira um Eystnes her.
 
Tín vangamynd
Vit sóknast eftir einum persóni við stórari fakligari vitan, ið dugir væl við fólki. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir frá farmaskipi. 
 
Starvið
Umborð á Eystnes er ein maskinstjóri, sum leiðir dagliga arbeiðið. Harafturat telur maskinmanningin ein 1. meistara og ein 2. meistara. Maskindeildin hevur millum aðrar hesar uppgávur:
Tryggja motordriftina og viðlíkahald
Standa fyri innkeypi
Leggja arbeiðsætlan
Arbeiða við viðlíkahaldsskipanini
 
Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála og avtalu.
 
Starvssetan og umsóknarfreist
Starvið verður sett skjótast til ber. Umsóknarfreistin er 24. február 2021. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Tú søkir starvið við at senda teldupost til starv@smyrilline.fo, viðmerk ”Avloysari til Eystnes”. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. 
 
Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jóhan av Reyni, Maritimur Leiðari, á tlf 580500 ella teldupost johanavr@smyrilline.fo.

KT- umsitari til Smyril Line

Smyril Line sóknast eftir einum dugnaligum KT-umsitara at byrja skjótast gjørligt. 
 
KT-umsitingin hevur ábyrgd av at tryggja at allar KT-skipanir rigga (bæði á landi og sjógvi), verða dagførdar regluliga og lúka øll krøv innan KT-trygd. Sum partur av KT-umsitingini verður tín uppgáva at røkja og vera við til at menna hjálpar- og tænastuvirksemi í KT deildini hjá Smyril Line. 
 
Um tú hevur hollar royndir úr líknandi starvi, ert tænastusinnað/ur og hevur áhuga í at arbeiða í einari vaksandi og fjøllbroyttari fyritøku, so er tað tær vit leita eftir. 
 
Vit ímynda okkum at tú hevur førleikar og royndir innan fleiri av hesum økjunum:
 
- Windows desktop (innlegging, uppseting)
- Windows Server (OS, Roles)
- Office 365 (Online og Desktop)
- Exchange (Online, onPrem)
- Mail Security
- Printer
- Netverk (VPN, satelitt-samskifti)
- Backup, Veeam
- EndPoint Proteection (Sophos EP)
- Mobile (Basic konfig, VPN / EPP / mail)
- Ritbúnað til end-user
 
Tín vangamynd
· Tú hevur royndir at arbeiða við KT-umsiting og support
· Tú hevur royndir við rakstri av Windows server og AD-umsiting
· Tú hevur hollar royndir við PC sum koyra við Windows. Royndir við Mac er ein fyrimunur
· Tú hevur royndir at arbeiða í Office365 umhvørvi (herundir samstarvstól sum Sharepoint, Project, Planner, Teams vm.)
· Tú ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur og dugir væl at samskifta á enskum og føroyskum, bæði á skrift og talu
· Tú ert álítandi og ábyrdgarfull/ur og hevur sjálvstøðugt og miðvíst arbeiðslag
 
Vit bjóða
Eitt spennandi starv, har tú fært møguleikan at vera við til at menna eina KT-deild og fyritøku, sum er í vøksturi. Eitt starv har tú fær nýggjar og spennandi avbjóðingar á hvørjum degi, og somuleiðis møguleikan at læra um og arbeiða við ymiskum og nýggjum forritum og skipanum. 
 
Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála og avtalu.
 
Freistin at søkja er 7. mars 2021.
Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
 
Tú søkir starvið við at senda eina umsókn til starv@smyrilline.fo. Vinaliga viðmerk “KT- umsitari” í evnisteigin.
 
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Eyðun Hentze Højgaard, KT- og menningarleiðara, á telefon 345929 ella á eydun@smyrilline.fo.
 
Um Smyril Line 
Smyril Line eigur størsta ferðamannaskipið í Norðuratlantshavi, nevniliga Norrönu. Harumframt eru cargoskipini Mykines, Akranes, Eystnes, Hvítanes og Mistral. Smyril Line hevur skrivstovur í Føroyum, Danmark, Ísland, Holland og Týskland. Smyril Line eigur og rekur Hotel Hafnia umframt Hotel Brandan, sum lat dyrnar upp 1. juli 2020.

Katalog

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues