Nú hevur tú møguleika at søkja starv í køkinum umborð á Norrönu

Við einari nýumvældari Norrönu og við vaksandi ferðafólkatali, fáa vit tíbetur úr at gera í summar. Vit sóknast eftir kokkum og køkshjálparum til okkara matstovur umborð, og eftir einum goymslufólki til køkin.


Kokkur

  • Matgera og borðreiða ymiskan góðsku- og smakkgóðan mat, ið hóskar til árstíðina, til okkara vælvitjaðu Norröna buffét og til okkara kafeteriu. Harumframt matgera til starvsfólkini umborð

Køkshjálp

  • Matgera og borðreiða smyrjibreyð og sandwich til Nóatún og Skansagarð, okkara kafeteria og buffét
  • Matgera pizza og burgarar til kafeteri

Goymslufólk

  • Vørumóttøka á dekkinum, vøruflutningur og vøruútvegan til køkin umborð
  • Framhaldandi at skipa goymsluna umborð, upprætta vørur í telduskipanini og hava árliga vøruteljing
  • Annað fyrifallandi arbeiði

Tín vangamynd

  • Til starvið sum kokkur, vænta vit tú hevur kokkaútbúgving – og elskar at gera mat
  • Viðkomandi royndir innan starvsøkið
  • Tú trívist at arbeiða í einum livandi umhvørvi
  • Tú er greið/ur yvir, at tú kemur at búgva umborð á skipinum í áleið 4-6 vikur hvønn túrin, í kamari við einum starvsfelaga. Tú kemur at arbeiða 10 tímar um dagin saman við 90-100 starvsfelagum

Vit bjóða

Eitt spennandi arbeiðspláss, har stórur dentur verður lagdur á hugna og samanhald. Samstundis er møguleiki at menna teg og uppliva lívið umborð á einum ferðamannaskipi í altjóða umhvørvi.


Starvssetan- og treytir

Størvini eru tíðaravmarkaði størv, frá fyrst í juni til seinast í oktobur 2021, men við møguleika fyri at leingja setaninar. Í størvunum, verður miðjað móti eini skiftisskipan áljóðandi 4 vikur umborð og 4 vikur heima. Tú siglur 1:1, sum merkir at hevur tú verið 4 vikur umborð, so fært tú eisini løn í 4 vikur heima.

Setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag & Reiðarafelagið fyri Handilsskip

Freist at søkja

Tú søkir størvini via frymilin niðanfyri. Vinaliga viðmerk í evnisteigin, hvat starv tú søkir. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi og í trúnaði. 
 
Hevur tú spurningar til størvini ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jean Alex Midjord ella Mads-Mikkel Steffensen, leiðarar í køkinum, á executivechef@norrona.fo.
 
 

Um Smyril Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er fólka- og farmaflutingur í Norðuratlantshavi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, nevniliga Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line fraktfyritøkuna Smyril Line Cargo, sum hevur fraktskipini Eystnes, Hvítanes, Mykines, Akranes og fraktfyritøkuna OCD. Eisini hevur Smyril Line yvirtikið P/F Hotel Hafnia, ið rekur Hotel Hafnia, Hotel Brandan og matstovuna Katrinu Christiansen.

Starvsumsókn

Katalog

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues