Móttøkufólk til Norrönu

Í siglandi toyminum umborð á Norrönu, leggja vit stóran dent á hugna, samanhald og at geva gestunum upplivingar.

Móttøkan er miðstøðin á okkara siglandi hotelli. Starvið sum móttøkufólk fevnir um at bjóða vælkomin, kunna, vegleiða og veita eina framúr tænastu við m.a. at hugsa loysnir í ymiskum støðum. Harumframt at samskifta væl við allar deildir umborð, so vit kunnu veita gestunum bestu upplivingar. Tú verður partur av okkara stóra toymi, og vit taka væl ímóti tær.


Vit virðismeta allarmest at tú hevur lætt at fella í prát við fólk og heldur, at virðiligt samskifti og hjálpsemi ger allan munin. Harumframt dugir tú vanligt teldubrúk, vanlig telduforrit og megnar at samskifta á enskum, týskum og norðurlendskum máli.

Starvssetan- og treytir
Starvið er fyribils tíðaravmarkað, frá seinast í mars 2022 til seinast í oktobur 2022, men við møguleika fyri at leingja setanina. Tú kemur at arbeiða serliga vikuskiftistúrar, tó kann talan eisini verða um longri túrar í summar.
Tú siglur 1:1, ið merkir, at hevur tú verið 3 dagar umborð, so fært tú eisini løn teir komandi 3 dagarnar heima, og tú arbeiðir 10 tímar um dagin.

Trygdin er grundarsteinurin í øllum, sum vit gera, og tí bjóða vit eisini trygdarskeið umborð.

Setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag & Reiðarafelagið fyri Handilsskip.

Freist at søkja
Freistin at søkja er 6. mars 2022. Tú søkir starvið við at senda tína umsókn umvegis frymilin niðanfyri.

Dugnaligu móttøkuleiðararnir, Ruth í Nesinum og Rannvá Joensen, vita meira um starvið. Tú er vælkomin at ringja til tær á 344845 ella senda teimum fyrispurning umvegis receptionmanager@norrona.fo

 

Um Smyril Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er fólka- og farmaflutingur í Norðuratlantshavi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, nevniliga Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line fraktfyritøkuna Smyril Line Cargo, sum hevur fraktskipini Eystnes, Hvítanes, Mykines, Akranes, Mistral og fraktfyritøkuna OCD. P/F Hotel Hafnia og Hotel Brandan eru partur av Smyril Line samtakinum.

Starvsumsókn

Katalog

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues

Ja, eg vil fegin móttaka tíðindabrøv frá Smyril Line.