Nú hevur tú møguleika at søkja starv sum tænari/barrvørur

Við einari nýumvældari Norrönu og við vaksandi ferðafólkatali, fáa vit tíbetur úr at gera í summar. Vit sóknast eftir starvsfólki, sum hava hug at verða partur av einum dagligdegi, ið veitir okkara ferðandi eina serstaka og persónliga tænastu.
 
Starvið fevnir um at tæna og ráðgeva gestunum innan matstovu- og barr úrvalinum umborð. Harafturat at halda hesi øki rein og ruddilig.

  • Ert framsøkin og tænastusinnað/ur, hóast nógv er at gera – og dámar at vera í gongd, eisini tá ið fáir gestir eru á gátt
  • Trívist at arbeiða í einum toymi og hevur lætt við at koma í prát við onnur
  • Hevur ein fyrimun, um tú hevur starvsroyndir sum tænari
  • Er greið/ur yvir, at tú kemur at búgva umborð á skipinum
  • Kemur at arbeiða 10 tímar um dagin saman við 90-100 starvsfelagum
Ljóðar hettar sum tú? Lat okkum so frætta frá tær.
 

Vit bjóða

Eitt spennandi arbeiðspláss, har stórur dentur verður lagdur á hugna og samanhald. Samstundis er møguleiki at menna teg og uppliva lívið umborð á einum ferðamannaskipi í altjóða umhvørvi.

Starvssetan- og treytir

Størvini eru fyribils tíðaravmarkaði, frá seinast í mai til seinast í oktobur 2021, men við møguleika fyri at leingja setaninar. Tú kemur at arbeiða skiftandi túrar tvs. bæði longri túrar á 4 vikur umborð, stytri túrar- og vikuskiftistúrar. Tú siglur 1:1, sum merkir at hevur tú verið 4 vikur umborð, so fært tú eisini løn í 4 vikur heima.
 
Setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag & Reiðarafelagið fyri Handilsskip.
 

Freist at søkja

Tú søkir starvið via frymilin niðanfyri. Vinaliga viðmerk í evnisteigin, hvat starv tú søkir. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi og í trúnaði.
 
Hevur tú spurningar til starvið ert tú vælkomin at seta teg í samband við leiðaran í Sales & Service á ssm@norrona.fo.
 

Um Smyril Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er fólka- og farmaflutingur í Norðuratlantshavi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, nevniliga Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line fraktfyritøkuna Smyril Line Cargo, sum hevur fraktskipini Eystnes, Hvítanes, Mykines, Akranes og fraktfyritøkuna OCD. Eisini hevur Smyril Line yvirtikið P/F Hotel Hafnia, ið rekur Hotel Hafnia, Hotel Brandan og matstovuna Katrinu Christiansen.

Starvsumsókn

Katalog

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues